mikudagur 4. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 211 • 4. november 2009
men alt forgjeves. Derimod
fandtes alle de Langliner, som
Baadens Mandskab havde haft
med, lige for Frodebø Nypen, tæt
ved Land og samlede. Da Baaden
sandsynligvis kun kunde drive
indad fra Nypen til Osdal med
det første af Ostfaldet, antoges
Baaden at være forlist Kl omtrent
4 i Nat.
Tann 12. desember verða tveir
aðrir avhoyrdir. Teir høvdu eisini
verið á veg til útróðrar hendan
dagin. Men tá veðrið var heldur
vánaligt, og ein av manningini
var fullur, avgjørdu teir at venda
aftur.
Tískil var abbi bert fýra ára
gamal, tá ið hann misti pápan.
Tippisakin
Ein sak, sum er knýtt at okkara
ættarsøgu, er tann sokallaða
Tippisakin. Tað hava ikki búð nógv
fólk á Tvøroyri tá, so at missa
fimm mans í besta aldri í bygdini
hevur verið ein rættiligur smeitur.
Í 1860 búðu bert 338 fólk í allari
sóknini. Tá hava tey verið nakað
fleiri.
Sosiala trygdin var lítil og
eingin, so tað hevur ikki verið
lætt hjá eini einkju at lívbjarga
sær. Handil var í bygdini við
fríari rúsdrekkasølu. Hetta var
ein stór freisting. Áttu fólk jørð,
var ikki so neyðugt við reiðum
peningi at gjalda við. Tað kundi
“skrivast,” og tá skuldin var nóg
stór, kundi handilsmaðurin fara
við jørðini. Soleiðis var tað alla
staðni í Føroyum, og var hetta
orsøk til nógvar sorgarleikir.
Hetta broyttist sum kunnugt
við fólkaatkvøðuni í 1908, sum
steðgaði fríu søluni.
Eitt dømi um hesa støðu er
Tippisakin. Hetta var eitt sakar
mál, sum gekk í rættarskipanini
í fleiri ár. Sakin endaði við
landsrættardómi í 1911.
Spurningurin í sakini var, hvør
ið átti hesa jørðina í Tippinum.
Sakarpartarnir vóru Mortensen
keypmenn øðrumegin og
langomma Cathrine Malene
saman við systir hennara
Appolonia Jespersen hinumegin.
Sakin liggur á landskjalasavni
num og fyllir sera nógv. Tað kundi
uttan iva verið skrivað ein longri
søga bert um hetta mál.
Í rættinum í Føroyum vunnu
tær báðar, men tapararnir skutu
sakina inn fyri landsrættin, og
har fingu teir viðhald. Mortensen
menninir hava eisini verið betri
fyri at verja sína søk enn tvær
einsamallar kvinnur, sum neyvan
hava megnað tað stóra, hóast tær
høvdu verja fyri seg.
Um Appoloniu sigst, at hon var
sera illa sint. Tá ið hon sat eftir
við ongum lovaði hon eisini ilt.
Mortensenmaðurin,
sum gjørdist sosialist
Pápi mín æt Edvard Mortensen,
sonur Jens Mortensen í Kálgarði
num í Øravík.
Jens var føddur í Øravík 13.
februar 1851. Pàll Nolsøe greiðir
frá í Føroya Siglingarsøgu, at
pápi hansara, langabbi mín, var
Petur Mohr Mortensen, smiður,
og mamman var Julia Matilda
Sørensen, ættað úr Keypmanna
havn. Petur Mohr var komin at
kenna hana, táið hann lærdi
jarnsmíð hjá pápa hennara.
Langabbi var beiggi “gamla”
Johan Mortensen, sum byrjaði
Mortensenfyritøkuna á Tvøroyri.
Abbi sigldi eina tíð við skipum
hjá pápabeiggjanum Gamla
Mortensen. Hann var síðan við
donskum skipum og tók stýrimans
prógv á Bogø í 1878. Hetta gjørdu
nógvir føroyingar tá í tíðini. Ein
teirra var Jens Mohr í Havn.
Fyrsta skip, hann førdi, var
sluppin Peder ella Fransurin í
1882. Hann førdi síðan ymisk
skip, og hann førdi Plover í 1887
til hon í 1888 fórst í august
mánaða av ísi á Lamboyri uttan
fyri Skála, har teir royndu við
bátum. Hetta er sunnanfyri
Langanes í Íslandi. Tað varð sagt
frá, at skipið lá fyri akker, og
at bátarnir vóru á útróðri. Abbi
var staddur í landi og bræddi
livur, tá ið knappliga drift kom á
ísin, sum setti skipið á land, har
tað kroystist og gjørdist vrak.
