Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 • 4. november 2009 MIÐvIkaN 17 tað, sum hin parturin í stríðnum um løngjaldsstovu, arbeiddi við. Trupulleikin av hesum varð loystur, tá ið hin Edvard fekk sær eftirnavnið Mitens, og er hann kendur millum annað sum politikkari Umframt at vera eitt vanligt fakfelag gekk Fylking eisini á odda at skapa arbeiði á Tvøroyri. Eitt av hesum stigum var Ísvirkið, sum var ein kollveltandi ætlan tá í tíðini. Í 1926 varð á fundi í Fylking samtykt eitt uppskot um at “danne et selskab med det formål at opkøbe og sælge den fra hjemmefiskeriet fangede fisk til udlandet i fersk tilstand.” Tað varð sett ein nevnd at arbeiða víðari við hesum máli, og í henni var eisini pápi. Longu ein mánaða seinni legði nevndin fram eina fyribils frágreiðing við uppskoti um, at Fylking skuldi byggja frystihús til útróðrarfisk og agngoymslu. Fundurin álegði nevndina at arbeiða víðari við málinum, og hann samtykti eisini at biðja kommununa um grundøki. Sam­ tykt varð eisini at spyrja seg fyri hjá Skipafelagnum, um teir høvdu møguleikar at flyta frystan fisk av landinum. Alt hetta vísti, at hetta vóru menn við hugflogi, og kanska vóru teir eisini framman­ fyri sína tíð. Meira hendi ikki í fyrsta umfari, men hetta var byrjanin til Ísvirkið, sum var ein glæsilig ætlan um virki, skip og nógv arbeiðspláss. At tað so ikki kom at ganga eftir ætlan er ein onnur og longri søga, sum Jóannes Dalsgaard eisini greiðir frá. Stríðið fyri løngjaldsstovu Tað næsta, sum pápi var við í, var stríðið fyri at fáa løngjaldsstovu, sum var eitt tað fremsta stríðsmál hjá arbeiðarum í fleiri bygdum hesa tíðina. Støðan var jú tann, at arbeiðarar bert í ein avmarkaðan mun fingu lønina útgoldna. Teir keyptu hjá keypmanninum fyri løn­ ina og skrivaðu hana. Tá so lønin varð avroknað, varð vøruskuldin mótroknað. Tá varð sjáldan nakað at gjalda út. Arbeiðarar og fiskimenn blivu tískil bundnir at tí eina keypmanninum og høvdu ikki møguleika at fara aðrastaðni, har tað kanska var bíligari. Tí var tað eitt mál hjá arbeiðarafeløgum at fáa lønina útgoldna kontant, so teir sjálvir ráddu fyri, hvar teir handlaðu. Tað varð eisini sáttmáli gjørdur millum arbeiðsgevarar og fakfeløgini á Tvøroyri um kontant gjald av lønini, men hetta varð ikki yvirhildið nakað serliga væl av arbeiðsgevarum. So var spurningurin, hvat ið kundi gerast við tað. Loysnin tyktist at vera løngjaldsstova hjá fakfeløgunum, sum kravdi peningin inn frá arbeiðsgevar­ unum, og sum síðan rindaði lønina út til arbeiðaran. Fylking setti í 1933 Erik Larsen og pápa at arbeiða við hesum máli. Fyrst var tað spurningurin, um tað kundi vera brot á sáttmál­ an, um løngjaldsstova varð sett á stovn. Hetta skuldi kannast saman við løgfrøðingi. Tað var skjótt, at feløgini í fyrsta umfari komu til ta niðurstøðu, at hetta skuldi ikki verið nakar trupulleiki. Tískil samtykti Fylking, at løn­ gjaldsstova skuldi setast á stovn. Men hetta møtti sum væntað stóra mótstøðu frá arbeiðsgevar­ um, og teir hildu fast um, at henda ætlan var í stríð við sáttmálan. Teir í Fylking vildu hava allar løgfrøðisligar ivaspurningar greiddar, og tí fóru Gunnar Peter­ sen, mammubeiggi, og pápi til Havnar at spyrja dómaran, um nakað løgfrøðisligt ivamál var í hugskotinum um løngjaldsstovu og ætlaðu reglugerðina fyri hana. Dómarin kom til nakað somu