mikudagur 4. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 211 • 4. november 2009
Erik lærdi til skómakara hjá
pápa sínum Lars Larsen. Sum
vanligt á skómakaraverkstøðum
kom nógv fólk inn á gólvið, og
nógv varð prátað. Her kom Erik at
fáa innlit í “elendigheitina í sam
felagnum”, og hetta fekk hann at
fara uppí verkamannarørsluna.
Tað var sum sagt nógv sam
band millum Fylking og danska
javnaðarflokkin við Thorvald
Stauning á odda. Sigast kann
eisini, at danski javnaðarflokkurin
stuðlaði eisini væl og virðiliga.
Hann hevði jú stjórnarvaldið í
Danamark, og tað sást eisini
aftur. Men onkuntíð stóð nógv á.
Í 1934 sendi Fylking Erik
Larsen, sum tá var formaður
í felagnum, til Danmarkar fyri
at yvirtala stjórnina at stuðla
kolavinnuni, sum hevði so stóran
týdning á Tvøroyri. Ynskið var
at fáa virksemið víðkað, so tað
kundi útvega enn fleiri tiltrongd
arbeiðspláss.
Erik hittir eisini á ferðini allar
“topparnar” í danska javnaðar
flokkinum. Hann hittir eisini
Stauning.
Men Stauning, sum var í
ringum skørum hendan dagin,
deildi Erik og brikslaði Fylking tað
stóra tap, sum danski staturin
hevði havt av Ívirkinum og Ísvirkis
bátunum, sum hevði kostað
danska statinum 400.000 kr.
Men Erik var nú ikki lættur
at syfta, so Stauning fekk av at
vita. Erik segði honum bart út, at
tvøroyrafólk so sanniliga eisini
høvdu borið sín part av tapinum,
tilsamans 40.000. Hetta var
eingin lítil upphædd samanborið
við tað tap, danski skattgjaldarin
hevði havt og so slættis ikki, tá
hugsað verður um búskaparligu
viðurskiftini í Føroyum sum heild
og serstakliga á Tvøroyri.
Stauning var sum kunnugt ikki
mjúkur at strúka, og til endans
gjørdust teir báðir so heitir, at
blaðmaðurin Poul Sabro, sum
skipaði fyri ferðini hjá Eriki, helt
tað vera neyðugt at leggja uppí.
Hann minti Stauning á, at
Erik Larsen stóð her ikki bert
sum partamaður Staunings
men eisini sum ein av fremstu
slóðbrótarum fyri arbeiðara og
javnaðarrrørsluna í Føroyum.
Eisini minti Sabro Stauning á,
at Erik var komin alla ta longu
leið at søkja stuðul til at bøta
um tey syndarligu korini hjá
arbeiðarafjøldini í Føroyum, og
at hann tí hevði annað uppiborið
enn at vera skeldaður út.
Tá sissaðist Stauning og gjørd
ist so smátt heilt fyrikomandi, og
tað sum eftir var av fundinum, fór
fram í bestu semju, og Stauning
lovaði at stuðla.
Óført at vaksa upp
í Puntabyrgi
Vit búðu inni hjá Jens abba at
byrja við, og har eri eg fødd.
Pápi hevði innrættað kjallaran
til okkum at búgva í saman við
einum verkstaði. So fingu vit eitt
kamar uppi á loftinum.
Men tá ið eg var fýra ár doyði
mamma, Andrea. Tá fluttu eg
og systir mín til ommu og abba í
Puntabyrgi, Margrethu og Petur
Lars Petersen.
Tey vóru verðins bestu menn
iskju. Omma var framúr, altíð gott
tilpas. Hon hevði 14 børn. So fekk
hon meg og Petreu systir mína
afturat. Hon var bert 1 ára gomul.
Tey áttu tvey børn sum doyði so
tíðliga, eitt og fimm ára gomul.
Hini komu so til. Men eitt teirra,
Emil, gjørdist bert 21 ár.
Emil var ein dagin á floti.
Óslætt var í sjónum og báturin
rullaði. Byrsan rósaði í bátinum
og gekk av. Emil varð so meint
raktur, at hann var deyður, táið
teir komu til lands. Annars plagdu
teir at syngja, tá ið teir komu til
lands, men hetta kvøldið var ikki
sungið.
Tað var ikki so langt millum
tey yngstu av teirra børnum og
okkum báðar. Tey áttu sjey gentur
og sjey dreingir. Mamma var
tann elsta gentan. Men tað vóru
tríggir beiggjar, sum vóru eldri.
