Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 211 - 4. november 2009 Nógvir føroyingar spæla poker á neti­ num, og summir duga heilt væl og vin na upp í fleiri hundrað­ túsund krónur. Ógvus lig skatting forð ar teimum at taka peningin heim, og tí velja teir at hava pen ing in standandi uttan lands, har teir so kunnu liva sum greiv ar Spæl Rógvi Nybo rogvi@sosialuirn.fo Seinnu árini hevur poker- dill an herjað allan heimin. Christian sen Capital Ad visors mettu í 2005, at inn tøk ur nar frá online pok- er vuksu frá 82,7 milliónum dollar um í 2001 til 2,4 milliar dir dollarar í 2005, og helst er tað vaksið nógv síðan tá eisini. Henda dilla hevur eisini rakt føroyingar, og eru tað før oyingar í hópatali, ið spæla poker á internetinum á kendum pokersíðum sum Full Tilt Poker, PokerStars og so framvegis, har fleiri millión ir av spælarum lut taka, ofta upp til 30 – 50.000 spælarar í somu kapp ing í senn. Hjá fleiri av teimum før oysku spælar- unum gongur tað eisini væl, og tað eru ikki bert smáir vinningar, ið eru at fáa, tá tú spælir um vegis inter- netið. Í summum av teimum stóru kappingunum verða vinn ing ar upp til heilar 12 millión ir dollarar, ella 60 millión ir krónur, verða út gold nir. Milliónir útistandandi Sosialurin veit um einstakar føroyskar spælarar, sum hava vunnið vinningar í hundrað tús undaflokkinum, og um bólkar av spælarum, sum saman hava vunnið oman fyri milliónina. Men peningurin verður ikki tikin heim og nýttur í Føroyum. Ístaðin er vanligt at hesir »poker-millionerarnir« hava peningin standandi á kont um í fíggjarstovnum uttan lands, og so heldur fara út at ferðast og so liva í sús og dús av vinninginum, eins og aðrir millionerar við flottum hotellum, dýr- um drykkjuvørum og merkis klæð um meðan teir eru uttanlands. Komnir heimaftur fara teir aftur til at gera einki, móttaka arbeiðs loysis- stuðul, ganga í skúla og liva av studningi, koyra trukk á kei ini, standa sum sølu- mað ur ella stjóri, ella hvat teirra dagligi gerningur annars er. Skattast sum inntøka Orsøkin til, at føroyskir stór spælarar velja at lata pen in gin standa uttanlands, held ur enn at fyta peningin heim til Føroya og nýta hann her, er føroyska lóg- gáv an. Løgtingslóg nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinn ingi við burturluting v.m. sigur, at: “§ 1. Vinningur av burtur- luting, eydnuspæli, happa- drátti, vedding, premiu láns- brævi, premiukonto, giti- kapp ing o. tl. har loyvi krevst frá føroyskum myndug leika ella sum hald ast vera almennar, hóast loyvi ikki krevst, er undan tik in inntøkuskatt til land og kommunu. Stk. 2. Vinningur frá bók- mentaligari, listaligari, vís- inda ligari og tekniskari kapp ing og virðisløn fyri tílíkt arbeiði er undantikin inn tøkuskatt til land og kommunu. Stk. 3. Í staðin fyri inn- tøku skatt skal latast gjald, sum er 15% av tí parti av vinn inginum, sum er oman- fyri 3.000,00 kr. Gjaldið fell ur til landskassan. “ Pokerspæl kemur ikki und ir nakra av hesum treytu num, og er tískil ikki undandtikið inntøkuskatt til land og kommunum. Hjá TAKS upplýsa tey, at tað verður takserað júst sum ein vanlig arbeiðs inn- tøka, har tú betalir lands- skatt, kommunu skatt, kirk- ju skatt, arbeiðs mar k nað ar- gjøld og líknandi. Tískil er tann parturin, sum fellur til landið, nærri helvtini av upphæddini, um talan er um ein stóran vinn- ing í poker, í mun til um tú vann eina millión í Lotto. Skulu sjálvir gera upp Hjá TAKS upplýsa tey eisini, at tað er ein uppgáva, sum áliggur hvørjum ein- støk um, sum spælir poker og hevur vinning, at lata sjálv u ppgávu inn. Skattur verður tikin av netto vinninginum gjøgnum eitt ár, og áliggur tað tí hvørj um einstøkum at fylgja væl við, hvat hann hev ur av útreiðslum og hvat hann hevur av inntøkum til at spæla poker fyri. Men tað kann altíð verða freistandi at lata vera. Ofta eru vinningarnir ikki teir heilt stóru