Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. november 2009 Endaliga loysnin á aðal­ skrivara málinum gjørd ist, at Ísak Mikladal fer frá sum aðalskrivari, men skal virka sum uttan hýsis ráðgevi hjá Fót bólts sam­ bandinum í eitt ár. Til nýggj ur aðalskrivari er funn in, er Virgar Hvidbro sett ur at røkja starvið Stutt eftir midnátt staðfesti Fót­ bólts sambandið í tíðindaskrivi, at frá far ing ar tingingarnar við Ísak Mikla dal, aðalskrivara, vóru endaðar við, at hann fer úr starvinum. Harvið megn aði starvsnevndin eisini at halda freistina, formenninir í føroy­ sku feløgunum høvdu givið henni, at alt skuldi vera komið upp á pláss í seinasta lagi í gjárkvøldið. Talan er um eina stigvísa fráfaring, tí í eitt ár skal Ísak Mikladal virka sum uttanhýsis ráðgevi hjá Fót­ bólts sambandinum, so fyrst og fremst umsitingin hesa tíðina kann trekk ja upp á hansara vitan frá longu starvstíðini, ið røkkur heilt aft ur til 1. apríl 1992. At hann er uttan hýsis ráðgevi, merkir heilt ein falt, at hann ikki longur hevur eitt arbeiðspláss í sjálvum FSF­húsi num. Umframt at vera ráðgevi, skal nú fyrr verandi aðalskrivarin eisini taka sær av øðrum uppgávum fyri Fót­ bólts sambandið. Hvørjar uppgávur, talan er um, verður ikki sagt nakað bein leiðis um, men sum skilst, liggur í hesi orðing, at Ísak Mikladal skal vera til taks eftir tørvi og førimuni. Mill um annað skal hann seta kom­ andi aðalskrivaran inn í starvið. At tað gongur eitt heilt ár, áðrenn øll bond millum Ísak Mikladal og Fót bólts sambandið endaliga eru kvett, er meira ella minni í tráð við eitt breitt ynski um, at talan skuldi verða um eina virðiliga fráfaring, ið sum minst av rumbli stóðst av, tí tí hev ur Fótbóltssambandið havt ov mik ið av síðstu tíðina. Fingið fult innlit Tað hevur verið greitt síðani for­ mans fundin leygardagin, at aðal­ skrivarin fór at leggja frá sær, tí í tele fon samrøðu við KÍ­formannin váttaði hann undir fundinum, at hann var sinnaður at fara frá. Og longu fríggjakvøldið hevði hann giv ið til kennar, at hetta fyri hansara part kundi gerast útgangurin av máli num. Í gjárkvøldið var hetta so enda liga staðfest. Mánadagin vóru frá far ing ar ting­ ing arnar avgreiddar, tá Ísak Mikladal við sínum sakførara var á fundi við trý umboð fyri starvsnevndina hjá Fót bóltssambandinum, sum hann sjálv ur hevði peikað út. Talan var um Rúna Heinesen, Niclas Davidsen og Magnus á Stongum, sum vóru trígg­ ir av teimum fimm í sokallaða meiri­ lutanum í starvsnevndini. Um framt teir var sakførarin hjá Fót bólts­ sambandinum við á fundinum. Meðan tingingarnar um frá far ing­ ina fóru fram, var FSF­forsetin, Høgni í Stórustovu, sjálvur farin á høvuðs­ skrivstovuna hjá UEFA í Nyon í Schweiz at fáa fult innlit í nógv um rødda atgongumerkjamálið, sum gjørdist málið, ið noyddi aðal­ skriv aran at leggja frá sær. Hetta inn lit hevði ikki borið til at fingið framman undan, tí hvørki aðal­ skrivarin ella meirilutin í starv s­ nevnd ini vildu geva forsetanum fult inn lit í málið. Høgni í Stórustovu fortaldi Kring­ varpinum í gjár, at hann hevði fingið øll skjøl í málinum og nú hevði eina púra greiða mynd av, hvat málið snúði seg um og hvat var farið fram. Hann vildi tó einki siga um, hvønn hann hevði fundast við, hvat hann hevði fingið at vitað ella hvat hann hevði fingið innlit í. Virgar røkir starvið Forsetin í Fótbóltssambandinum kom heimaftur í gjárkvøldið, og tá fór hann beinanvegin á fund við starvs nevndina, sum staðfesti ta frá­ faringaravtalu, ið varð gjørd við Ísak Mikladal mánadagin, og eftir fundin var so sent út tíðindaskrivið um enda ligu loysnina, sum bæði Ísak Mikla dal og Høgni í Stórustovu leggja navn til. Tíðindaskrivið endar við obliga­ tor isku orðingini um, at FSF takkar Ísaki Mikladal fyri drúgvu tíðina, hann hevur arbeitt sum aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, føroyskum fótbólti at frama, og harvið er helst seinasta orðið sagt í málinum, sum nú verður lagt til viks, so Fót bólts­ sambandið kann koma víðari. Í gjárkvøldið var avtala gjørd við Virgar Hvidbro um, at hann verður virk andi aðalskrivari, til nýggjur aðal skrivari er settur. Hvussu leingi, tað verður, er ikki greitt, men við Norð lýsið sigur Virgar Hvidbro, at hann roknar við, at ætlanin er at av greiða aðalfundin hjá FSF í febru­ ar mánaði, áðrenn nýggjur aðal­ skriv ari verður settur. Nú fáa vit arbeiðs­ frið í FSF – Vit hava fingið semju um eina frá­ faringaravtalu fyri aðal­ skrivaran, og nú skulu vit so øll royna at koma víðari, sigur forsetin í Fót bóltssambandinum, Høgni í Stórustovu Forsetin í Fótbóltssam bandi­ num, Høgni í Stórustovu, er feg­ in um, at tað eydnaðist at loysa mál ið um aðalskrivaran við einari loysn, ið allir partar halda vera ta bestu. – Starvsnevndin og feløgini eru komin til eina loysn, sum ger, at Fótbóltssambandið verð­ ur ar beiðs ført aftur. Hetta skal fáa ger andis dagin aftur at virka og syrgja fyri, at nú verður frið­ ur, sig ur forsetin, ið er takk sam­ ur fyri, at formenninir í feløgu­ num trað kaðu til, tá mest stóð á. – Leygardagin sendu teir greið ar ábendingar um støðu­ na og málið, og hetta, sum vit nú eru komnir til, er tað, sum allir part ar halda vera ein fínan máta at loysa alt málið. Vit hava fing ið semju um eina frá far­ ingar avtalu fyri aðalskrivaran, og nú skulu vit so øll royna at koma víðari. Hvussu verður við at fáa sett nýggj a n aðalskrivara, er ikki greitt enn, men tað verður tikið upp á fyrstkomandi starvs­ nevnd a r fundi, sum verður um smá ar tvær vikur. – Har eru tvinnir møguleikar. Annað hvørt fara vit út og søkja eftir nýggjum aðalskrivara, ella heita vit á onkran, vit ynskja at seta í starvi. Sjálvur dámar mær best, at vit søkja eftir einum nýggj um fólki, men nú fáa vit at síggja, tí hetta hava vit slett ikki við gjørt enn. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Eitt ár at rigga av í Hóast Ísak Mikladal er farin frá sum aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum, skal hann komandi árið virka sum uttanhýsis ráðgevi, umframt at røkja aðrar uppgávur, so sum at seta komandi aðalskrivaran inn í starvið Mynd: Álvur Haraldsen