Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 211 • 4. november 2009 1. partur Í vár høvdu vit fleiri frásagnir frá teimum skipsvanlukkum, sum vóru í Suðuroy í 1924, og árini frammanundan. Ein teirra var General Gordon, sum gekk burtur fyri júst 85 árum síðani. Í samband við tað kanningar­ arbeiði, sum tá varð gjørt í Suðuroy, komu vit á tal við Gerdu Einarsson av Tvøroyri, sum umboðar ein stóran part av søguni í Suðuroy fyrrapartin av undanfarnu øld. Gerda verður 88 ár tann 15. desember. Hon er fødd Morten­ sen, sum sigur nakað um hennara faðirliga upphav. Men pápin gjørdist ein virkin partur av verkamannarørsluni á Tvøroyri. Her umboðar Gerda mótsetningin millum kapitalismu og sosialismu, sum kom meira fram á Tvøroyri enn aðra staðni í Føroyum. Mamman kom úr Puntabyrgi, sum hevur neyvt samband við føroyska fakfelagssøgu og eisini missiónssøgu. Kendir mammubeiggjar vóru Gunnar Petersen, sum var formaður í Føroya Arbeiðarafelag í mong ár, og Alfred Petersen, sum fyrst og fremst var kendur sum sjómanstrúboðari í Íslandi og Grønlandi og eisini sum formaður í Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Gerda giftist við Poul Einars­ son, sum var íslendingur í faðir­ ætt, men sum var úr Valinum á Tvøroyri í móðurætt. Sigast kann, at hetta er ein sera samansett familja, har nógv er at greiða frá. Hetta dugur Gerda eisini sera væl. Tað er ikki minst áhugavert, at hon arbeiddi hjá AT, kendu arbeiðarafyritøkuni á Tvøroyri, í mong ár. Fyri at gera frásøgnina meira fullfíggjaðar verða eisini aðrar keldur nýttar. Serliga er tað bókin um arbeiðsmannafelagið Fylking hjá Jóannes Dalsgaard, sum lýsir fakfelagsviðurskifti á Tvøroyri. Puntabyrgi Gerda greiðir frá, at tann fyrsti sum bygdi Puntabyrgi var faktor við tann Kongaliga Handilin, sum kallaðist Joen Dionesen Nolsøe. Ein oldurabbi mín kallaðist Jesper Jespersen f. um 1807 í Porkeri. Hann var giftur við Elsebeth Sophie Danielsdatter f. um 1818 i Porkeri. Tey búsettust úti á Tippinum. Dóttir teirra Cathrine Malene Elisabeth Jespersen f. 29/9 1840 giftist við Ole Petersen, sum var úr Danmark. Hann kom til Tvøroyri 12/1 1863. Tey giftust 5/2 1868, hann doyði 25/11 1871. Petur Petersen, prestur, sonur Alfred, hevur funnið fram til, at sambært kirkjubókina fyri Syv Sogn var Ole Pedersen føddur 25/9 1837. Hann var sonur hús­ mannin Peder Nielsen og konu hansara Maren Knudsdatter úr Viby. Ole varð konfirmeraður 1. sunnudag eftir páskir í 1852. Tað er sagt, at Ole Petersen rýmdi til Føroya fyri at sleppa undan at skulla í kríggið, sum endaði 1864 millum Danmark og Týskland, tá Danmark misti ein stóran part av Suðurjútlandi. Hetta var hann í so fall ikki einsamallur um. Í røðini Hendur, ið Sleptu hava vit greitt frá Hans Madsen Nielsen, sum eisini rýmdi til Føroya av somu orsøk. Hann endaði eisini á Tvøroyri, har hann gjørdist ein væl umtóktur lærari. Langabbi varð tískil kallaður Óli danski millum manna. Sonur teirra, abbi mín Peter Lars Petersen f. í 1867, giftist við Margrethe Marie Nolsøe, sum var fødd í 1872, og tey búsettust í heiminum hjá henni í Puntabyrgi. Langabbi gongur burtur Men Óli danski fekk ikki nakað langt lív. Hann druknaði á útróðri í 1871. Í hesum sambandi kann vera áhugavert at endurgeva tað, sum er skrivað um hesa hending í politiprotokollini fyri Suðuroyar sýslu, undirskrivað av Gudmund Effersøe sýslumanni: Aar 1871, den 25. November indfandt undertegnede sig ved Tveraa for at tilvejebringe Oplysning, hvorvidt det foreholder sig rigtigt, at Ole Pedersen, Niclas Niclassen, Thomas Johan Petersen, Hans Vang og Daniel Johan Hentze af Tveraa samt Magnus Jespersen af Porkere i afvigte Nat skulle være druknede paa Fiskeri. Det blev af flere Beboere i Tveraa godtgjort, at de oven­ nævnte Personer i gaar Formid­ dags tog paa Langlinefiskeri med en Sexmandsfarerbaad tilhørende Kjøbmand Mortensen i Tveraa. For Rapporten mødte Jens Christian Mortensen, Jens Jensen m.fl. af Frodebø, som forklarede, at de Kl. 7 i Morges toge paa Fiskeri fra Frodebø. Da de kom langs Landet ud for Osdal fandt de Kjøbmand Mortensen Tveraas Sexmandsfarer flydende kæntret paa Søen tilligemed flere Gjenstande hørende til Baaden. De vendte Baaden straks paa ret Køl for at se, om noget levende eller dødt Menneske maatte være i Baaden men fandt intet. Morten Ole Vang Jespersen, Frodebø, som med Mandskab kom samme Vej til Fiskeri gik straks med flere ankomne Fisker­ baade i Arbejde for at undersøge i Nærheden og langs Landet om nogen af Baadens Mandskab kunde findes, Gerda Einarsson: Av kapitalista- og sosialistaætt á Tvøroyri Vit hava havt samrøðu við Gerdu Einarsson av Tvøroyri. Hon er av Mortensenættini í faðirætt, sum er ein ímynd av kapitalismu á Tvøroyri. Móðurættin er úr Puntabyrgi, sum er ein partur av javnaðarsøguni á Tvøroyri Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Gerda dugur væl at greiða frá Henda Miðvikan er ein partur av søguni hjá Tvøroyri. Málningur hjá Poul Skarðenni ➘