gjøgnum eitt ár, og kann tað tykjast sum eitt tógvið stríð at skula fylla øll møgulig skjøl út, fyri síð an at fáa eina skatta- rokning afturfyri, ella fáa at vita, at einki er vunnið og tí skal einki gjaldast. Lóggávan má broytast Ein pokerspælari, sum Sosial urin hevur tosað við, greið ir frá, at hann hevur vunn ið heilt fitt av peningi í poker á internetinum. Hann er regluligur spælari, og kann metast sum ein av teimum dugnaligu. Ein av teim um, sum ikki hava undir skot av spælinum, tvørtur ímóti. Uttanlands standa nakrar hundrað túsund krónur og bíða eftir honum. Hann hev ur vunnið tær, púra lóg- liga, gjøgnum pokerspæl. Men hann vil ikki taka pen- ing in heim og nýta hann her. Ein stórur biti av køku- ni verður etin av lands- kassa num, um hann velur at taka peningin henda- vegin, og tí letur hann vera. Hann greiðir tó frá, at hevði vinningur í pokerspæli verið at rokna sum vinn ing ur í eydnuspæli v.m., og einans 15 prosent skuldu gjald ast til landið, hevði hann valt at flutt peningin til Føroyar og nýtt hann her. Ístaðin fær føroyska sam- felagið einki burturúr, og allur peningurin verður ver- andi uttanlands. Úr øllum sam­ felagsbólkum Stórspælararnir í poker eru tó ikki ein lítil bólkur av bumsa fongdum teldu- nørdum, ið sita frammanfyri teld uni dag og nátt og spæla. Teir eru heldur ikki skumm lar verur, sum í myrk um klæðum ganga í skýma skotum og goyma seg sum aðrir skattasvíkar. Pokerspælararnir eru í øll um aldrum og úr øllum sam felagsbólkum. Skúla- næmingurin, lossarin, handils maðurin, sjó maður- in, hárfríðkanarin, journal- ist ur in, stjórin og politikarin, kvin na sum maður, eru øll typ ur, sum passa inn sum poker spælarar, og allir liðir í samfelagshierarkinum eru umboðaðir. Kann vera nógv tilsamans Poker spælarin, sum vit hava tosað við, er langt frá tann einasti í føroyum, sum hev ur nógvan pening í útlendskum bankum. Dømi eru eisini um per- són ar, ið hava sligið seg sam an í bólkar, sum hava vunn ið stórar upphæddir oman fyri milliónina, sum við vilja lata peningin stan- da uttanlands, og so síðan velja at fara nakrar vikur í feriu, og har brúka allan pen ingin upp. Talan er ivaleyst um nógv fleiri, sum hava stóran vinn- ing av pokerspæli, og sum ikki vilja taka peningin heim, og er ikki óhugsandi at talan er um tíggjutals milliónir, sum heldur enn at verða settar í umferð í før- oyska samfelagnum, einans koma teimum londum til góð ar, har peningurin verð- ur nýttur. Goyma milliónir uttanlands Kannar gamlan ís Evropeiska Granskingarráðið hevur játtað Dorthe Dahl- Jensen, professara og ísgranskara 20 milliónir krónur til at kanna ískjarnur úr grønlendska innlandsísinum. Tað skrivar Børsen. Ískjarnurnar verða tiknar upp við einum serligum bori, sum verður boraður langt niðúr í innlandsísin. Við at kanna kjarnurnar kunnu granskarar fáa innlit í, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka ísin. Harafturat kunnu kjarnurnar innihalda DNA, sum kunnu hava týðandi upplýsingar um tað, sum var, áðrenn ísurin kom. Ísland vøkstur í 2011 Framrokningar, sum Altjóða Gjaldoyragrunnurin hevur gjørt, vísa, at íslendska bruttotjóðarframleiðslan fer at minka 8,5 prosent í ár og 2,5 prosent næsta ár. Tað vil siga, at metingin fyri næsta ár er heldur daprari enn tann, sum OECD og íslendska fíggjarmálaráðið komu til fyri stuttum, skrivar Vísir. Altjóða Gjaldoyragrunnurin hevur eisini hugt longri fram. Grunnurin metir, at íslendska bruttotjóðarframleiðslan fer at veksa 0,9 prosent í 2011, 2,0 prosent í 2012 og 3,0 prosent í 2013. Samstundis væntar grunnurin, at inflasjónin verður 11,7 prosent í ár Pokerspæl hevur av álvara tikið seg upp í Føroyum, og helst sita fleiri rættiliga dugnaligir spælarar kring landið. Vinningin fáa teir tó ikki nógv av, tí út móti helvtini kann fara beint í lands. og kommunukassan. Ístaðin verður peningurin standandi uttanlands Tilvildarlig mynd