mikudagur 4. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 211 - 4. november 2009
- Tá tað herfyri varð
róð upp undir, at
okkara heimildir
ikki eru í lagi, so er
hetta sjálvandi ikki
so. Lógargreiningin á
økinum burdi verið
greiðari. Vit taka
burtur av køkuni hjá
advokatunum, og tað
er helst tað, ið pínir,
sigur Jákup Beck
Jensen, stjóri í Intrum
Føroyar
INNHEINTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroyingar eru eins og
onnur í Europa vorðnir
verri gjaldarar. Tað staðfesta
kanningar.
Ein orsøk til hetta er
heimsfevnandi
fíggjar
kreppan, men innheinting
arfyritøkan Intrum Føroyar
hevur eisini annað boð uppá
eina orsøk.
Okkara ábending er, at
ein stórur partur av teimum,
sum ikki gjalda til tíðina,
velja hetta tilvitað, sigur
Jákup Beck Jensen, stjóri í
Intrum Føroyum.
So hvørt sum gjaldsviljin
sum heild versnar, økist
tørvurin á skipaðari inn
heinting púra náttúrliga.
Og tá er ein innheint
ingarfyritøka ein náturligur
partur, sigur hann.
Innheintingarfyritøkur er
nýtt fyribrigdi í Føroyum,
og enn finst bert hin eina.
Tað eru bert trý ár síðani
at vit byrjaðu virksemið her
í Føroyum. Framman undan
høvdu kravánarar ongan
annan møguleika enn at
royna sum frægast at fáa
peningin inn. Hetta er ofta
ein long, tung og tíðarkrevj
andi process, sum kann
enda við, at fyritøkur og
stovnar noyðast at fara til
advokat eftir hjálp. Flestu
fyritøkur velja at bíða í upp
til seks mánaðir við at fara
til advokat. Tí høvdu skuld
arar frítt spæl í alt ov langa
tíð, og ofta kom kravánarin
í
gjaldsføristrupullleikar,
sigur Jákup Bech Jensen.
Ein innheintingarfyritøka
styttir um innheintingar
tilgongdina og fer skjótari
inn í málini.
Meirvirðið, sum vit
skapa kravánarum, er stytt
bíðitíð og betri likviditet.
Vit hjálpa eisini skuldarum
burturúr mangan vónleysum
støðum við at gera gjaldsav
talur, so peningurin verður
afturgoldin yvir eitt tíðar
skeið, sigur Jákup Beck
Jensen.
Kappast við
advokatar
Okkara arbeiði hevur sum
so einki við virksemið hjá
advokatum ella rættsliga
innheintan at gerða. Vit eru
ein ”longdur armur” av
bókhaldinum hjá kravánar
anum, sigur Intrumstjórin.
Hann upplýsir, at Intrum
Føroyar
hevur
400500
fyritøkur og stovnar, smáar
og stórar, sum kundar.
Okkara virksemi er ein
success, og tí eru tað nú
prosentvís
nógv
fleiri
fakturar, ið verða goldnir
og tí ikki skulu víðari til
advokat. Tí skilji eg væl,
um onkur advokatur fatar
okkum sum konkurrent og
heldur, at vit taka breyðið
úr munninum hjá sær, sigur
Jákup Bech Jensen.
Hann leggur tó stóran
dent á, at týðiligur munur
er á at venda sær til Intrum
og at venda sær til ein
advokat við innheinting
fyri eyga.
Vit vilja bøta um pen
ingastreymin hjá okkara
kundum, uttan at skaða
handilsliga
sambandið
millum seljara og keypara.
Tað er neyvan úrslitið, um
málið endar hjá advokati,
sigur
Intrumstjórin,
ið
eisini peikar á prísmunin.
Við okkara telduskipan
um og føstu mannagongdum
kunnu vit bjóða eina skjóta
og smidliga tænastu til ein
lágan kostnað, sigur hann.
