hósdagur 5. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 212 - 5. november 2009
Óansæð hvussu
víkur ella vendur,
verður Vága Flog
havn útbygd.
Men sum støðan í
Løgtinginum er í
løtuni, tykist tað lítið
sannlíkt at loysnin,
sum Johan Dahl,
landsstýrismaður
í Vinnumálum, fer
at bera í Tingið í
desember, hevur
nakra undirtøku
Flogvøllur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Flogvøllurin skal byggjast
út á 1799 metrar, og termi
nalurin skal dagførast, so
leiðis at hann hóskar til
tørvin 10 til 15 ár frammi í
tíðini. Kostnaðurin er mett
ur til 412 milliónir krónur,
við umleið 26 milliónum
krónum í óvissu.
Tað var tilmælið frá P/F
Vága Floghavn um útbygg
ingina av Vága Floghavn,
sum partafelagið varðar av,
og hetta er sama tilmælið,
sum Johan Dahl, lands
stýrismaður í Vinnumálum,
sum varðar av økinum, ætl
ar at bera í Tingið áðrenn
árið er úti.
Men hetta hevur fingið
tingfólk at ressast.
Fleiri røddir, seinast Poul
Michelsen úr Fólka flokk
inum, Katrin DahlJacobsen
úr Javnaðarflokkinum og
Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi
í Degi og Viku mánakvøldið,
hava víst á, at ongar kann
ingar fyriliggja í løtuni,
sum kunnu vísa á, hvar ein
flogvøllur liggur best í Før
oyum, men at ein kanning
er á veg, sum verður løgd
fram í mars ella apríl, sum
gevur fleiri upplýsingar at
taka støðu útfrá.
Skrumbul onga
undirtøku
John Johannesen úr Javn
aðarflokkinum er eitt av
teimum tingfólkunum, sum
eru skeptisk um uppskotið
at byggja út eftir tilmælinum
hjá P/F Vága Floghavn.
Mann hevur skumpað
støðutakanina um útbygg
ing av Vága Floghavn frá
sær í áratíggju, men nú
stendur man í eini støðu,
har tað er her og nú tað skal
henda. Lat meg sláa fast, at
eg haldi at hetta er sam
ferðslutrupulleiki nummar
eitt hjá okkum, og Vága
Floghavn skal útbyggjast
óansæð, men málið snýr
seg nú um mann vil út at
brúka 100 milliónirnar eyka
upp á eina »forkromaða«
loysn, uttan at vita nakað
sum helst um, hvar ein flog
vøllur liggur best í Føroyum,
sigur John Johannesen.
Hann vísir á, at substans
urin í málinum er tann, at
inntil fleiri upplýsingar eru
tøkar um, hvar frægast er at
hava flogvøll í Føroyum,
fyriliggja, kundi ein farið í
gongd við at útbyggja flog
vøllin í Vágum til 1600
metrar.
Men eitt er so at vera
skept iskur um eitt uppskot,
men eitt annað er at gera
nakað við tað. Hvat kann
gerast fyri at steðga upp
skotinum?
Í síðsta enda er tað jú
Løg tingið, sum skal sam
tykkja uppskotið, og tí er
tað upp til tingfólkini at av
gera, um hetta verður loysn
in ella um man skal bíða
við at taka endaliga avgerð,
sigur John Johannesen.
Sum tað ljóðar í løtuni
millum tingfólk, Sosialurin
hevur tosað við, er ikki
undirtøka í løtuni fyri at
»skrumbla« hetta ígjøgnum
áðrenn árið er úti, sum onk
ur teirra hevur málborðið
seg.
Vágar útbyggjast
óansæð
Fleiri ferðir hava røddir
verið frammi um, hvørt tað
er rætt at brúka útvið hálva
milliard krónur í Vágunum,
áðrenn man veit hvar ein
flogvøllur liggur best.
Av teimum 412 milliónun
um, sum uppskotið er at
byggja út fyri, koma 365
milliónir krónur úr Ílegg
ingargrunninum fyri Før
oyar, sum eru markaðar til
at byggja flogvøllin í Vág
unum fyri. Sostatt snýr tað
seg um tær 60 til 100 milli
ónir krónurnar, sum mugu
dragast úr landskassan um
til at fíggja restkostnaðin.
Spurningurin er, um tú
skal gera »forkromaðu«
loysnina nú, og so einki
diskutera aftur í 50 ár. Men
óansæð, so fer ein útbygging
í gongd í Vágunum, hvørt
tað verður út á 1600 metrar
og fyri teir pengarnar, sum
eru oyramerktir til enda
málið, ella uppskotið hjá
Johan Dahl, sigur John
Johannesen.
Fakta á borðið
áðrenn
John Johannesen sigur, at
tað sum er neyðug at gera
nú, er at fáa tær neyðugu
upplýsingarnar á borðið,
áðrenn støða verður tikin.
– Í dag standa vit í teirri
støðu, at tað manglar at fáa
fakkunleikan at siga, hvat
ein flogvøllur liggur best.
Tað má gerast áðrenn støða
skal takast til útbyggingina.
Tingfólkini vilja bara vita,
hvat er tann besta loysnin,
áðrenn tey taka støðu til,
um tey skulu játta at farið
verður undir hesa loysnina,
sigur John Johannesen.
Er ikki lokalpolitikkur
John Johannesen er sann
førdur um, at útbyggingin
av Vága Floghavn hevur
verið gruggað til í nógv ár
av lokalpolitikki, og sigur,
at ein flogvøllur er ikki
lokal mál, men eitt lands
mál.
– Tað snýr seg ikki um, at
ST skerjir í Afghanistan
ST hevur gjørt av at flyta umleið helmingin av sínum
útlendsku starvsfólkum í Afghanistan, tí viðurskiftini í
landinum eru so ótrygg. ST hevur havt umleið 1.100
útlendsk starvsfólk í Afghanistan, og 600 teirra skulu flytast.
APtíðindastovan skrivar, at fleiri útlendsk STstarvsfólk eru
longu rýmd úr Afghanistan, tí tey kendu seg ikki trygg har.
ST hevur eisini sagt seg stúra fyri, at Taliban skal endurtaka
tað, sum hendi tann 28. oktober, tá limir í Taliban myrdu
fimm STstarvsfólk á einum gistingarhúsi í Kabul.
Gloymdu lendingarhjólini
Tveir flogskiparar hjá avstralska flogfelagnum Quantas hava
fingið boð um at halda seg við hús, meðan kannað verður, hvussu
teir kundu gloyma at koyra lendingarhjólini niður, tá teir skuldu
seta eitt Boeing 767flogfar á flogvøllin í Sidney. Flogfarið var
komið niður í 200 metra hædd, tá ávaringarskipanin varskógvaði
flogskipararnar um, at lendingarhjólini vóru ikki koyrd niður. Tá
var flogfarið so lágt, at tað mátti fara uppaftur og eina rundferð,
áðrenn tað setti seg í øllum góðum. Nú skal kannast, hvat fekk
flogskipararnar at gloyma lendingarhjólini, skrivar Reuters.
Forkromaða loysnin
Forkromaða loysnin, sum
Johan Dahl leggur upp til, má
bíða inntil greiða er fingin á,
hvar ein flogvøllur liggur best
í Føroyum. Inntil tá kunnu
vit byggja út á 1600 metrar, er
breiða fatanin í Løgtinginum
Mynd: Jens Kristian Vang