Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 211 - 4. november 2009 tíðindi Kári við Stein er væl umtóktur av føroyskum fiskimonnum í Grønlandi, eisini takkað verið hansara áhugaverdu tíðindi í Sosialinum. Teir syrgja fyri, at Kári ikki manglar føroyskan mat. Her eru hansara seinastu tíðindi 19. oktober Steffen C er í Nuuk og landar. Har er alt fult hjá teimum. Polar Amaroq er í Aasiat og landar í dag eisini. 22. oktober Akamalik kom inn at landa og skifta fólk í dag. Teir høvdu verið úti í eina viku. Teir loystu kl. 18 í kvøld. Ein óførur dagur hjá mær. Har vóru menn, sum høvdu 10 nát­ ungar við til mín, og fóru teir í laka. Eg fekk eisini ein posa av turrum fiski úr Barentshavinum og tvey stykkir av spiki. Tað er gott at havi vinir, tað kann eg siga. Og ikki at forgloyma teir á Markus. Frá teimum kom ein ógvuliga penur veðrahálsur, sum hevði gingið í eini skor í Fugloy og so fýra nátar. Eg eri forsýn­ aður til næstu nátatíð. Stóra tøkk til tykkum, sum sleipa til mín. 23. oktober Í dag kom skeljabáturin Sonja Kiil II inn at landa.Teir høvdu 20 tons av jákupskel. Hetta vóru stórar skeljar. Tað ganga 32­40 til kilo við rognum. Teir hava verið úti í 30 dagar. 13 fólk eru við nú. Tað plagar at vera um 20 fólk. Prísurin, sum er lágur enn fyri skeljar, liggur um 64 kr fyri kilo. Pilkarnir fáa 16 kr fyri at pilka (hola) 1 kilo av skeljum. Lómur kom inn til Illulisat við 125 tonsum í morgun, og Polar Natarnaq var inni í Aasiat og landaði næstan fulla last. 26. oktober Sisimiut kom inn at landa tað síðsta av kvotuni á tí norðara feltinum, gott 250 tons. Teir skiftu fólk samstundis. Teir loystu um kl 19, og so legði Natarnaq at við fullari last. Kanadiarin Oujukuaq, sum roynir við gørnum eftir svart­ kalva, kom inn at landa í morgun. Teir hava 110 tons inni. Teir greiddu frá, at svartkalvin var minni í ár í stødd, og teir royndu heilt niðri á 1000 m sjógvi. Teir skulla gevast nú. Teir hava 250 gørn standandi. Tey skulla drag­ ast, áðrenn farið verður til hús. 27. oktober Polar Princessan var inni í Aasiat og legði gott 100 tons upp av svartkalva. Nú skuldu teir fara at royna eftir teirri sunnaru kvotuni. 28. oktober Qaqqatsiaq er inni í Manitsoq og landar. Har er so at siga alt fult hjá teimun. So hendi tað undrið, at Polar Princessan sendi Mob­ bátin inn eftir onkrum deili. Teir høvdu við eina forskotna jóla­ gávu til mín. Ein heilan posa av røstum fiski fekk eg frá teimum. Túsund takk fyri tit har umborð. Veturin er enn einaferð bjargaður. 29. oktober Polar Qaasiut kom inn í morgun at landa. Teir hava gott 340 tons inni. Lómur kom til Illulisat við 130 tonsum í morgun. Tað sama gjørdi Polar Natoralik. Teir komu til Nuuk at landa knapt 500 tons. Grønlandstíðindi: Nógv jákupsskel at fáa Her við bygdina Sarfanguaq 40 fjórðingar frá Sisimiut var Kári um daganar á útróðri Grønlandstíðindi Kári við Stein Nú eitt ár er farið, síðan sparingar vórðu framdar á økinum, sum fevnir um dagtilhald, heldur løgtingsmaður Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, at áhugavert hevði verið at vitað, um døpru forsagnirnar hildu DagtilhalD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á tingfundi í dag fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmað­ ur Sambandsfloksins at spyrja Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, um avleiðingarnar av, at játtanin til dagtilhaldini er skerd. Løgtingsmaðurin fer at spyrja landsstýriskvinnuna, hvussu nógv dagtilhald fyri pensjónistar eru latin aftur í 2009, og hvussu nógvir pen­ sjónistar í ár hava mist møguleikan at vitja dagtil­ haldini? Helgi Abrahamsen vísir í sínum viðmerkingum á, at tá løgtingsfíggjarlógin fyri 2009 var til viðgerðar fyri einum ári síðan, varð nógv gjørt burtur úr, at játtanin til dagtilhaldini varð skerd. Hann sigur, at fleiri almennir fundir vóru, har ljós varð varpað á týdningin av at hava dagtilhald kring landið, og eisini í fjølmiðl­ unum varð fokus sett á ætl­ aðu sparingina, sum varð skírd at vera eitt ógvusligt inntriv í trivnaðin og ger­ andisdagin hjá teimum eldru. Nú eitt ár er farið, heldur løgtingsmaður Sambands­ floksins, at áhugavert hevði verið at vitað, um hesar døpru forsagnir hildu, og tí fer hann í dag at seta lands­ stýriskvinnuni henda fyri­ spurning um dagtilhaldini. Helgi Abrahamsen spyr um afturlatin dagtilhald Í morgin kunnu fólk í Noregi, sum kenna seg sjúk, fara á apotekið og keypa tamiflu og relenza - uttan resept. - Hetta er eitt týdningarmikið átak, sigur norskur ráðharri heilivágur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kendi heilivágurin móti svínakrími ­ tamiflu – verð­ ur frá í morgin seldur á norskum apotekum uttan resept. Tað verður heilivág­ urin relenza eisini. Sagt verður, at hesi sløg av heili­ vági virka fyribyrgjandi móti krími. Tað er norska Helse­og Omsorgsdepartmentet, sum í dag boðaði frá hes­ um í tíðindaskrivi. Frá í morgin at rokna verða hesi sløg av heilivági móti svínakrími soleiðis latin uttan resept ­ men ikki heilt uttan treytir. ­ Hetta er eitt týdningar­ mikið átak, sum kemur at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á hesum heilivági, og sum tískil eisini kemur at gera tað lættari at fyri­ byrgja svínakrími, sigur norski heilsu­og umsorgan­ arráðharrin, Anne­Grethe Strøm­Erichsen. Skipanin er galdandi fyri sjúklingar sum hava krím­ sjúku, fólk, sum ansa øðr­ um, ið hava krímsjúku og fyri fólk í vandabólkinum sum eru útsett fyri smittu. Heilivágurin kann heint­ ast av sjúklingi ella av øðr­ um, sum heinta hann fyri sjúklingin. Tá heilivágurin verður heintaður, skal lat­ ast inn eitt útfylt oyðiblað til apotekið. Hesi oyðibløð kunnu heintast á heima­ síðuni www.pandemi.no. Viðgerð við tamiflu og relenza kann stytta um sjúkutíðina og kann eisini minka um vandan fyri øðrum trupulleikum undir sjúkraleguni. Heilivágur móti svína­ krími uttan resept Tamiflu kann frá í morgin keypast á norskum apotekum - uttan resept Helgi Abrahamsen