Mannskaði var tó eingin. Nakað
varð bjargað av vrakinum, millum
annað skipsklokkan, ið hekk
leingi eftir tað í einum handli í
Thórshøfn nærindis.
Tá ið Mortensens handil í
februar 1892 keypti sluppina
Alfred Trower úr Onglandi, fekk
abbi hana at føra. Henda slupp
varð bygd úr stáli og kom at eita
Suðringur. Hann førdi hana til
1904. Frá 1904 til 1906 førdi abbi
sluppina Don í farmasigling. Don
hevði verið eitt gott skip, men
var nú gomul og útslitin. Hon
var farin at leka illa, og tá ið teir
í 1905 vóru á veg úr Íslandi til
Føroya, mundi hon sokkið millum
londini.
Abbi legðist nú uppi og fekst
við at seyma segl hjá Mortensen
og inni á Hvítanesi. Men hann
førdi onkuntíð skip niður við fiski.
Abbi doyði 83 ára gamal 13. apríl
1934. Hann minnist eg væl.
Pápi fekk tuberklar
Pápi mín Edvard Mortensen fór á
bedingina at arbeiða, tá ið hann
var 18 ár. Her fekk hann arbeiðs
skaða eina ferð, hann lyfti ein
av hesum stóru eikiplankunum.
Hann fekk slysni, og hetta setti
seg til tubeklar í rygginum. Hann
bleiv sera sjúkur, og hann kundi
aftaná tað einki gera uttan okkurt
lættligt arbeiði.
Pápi plagdi at gera slíkt sum at
ramma inn myndir fyri fólk. Ikki
gav hetta tó tað stóra. Pápi førdi
kassabók, og her sæst, at ein stór
mynd kostaði kr. 1,33 at ramma
inn.
Pápi var á ymiskum sanatorium
niðri, fyrstu ferð í 1924. Hann
mann kortini hava verið fyrst á
bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum.
Vit frættu frá honum gjøgnum
postkort, og tað hevur verið ringt
fyri hann at vera so langt burtur.
Hann var heima ímillum, og fór
so niður aftur. Pápi var so heima,
tá ið mamma doyði í 1926. Eg
minnist, at hann tók meg i fangið
og segði, at mamma var deyð.
Tey vórðu gift í 1919. Brúðmenn
vóru Jaspur, pápi Hans Holm,
og rithøvundurin Hans Andreas
Djurhuus, sum eitt skifti var
lærari á Tvøroyri.
Pápi hevur vist eisini verið
vikarur sum lærari, tí Arnold
Jespersen, sum doyði fyri kortum,
segði, at besti lærarin í skúlanum
var pápi. Víst var hann ikki
lærdur, men hann dugdi væl at
læra frá sær.
Pápi lá á Finsens Lysinstitut,
sum tað kallaðist, í gott trý ár. Tá
hann var so frægur, at hann kundi
ganga við tveimum høkjum, slapp
hann heim aftur. Hetta hevur
verið í 1932. Eg mátti fáa eina
mynd av pápa, so eg kundi kenna
hann, tá ið hann kom. Pápi kláraði
so at trena seg upp, so hann
kundi ganga við einum stavi.
Hann gekk við eini tjúkkari
leðurbandagu, sum skuldi skiftast
út í 1937. Tá var meiningin, at vit
skuldu fara niður við, men hann
doyði áðrenn.
Pápi skrivaði nokk so nógv
niður, og millum tað, hann skriv
aði var, at hann hevði fingið at
vita, at sjúkan var ólekilig, men
við bandagu kundi hann liva
nøkur ár.
Pápi og Fylking
Arbeiðsmannafelagið Fylking,
ella Enigheden sum navnið upp
runaliga var, var fyrsta arbeiðara
felag í landinum. Her var pápi
eisini virkin. Hann er eisini
umrøddur fleiri staðir í bókini
hjá Jóannes Dalsgaard um hetta
felag, og her skal takast tað fram,
sum hann skrivar um pápa.
Her kann verða nevnt, at tá
vóru tveir Edvard Mortensen á
Tvøroyri. Ein trupulleiki við, at
tað vóru tveir við sama navni,
var, at posturin av og á fór
til skeivan móttakara,
og harvið fekk pápi
upplýsingar um
Jens í Kálgarðinum, abbi Gerdu
Margreta og Petur Lars Petersen, foreldrini hjá mammu Gerdu. Tey gjørdust
sum foreldur hennara
Fyrstu húsini í Puntabyrgi
Edvard, pápi Gerdu, doyðu ungur
➘