mikudagur 4. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 211 - 4. november 2009
Skutu fiskimenn
Í Somalia vilja tey vera við, at tveir sakleysir fiskimenn
doyðu, tá norskir hermenn skutu eftir báti teirra úti fyri
somalisku strondini seinasta vikuskifti. Ein talsmaður fyri
fólkið í bygdini Caluula sigur við tíðindastovuna AP, at
menninir, sum norsku hermenninir skutu, vóru fiskimenn
og ikki sjórænarar. Hann leggur afturat, at annar maðurin
var úr bygdini, men at hin var komin úr Jemen. AP skrivar,
at upplýsingarnar hjá byugdarfólkinum samsvara við tað,
sum somaliskir myndugleikar hava sagt. Norska verjan
sigur, at norðmenninir skutu, tí tað bleiv skotið eftir
teimum, men tað avsanna somalisku keldurnar.
Bloomberg afturvaldur
Michael Bloomberg varð í gjár afturvaldur til borgarstjóra í
New York. Men sigurin gjørdist munandi meiri tepur, enn
tey flestu høvdu væntað. Tá uppteljingin var liðug, hevði
Bloomberg fingið 50 prosent av atkvøðunum. Demo
kratiski avbjóðarin, Bill Thompson, fekk 46 prosent. Fjøl
miðlarnir halda, at ríkmaðurin Bloomberg brúkti einar 100
milliónir dollarar ella umleið 500 milliónir krónur fyri at
endurvinna borgarstjórasessin. Michael Bloomber, sum er
67 ára gamal, fær rós fyri at hava gjørt New York til ein
tryggari bý at búgva í, tí harðskapurin er nógv minkaður
tey seinastu árini.
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður Sjálvs
stýrisfloksins, hevur
í dag sett Jóhan Dahl,
landsstýrismanni,
munnligan fyrispurn
ing um viðurskiftini
hjá sjófólki í Arbeiðs
loysisskipanini
ALS
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Løgtingsmaðurin spyr, um
landsstýrismaðurin kennir
nakað til trupulleikan, at
sjófólk, sum missa inntøku
í longri tíð, framvegis hava
trupulleikar við at fáa
pening útgoldnan úr ALS.
Kári P. Højgaard spyr, um
sjófólk hava fingið neyva
kunning um, hvørji rættindi
tey hava til útgjald úr ALS
eftir broyttu reglunum.
Hann spyr eisini, um
karantenan á 30 dagar er
galdandi hvørja ferð, sjálvt
um skip hevur afturvendandi
maskintrupulleikar
sum
gera, at manningin onga
inntøku hevur helmingin av
tíðini.
At enda spyr Kári P. Høj
gaard, um politiska skipanin
hevur viðgjørt hugskotið,
um sjófólk kanska skuldu
havt sína egnu skipan.
Grundreglan
Løgtingsmaðurin vísir í sín
um viðmerkingum á, at tað
hevur verið eitt drúgt stríð
at vinna fiskimonnum rætt
indi og møguleikan fyri at
fáa útgjald úr Arbeiðsloysis
skipanini fyri mista inntøku,
tá skipið, teir eru knýttir at,
hevur verið til umvælingar.
Grundreglan má vera, at
tey, sum tryggja seg við at
gjalda inn í eina skipan,
mugu javnbjóðis við onnur
eiga rættindi til útgjald, tá
inntøkan svíkur, sigur Kári
P. Højgaard, løgtingsmaður
í viðmerkingum sínum til
fyrispurningin.
Jóhan Dahl fer at svara
fyrispurninginum hjá løg
tingsmanni Sjálvstýrisfloks
ins í dag.
Kári spyr
Jóhan um
fiskimenn
og ALS
- Grundreglan má vera, at
tey, sum tryggja seg við at
gjalda inn í eina skipan,
mugu javnbjóðis við onnur
eiga rættindi til útgjald, tá
inntøkan svíkur, heldur Kári
P. Højgaard
Mynd: Karstin Vang
FiSkivinnA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hesa vikuna hava fáar
landingar verið á landing
armiðstøðini hjá Beta í
Saltangará.
Mánadagin vóru partrol
ararnir Jaspis og Ametyst
inni við umleið 240.000
pundum av upsa, og gongst
sum ætlað, koma partrolar
arnir Rókur og Lerkur inn
at landa í morgin ella
fríggjadagin.
Túrarnir hjá partrolarun
um eru heldur longri enn
vanligt í løtuni, og tað
merkir, at upsaveiðan ikki
roynist nakað serligt.
Á landingarmiðstøðini
hjá Beta siga tey, at Rókur
og Lerkur vóru reiðiliga
hálvfullir fyrr í hesi vik
uni, og tí er væntandi, at
hetta kortini verður ein
hampiligur túrur hjá skip
unum, tá tey koma inn at
landa í morgin ella
fríggjadagin.
Rókur og Lerkur
verða teir næstu
Væntandi landa partrolararnir Rókur og Lerkur í
Saltangará í morgin ella fríggjadagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Línuskipið Havbúgv
in landaði í Sørvági
mánadagin, og í dag
landa garnaskipini
Drelnes og Nim
FiSkivinnA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Havbúgvin, sum landaði í
Sørvági mánadagin, hevur
gjørt ein góðan túr undir Før
oyum. Teir hava roynt vest
anfyri og hava havt góðan
fiskiskap. Veiðan var umleið
100.000 pund, harav eini
70.000 pund var toskur.
Havbúgvin, sum er fyrr
verandi Núpur, byrjaði túrin
fyri lítlari viku síðan.
Í dag landa tvey garnaskip
í Sørvági. Tað eru Drelnes
og Nim, sum báðir eru
heimahoyrandi á Tvøroyri.
Á landingarmiðstøðini í
Sørvági vænta tey, at Drel
nes hevur eini 20.000 pund
og Nim eini 10.000 pund.
Bæði skipini eru á hav
taskuveiði við gørnum.
Garnaskip við havtasku
Nim (mynd) hevur eini 10.000 pund og Drelnes 20.000 pund
Mynd: Vilmund Jacobsen