niðurstøðu, sum advokaturin hjá arbeiðsgevarum, Edvard Mitens, var komin til frammanundan. Hon var at arbeiðsgevarin kundi ikki noyðast til at átekna eftirlitskort, sum var ein treyt fyri, at løngjalds­ stovan kundi virka. Síðan fóru teir báðir til Helge Simons advokat og fingu somu niðurstøðu frá honum. Tað, hann ráddi til, var at fáa avtalu um løngjaldsstovu í sjálvan sátt­ málan við arbeiðsgevararnar. Sáttmálin varð so sagdur upp við kravi um at fáa løngjaldsstovu í sáttmálan. Men hetta varð púra avvíst av arbeiðsgevarum í fyrsta umfari. Fylking mátti tí fyrireika seg uppá verkfall, men trupulleikin var, at teir áttu ongan pening. Í verkfalskassanum vóru bert 1.000 kr. Eini ráð var at fáa lán frá hinum arbeiðarafelagnum á Tvøroyri, Fiskepigernes Fagfor­ ening, sum átti væl av peningini, og hetta varð eisini játtað. Hóttu við kommunistum Fylking vendi sær eisini til De samvirkende Fagforbund, nú LO, í Danmark um kr. 5.000 í stuðli, um verkfallið fór at gerast drúgt. Svarið var noktandi, men við eini áheitan um at lima seg inn í danska felagið. Tá kundi støðan kanska vera øðrvísi. Bræv varð aftur sent til Danmarkar undirskrivað av Erik Larsen, Herluf O. Thomsen og pápa, har teir enn eina ferð biðja um stuðul. Teir kundu umhugsa limaskap í danska meginfelagn­ um, men tað bar so ikki til at gjalda sama limagjald sum í Danmark, tí umstøðurnar og inntøkurnar vóru so ymiskar. Men her var einki at gera. Stuðul fekst eingin úr Danmark. Fylking gavst ikki so. Nú vendu teir sær til sjálvan Stauning, forsætisráðharra og formann í danska javnaðarflokkinum. Hann hevði gott samband við donsku fakfelagsrørsluna. Stauning skuldi royna, men tað var ikki nógv at vænta. Petur Mohr Dam vendi sær so til sjálvan danska javnaðar­ flokkin og kom við eini duldari hóttan, at fekst eingin stuðul frá javnaðarmonnum, so fóru teir at venda sær til kommunistarnar, erkafíggindarnar hjá javnaðar­ flokkinum. Hetta gjørdi munin. Var tað nakað sum danskir javnaðarmenn ræddust, so var tað kommunistarnar, so Fylking fekk tær umbidnu kr. 5.000 í láni. Samráðingarnar um løngjalds­ stovu endaðu við verkfalli. Tað endaði við, at arbeiðsgevararnir mátti geva seg og løngjalds­ stovan kom. Hetta var ein stórur sigur fyri arbeiðararnar. Aftaná hetta plagdi pápi at verða argaður við, at hann hevði verið fullur, tí hann hevði drukkið champagnu við Stauning! Løngjaldsstovur komu nógva staðni. Tað skuldi setast ein løngjaldsstjóri, sum varð løntur av einum serligum avgjaldi av lønini. Sum frá leið blivu lønarútgjald­ ingarnar útgoldnar eftir føstum reglum av arbeiðsgevarum sjálvum, so tíðin fór frá løngjalds­ stovunum. Nú er bert ein eftir. Pápi var føddur í 1898, og hann doyði í 1936 bert 38 ára gamal. Hann varð valdur kassameistari í Fylking 1933­1937, men hann doyði longu í 1936. Tað má sigast at hava verið óført av honum, so brekaður, hann var, at standa í fremstu røð fyri arbeiðararnar í síni heimbygd. Tá ið Erik Larsen setti Stauning uppá pláss Tað kann her vera av áhuga at endurgeva eina stuttliga søgu um Erik Larsen, stríðs­ felagan hjá pápa, úr bókini Fylking. Erik Larsen var skómakari. Men samstundis man hann hava verið ein av teimum fáu, sum hevur kunnað sett sjálvan Stauning uppá pláss Børnini í Puntabyrgi Abbin í Puntabyrgi arbeiddi á bedingini. Eina ferð mundi hann farið í luftina ➘