mikudagur 4. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 211 - 4. november 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Aksel Zachariassen, Klaksvík, andaðist á Klaks
víkar Sjúkrahúsi mánadagin, 68 ára gamal.
Diny Heinesen, Toftir, andaðist á Eysturoyar Røkt
ar og Ellisheimi mánadagin, 89 ára gomul. Kistan
fer av Røktarheiminum í Runavík hóskvøldið kl.
19. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni fríggja
dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Diny, kunnu lata
Eysturoyar Røktar og Ellisheimi eina peningagávu.
Konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
4. november. Otto. Ivingarsamt er, hvør hesin Otto er, men
líkt er til, at sipað verður til biskupin Otto úr Bamberg, sum
doyði í árinum 1139. Navnið er týskt og merkir ríkidømi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Mánadagin
2.
november
2009 var 35 ára føðingar
dagshald í Dagrøktini hjá
Tórshavnar kommunu, sum
heldur til í Arnes Minde á
Kirkjuvegi 1. Dagrøktarar,
býráðslimir, starvsfólk hjá
kommununi,
foreldur
og
umboð frá pressuni vóru til
staðar.
Leiðarin Joan Simonsen,
sum eins og fyrsti leiðarin
Annika
Nielsen
er
úr
Nólsoy, bjóðaði vælkomin,
eitt barnakór sang og Heðin
Mortensen,
borgarstjóri,
helt føðingardagsrøðu. Eftir
røðuna góvu borgarstjórin
og Ingibjørg Berg komm
unustjóri øllum dagrøktar
um eina bókagávu við per
sónligari heilsan. At enda
segði Katrin Petersen, leið
ari á barna og ungdóms
deildini,
frá
um
eina
nýkomna samrøðubók til
smæstu børnini. Allir dag
røktarar fingu hvør sína
bók heim við.
Kelda: www.torshavn.fo
Dagrøktin 35 ár
Í morgun læt fotohandilin
PhotoCare upp í nýggjum
hølum í Hoyvík.
Fotohandilin PhotoCare er
fluttur úr Dr. Jakobsensgøtu í
Havn til Brekkutún 3 í
Hoyvík. Niels Jacob Heine
sen frá PhotoCare sigur, at
tað er vegna plásstrot og
nýggjar tænastur, at hann
hevur valt at flyta í størri
hølir. Í miðbýnum høvdu vit
32 fermetrar at ráða yvir, og í
Hoyvík hava vit 200 fer
metrar.
Í nýggju hølunum hava vit
víðkað tænastuna, til at vit
nú eisini hava eitt nútímans
fotoatelier, eins og vit kunnu
framleiða alt frá passmyndum
til stórar plakatir. Eisini
prenta vit á Tshirt, eins og
klædnaprent sum heild. Vit
koma at leggja dent á mynda
tøku, myndagávur og skeið
virksemi. Hesi skeið vera
fyri vanliga brúkaran, eins
væl og tann meira roynda.
Eisini vera skeið fyri tey,
sum fyrstu ferð hava fingið
sær eitt digitalt myndatól.
Í miðbýnum vóru vit grann
ar hjá FK í Dr. Jakobsens
gøtu og nú eru grannar hjá
FK í Hoyvík, sigur Niels Jac
ob Heinesen frá PhotoCare.
mg
PhotoCare letur upp í Hoyvík
60 ára føðingardagur
Leygardagin 7. nov. fyllur Óli Johansen, vanliga nevndur
Suðringurin. Føðingardagurin verður hildin í heiminum Sjógøta
135, Tvøroyri. Opið hús frá kl. 1320.
60 ára føðingardagur
23. okt. fylti Solmaj í Lágabø, 60 ár. Dagurin verður hildin
heima leygardagin 7. nov. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 4. nov. verður Arna Dalbø Hansen, Svínáir, 80 ár. Dag
urin verður hildin heima leygardagin 7. nov. frá kl. 12 til kl. 15.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 6. nov. verður Hildigarð Hansen, Syðrugøtu, 90 ár.
Dagurin verður hildin í Gøtubrá frá kl. 19. Øll eru vælkomin.
Silvurbrúdleyp
30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í
HBHúsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma,
verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456
(Eirikur) innan 14. nov.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen
(Stina og Dia av Syðradali), gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19.
Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu
siga frá á tel. 456737 ella 458625.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 6. nov. kunnu hjúnini Maria og Hans David P.
Johansen, Strendur, halda gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
Sjókaféini í Runavík saman við familjuni.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 7. nov. hava Jonny og Thomas Jacobsen,
Søldarfjørður, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 8. nov. kunnu hjúnini Herborg og Hildibjart
Johansen, Tórshavn, halda gullbrúdleyp. Tey ið ynskja at heilsa
uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin til eina hugnaliga løtu í
Starvsmannafelagshúsinum J.H. Schrøtersgøta 9 frá kl. 12 til 17.
Gullbrúdleyp
28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður,
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík
leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við
okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 737751 ella toraolavur@
gmail.com áðrenn 20. nov.
Diamantbrúdleyp
Mánadagin 9. nov. hava Amalie og Jens Mouritsen, Sørvágur,
verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 14. nov. frá kl. 18 hjá
soninum, á Magnusarbø 6, Sørvágur.
merkisdagar
Joan Simonsen, leiðari á Dagrøktini og Heðin Mortensen,
borgarstjóri
F.v.: Ingrid Midjord og Brynhild Mohr Joensen, fyrrverandi leiðarar, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Annika Nielsen,
fyrsti leiðarin, og Joan Simonsen, leiðari á Dagrøktini