Teir vóru Óli, Sigurd og Alfred og
so Emil, sum doyði. Tann yngsti
av systkjunm hjá mammu æt
Emil, uppkallaður eftir deyða
beiggjanum. Hann var bert 10
ár eldri enn eg. So tað var hjá
okkum sum at koma í ein stóran
systkinaflokk.
Vit høvdu tað virkuliga deiligt
í Puntabyrgi. Tað vóru víst ikki
nógvir pengar. Vit máttu eisini
arbeiða, tá brúk var fyri tí sum við
hoygging og annað. Men vit fingu
kortini altíð tíð til at spæla.
Vit skóru eisini torv. Eg minnist,
at eg saman við systkinabarni
num Petur Emil, beiggja Finn í
Puntabyrgi, plagdi at fara við
abba at skera torv. Vit royndu at
gera okkum so skitin sum gjørligt,
so vit kundu leypa í ánna aftaná.
Torvið varð lagað upp sum
í eini stórari sátu. Torvið stóð
niðanfyri húsini. Vit spældu nógv
í hoyggjhúsinum, og so svumu vit
nógv í sjónum.
At ganga til Vágs var
einki at tosa um
Tá farast skuldi til Vágs, til dømis
at spæla hondbólt, plagdu vit
at ganga. Eg havi gingið heilt
nógv. Eg var ofta sum ung genta
í vikuskiftum hjá eini mostir, sum
búði í Porkeri. Hetta var ein longri
teinur, men tað bakkaðu vit ikki
fyri.
Eg minnist einaferð, at eg
og Birgit Hestoy fóru til gongu
suður eftir oyggj, og tað gjørdist
greytasvart í mjørka. Vit vóru júst
komnar upp í Skarðið við Øravík.
Vit sóu ikki oman á Vatnarygg. So
sigur Birgit: “Vit finn aldri vegin.”
“Tvætl,” segði eg, “vit skuldu
bara ganga beint omaneftir, og
so koma vit til ánna, sum rennur
úr vøtnunum og oman til Hovs.”
Vit komu eisini í øllum góðum til
Porkeris.
Tá var eingin vegur. Vit gingu
eisini til Fámjins í grind, og eg
veit ikki hvussu ofta vit gingu
til Hvalbiar, eisini sum skótar.
Eisini vóru vit útferð við losjuni til
Hvalbiar.
Í dag verður nógv tosa um, at
ov lítið verður gjørt fyri tey ungu,
so tey keða seg. Vit fingu ikki
tíðina at strekkja til. Tað var so
nógv at fara til.
Tríggjar ferðir um vikuna
fóru vit til hondbólt. Vit vóru í
losjuna hvørja viku. So var tað
handilsskúlin. Hann kundi takast
eftir tveimum árum, tá ið man
hevði realprógv.
Abbi mundi farið
í luftina
Abbi arbeiddi á bedingini. Hann
var í maskinrúminum og tók
skipini upp og fekk tey aftur á
sjógv.
Einaferð var tað ein av hesum
stóru hvalabátunum, sum skuldi
lorast oman. Tá sprongdist alt
í luftina. Abbin var staddur inni
í maskinrúminum, táið óhappið
hendi. Eitt stórt tannhjól lá beint
við hann, tá ið avtornaði. Stykkini
lógu uttanfyri Puntabyrgi og niðan
í Heiðabøin. Abbi slapp væl bert
við at bróta beinið. Tey trúu, at
hann var farin í smildur.
Abbi var einaferð spurdur:
“Hvat ger tú við allar teir pengar,
tú fortjenar.” “Ja, eg seti teir í
tólv bankar.” Her hugsaði hann
um børnini. Tað var ikki so býtt
sagt. Tá hevði hann framvegis
12, tí okur báðar vóru við. Tá var
tað ikki so nógv, sum tey annars
fingu.
Petrea systir giftist til Danmark
ar. Hon fekk trý børn. Men fyrst
vildi hon síggja heimin, og hon
fór til Íslands. Tá var ikki so lætt
at ferðast, so hon fór við sluppini
Fagranes. Í Íslandi arbeiddi hon
eina tíð á eini matstovu. Hon
kom heim aftur og fór so til
Danmarkar, har hon bleiv verandi.
Omman Margretha mjólkar kúnni
Her nappa tey ull. Gerda situr undir skinninum
Gerda saman við mammu sínu Andreu
Komandi partur
Í komandi parti fer Gerda at arbeiða hjá AT, Arbejdernes
Trawlerdrift, sum gjørdist ein tann størsta fyritøkan í landinum.