Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 4. november 2009 13 Vinnumálaráðið skipaði í 2008 fyri væl eydnaðari kunningarferð um gran­ skingargarðar í Dan­ mark. Eitt rósvert átak. Endamálið var at fáa kunning um vitanartung­ ar vinnur og hvussu slíkar verða mentar. Før­ oyska ferðaliðið vitj­aði fleiri granskingar­ og business­centur, teirra millum Symbion í Keyp­ mannahavn Symbion í Keypmannahavn Stjórin, Peter Torstensen, tók ímóti og greiddi fróur frá um Symbion (www. symbion.dk). Orðið Symbion kemur frá tí grikska orðinum: symbi­ osa, sum í lívfrøðiligum sambandi merkir samlív millum ymisk sløg av verum til felags gagn. Symbion, ið var stovnað í 1986, er størsta granskara­ parkin í Danmark. Fyri­ tøkan byrjaði í einum 1000 m2 stórum gomlum pakk­ húsi hjá handilsketuni: IRMA. Symbion hýsir tilsamans 200 fyritøkum á 4 ymiskum støðum. Privatfyritøka Symbion er ein privat fyri­ tøka. Íleggjarar eru stórir pensjónsgrunnar, umframt nógvir smáir parteigarar. Keypmannahavnar komm­ una var millum íleggjar­ arnar, men er nú keypt út. Í Symbion í Keypmanna­ havn starvast tilsamans umleið 30 fólk, 5 í leiðsl­ uni, 5 ráðgevarar, 10 við íløgum og restin arbeiðir við umsiting, viðlíkahaldi, ymsum tænastum og í receptiónini og matstovuni. Umleið 650 menniskju hava sína dagligu gongd í Symbion. Ráðstevnudepil Symbion hevur eisini eitt KonferencuCentur, ið bjóðar fram professionelt umhvørvi til ráðstevnur, seminarir, skeið og fundir. KonferencuCentrið tekur ímóti meiri enn 20.000 gestum um árið í hølum, sum rúma frá 10 til umleið 600 fólk. Í sjálvum Symbi­ on Science Park (20.000 m2) eru 90 fyritøkur sum starvast innan ICT, bio­ tøkni og heilivágsvinnu. Universitetsráðgeving Í Symbion er eitt dynam­ iskt professionelt um­ hvørvi, har gransking og vinna møtast og har hjálpt verður við at kommerciali­ sera innovativar hátøkni­ ligar verkætlanir. Endamál­ ið er at skapa eina synergi millum nýggjar fyritøkur og veita vitan og fram­ komnar førleikar frá uni­ versitetum, ráðgevarum og longu stovnsettum virkjum. Skj­ótt á marknaðin Eitt av málunum hjá Symbi­ on er at skapa eitt hug­ kveikjandi innovativ vakstrarumhvørvi fyri íverksetarar og nýggjar fyritøkur og harvið skunda undir menningartilgongd­ ina soleiðis, at vinnuspír­ urnar kunnu koma skjótari á marknaðin enn kappingar­ neytarnir. Dentur verður lagdur á kunning um ”vitan til vøkstur” Fæfeingisráðgeving Í Symbion er atgongd til ráðgeving, gagngóða vitan um fæfeingi (kapital) og eitt stórt netverk millum líknandi fyritøkur. Fyri­ tøkurnar nýta hvønn annan í menningartilgongdini og heysta aldina (fruktina) av teimum synergi­effektum, ið framkoma, tá innovativ­ ar hátøkniligar ella gransk­ ingargrundaðar fyritøkur eru grannar. Hugskotssam­ skifti og sparring fer óform­ liga fram á gangum, í mat­ stovum og í netverkum. Fullkomin hugsavning Í Symbion eru lættbroytilig høli og starvsstovur í ein­ um nýtmótans tænastu­ og vakstrar­umhvørvi, og ikki er neyðugt at hugsa um reingerð, gestamóttøku ella matstovu. Sum nýtari av Symbion er møguligt at hugsavna seg fullkomuliga um fyritøku­verkætlanina. Í Symbion fáa verkætlanir og hugskot tær bestu vakstr­ arumstøðurnar fyri at koma væl frá byrjanini og til at mennast til lívførar og sunnar fyritøkur. Trý kj­arnuøki Symbion hevur trý kjarnu­ øki: hølisútleigan, fígging og virkisráðgeving, ið tilsamans skulu betra um møguleikan hjá fyritøkun­ um at eydnast í hørðu nationalu og internationalu kappingini. Stórur dentur verður lagdur á, at virkini menna yrkis­netverk. Útleigan Málbólkurin hjá Symbion er nýggj virki. Hesi fáa hjálp og stuðul inntil tey eru komin í gongd og eru farin at vaksa. Á hvørjum ári mennast umleið 1/3 av fyritøkunum út úr Symbion. Leigan er lág í byrjanini, men hækkar so líðandi sum fyritøkan styrknar. Symbion miðjar eftir, at liggja (5 – 10) % undir vanliga marknaðarprísi­ num. Sáttmálarnir eru yvir 3 ár og uppsagnartíðin 3 mánaðir. Floygdar fyritøk­ ur eru í miðal 4 ára gamlar, tær hava í miðal leigað 3 ár í Symbion og tær hava í miðal 8 starvsfólk. Hølisleigan skal geva avlop. Um 100 % av gólv­ víddini varð útleigað, hevði avlopið verið 7 – 10 milliónir Dkr. Við 80% útleigan ber útleiganin seg. Symbion er ein non­profit­ felagsskapur. Virkisráðgeving Arbeitt verður við einum “Accelerace Incubator Program” har fyritøkur í 6 mánaðir gjøgnumganga kundavalidering, marknað­ arvalidering og marknaðar­ møguleikar. Orka verður harafturat løgd í at finna kundar, íleggjarar og sam­ starvspartnarar. Eisini verða fíggjarligar metingar gjørdar av møguleikanum at selja mentað hugskotið/ virkið ella hald fram við fyritøkuni. Umleið 100 fyritøkur søkja um at verða hýstar av Symbion um árið, og einar 80 verða sáldaðar frá. Av teimum 20, sum sleppa at taka lut í Accelerace Incubator Program, eru 5 – 10 sum gjøgnumføra alla tilgongd­ ina. Symbion fokuserar upp á topp­10 íverksetara­ fyritøkur. Úrslitini eru góð. Fyritøkan, Symbion, varð vald til at vera besti virkis­ klekjari í Europa í 2005. Fígging Fíggingina veitir Symbion gjøgnum SEED Capital Denmark (stovnað 2004; www.seedcapital.dk ). Grunnurin eigur góðar 500 milliónir Dkr og ger íløgur í nýggjar gransking­ argrundaðar fyritøkur í Danmark og suður­Svøríki, innan biotøkni, medico­ tøkni, ICT og aðrar há­ tøknivinnur. Harafturat veitir danski staturin 40 mió Dkr um árið í vága­ fúsum kapitali til hetta slagið av fyritøkum. Fíggjarveitanin verður latin í 3 stigum. Frá byrjan til fullbúgvið virkið kunnu íløgurnar t. d. veitast í fylgjandi lutfalli: Stig 1: 1,5 milliónir Dkr frá statinum + 200.000 Dkr frá SEED Stig 2: 1,5 milliónir Dkr frá statinum + 1,5 milliónir Dkr frá SEED Stig 3: 100 % frá SEED. Symbion er eyðsýniligt Symbion er sjónligt í sam­ felagnum gjøgnum sítt tætta samarbeiði við uni­ verstetini, eydnu­fyritøkur og gjøgnum tíðandaskriv og onnur fjølmiðlað evni. Symbion samarbeiðir og kappast við aðrar gransk­ ingargarðar í Danmark. Føroysk granskingarlund Peter Torstensen var sera positivur og sinnaður fyri samastarvi við eina komandi føroyska granskingarlund. Fróðskaparsetur Føroya Á Symbion var áherðsla løgd á týdningin av at hava eitt fakliga sterkt universi­ tetsumhvørvi fyri at menna vitanartungar vinnur. Uttan eitt mentalt máttmikið og starvsstovusterkt Fróðskap­ arsetur verður sostatt tor­ ført at menna hátøknivirki her á landi. Symbion Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya Hóraldur Joensen Sunnudagin kl 16 verður minningar­ hald fyri deyð børn í Havnar Kirkj­u, har Sverri Steinhólm, prestur, prædikar 1. novembur er, sum øllum kunnugt Alla Halganna dagur. Flestu kirkjurnar í Føroyum minnast hendan dagin tey fólk, sum doyðu á sjónum í farna árinum. Felagið Pinkubarnadeyði, sum tó ikki ikki til longur, tók stig til slíka gudstænastu á fyrsta sinni í november 1997. ­ Undirtøkan var so góð, at vit valdu at gera hetta sum ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast deyða barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er deytt, sigur Annvør Nielsen, ein av fyrireikarunum. Hon sigur, at hóast felagið ikki er aktivt longur, so vilja tey virka fyri, at guds­ tænastan í november altíð verður ein fastur siður. ­ Vit vita, at tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum, sigur hon. Saman við børnunum í familjuni – tey sum vóru og tey, sum eru komin – minnast vit tey deyðu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan. Einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð. Minningarhaldið verður Alla Halganna sunnudag 8. novembur kl. 16 í Dóm­ kirkj­uni, har Sverri Steinhólm, prestur prædikar. Jens Marni Hansen luttekur við sangi og tónleiki. Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta. Tað verður møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra eitt ljós, fyri tí barnið, ið farið er. Fyrireikararnir skriva í tíðindaskrivi, at í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið. Tá ið vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtum foreldranna. Aftan á gudstænastuna verða øll boðin til ein drekkamunn í nýggju Perluni í Tórs­ gøtu millum Reinsaríið og Miðlahúsið. Møguleiki verður fyri at tosa um áhugi er millum manna at endurstovna felagið Pinkubarnadeyði. Minningarhald fyri deyð børn Bilurin sum varð lutaður burtur í sms­ innsavnanini undir tiltakinum “Føroyar móti krabba”, leygarkvøldið 31. oktober í Norðurlandahúsinum, varð latin vinnara­ num mikudagin. Talan var um ein Peugeot 107 Comfort Plus 1.0 til eitt virði upp á 144.000 krónur, ið varð latin sum gáva frá Auto Service. Hepni vinnarin gjørdist Erla W. Johannesen í Saltangará. Árni Rasmussen, stjóri í Auto Service, handar Erlu W. Johannesen lykilarnar til bilin saman við Jákupi N. Olsen formanni í Krabbameinsfelagnum Mynd: Jens Kristian Vang Erla vann bilin