Heimildin í lagi
Í farnu viku varð ivi sáddur
um heimildirnar hjá Intrum
Føroyar at innheinta og taka
kostnað frá skuldara, men
hesum iva vísir stjórin
aftur.
Okkara ráðgevarar meta
heilt greitt, at vit hava heim
ild til at innheinta og at
áleggja skuldarum innheint
ingarkostnað. Um vit ikki
høvdu verið vís í lógarheim
ildini, vóru vit sjálvandi ikki
farin til verka í Føroyum,
sigur Jákup Beck Jensen.
Hann vísir til tað faktuella
grundarlagið.
Í Føroyum er galdandi
lóg nr. 92 frá 23 februar
1988 ”om ydelse af juridisk
bistand samt om inkassoog
detektivvirksomhed m.v.”
Eftir §1 stk. 1, nr. 2 fevnir
lógin um ein og hvønn,
hvørs vinnuliga virksemi er
at heinta inn peningakrøv
(inkassobureauer). Ikki ber
til at fáa løggilding (autorisa
tión) til tað virksemi, sum
lógin fevnir um, og tí er løg
gilding heldur ikki neyðug.
Mær kunnugt er í Dan
mark galdandi lóg um
inkassovieksemi, ið krevur,
at onnur enn advokatar og
peningastovnar skulu hava
løggilding, fyri lógliga at
kunna reka slíkt virksemi.
Harvið er lóggáva og rættar
venja ymisk í Føroyum og
Danmark, sigur Jákup Bech
Jensen.
Stjórin í Intrum Føroyum
er sannførdur um, at tað
hevði verði ein fyrimunur
um reglurnar vórðu eitt
sindur greiðari á innheint
ingarvirksemi.
So høvdu vit sloppið
undan at ivi verður sáddur
um okkara virksemi og
heimildirnar, vit arbeiða út
frá,
sigur
Jákup
Bech
Jensen.
Hetta var eisini orsøkin
til, at eg kontaktaði brúk
araumboðsmannin, tá hann
varð settur í starv. Vit høvdu
fund í summar, har eg
greiddi umboðsmanninum
frá okkara virksemi og
marknaðarføring. Vit samd
ust um at arbeiða víðari við
hesum,
sigur
Intrum
stjórin.
Gott við greiðum reglum
Okkara heimildir eru í lagi, sigur stjórin í
Intrum Føroyar, Jákup Beck Jensen
ST ávarar Karzai
Serligi STsendimaðurin í Afghanistan, norðmaðurin Kai
Eide, ávarar nú Hamid Karzai, forseta ímóti at halda fram
við somu embætisførslu sum hugartil. Í samrøðu við sjón
varpið PBS sigur Kai Eide, at Afghanistan er komið á eitt
vegamót, og at tann nýggja stjórnin í Afghanistan má leggja
á annan bógv enn tann núverandi. Ger hon ikki tað, kemur
hon undir stórt trýst uttaneftir, sigur STsendimaðurin. Hann
legði afturat, at altjóða samfelagið kann velja at arbeiða
uttan um afghanska forsetan, um hann ikki fer undir at
fremja neyðugar nýskipanir.
Krossurin skal út
Ein úrskurður hjá Evropeiska Mannarættindadómstólinum í
Strasbourg hevur fingið øði í nógvar italiemenn. Dómstól
urin sigur, at kristnir krossar eiga ikki at hanga inni í italsk
um skúlastovum, tí teir kunnu órógva skúlagongdina hjá
næmingum, sum hava annan átrúnað enn tann kristna. Fleiri
italskir ráðharrar siga sambært Reuters, at úrskurðurin er
skammiligur og niðrandi, og at stjórnin fer at kæra avgerð
ina. Í Italia verður tann kristni krossurin mettur sum ein part
ur av tí tjóðskaparliga arvinum og landsins mentan, og tí
hevur málið elvt til øsing, skrivar Reuters.