hósdagur 5. november 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 5. november 2009
7
tíðindi
eg gjarna vil hava ein flog
vøll so tætt upp á Havnina
sum gjørligt. Tað snýr seg
um at fáa at vita, hvar Før
oyar sum land fáa ta bestu
loysnina, og vísir tað seg
sum, at tann besta loysnin
er í Vágunum, so verður jú
farið undir at byggja víðari
út í Vágunum. Men tað er
týdningarmikið at fáa tað at
vita, áðrenn tú fer at byggja
út fult út, sigur John Jo
hannesen.
Verður niðurstøðan tann,
at ein altjóða flogvøllur
liggur best onkra aðrastaðni,
enn í Vágum, er John Jo
hannesen greiður yvir, at
neyðugt er at fara inn at
hyggja uppá, hvussu landið
kann kompensera fyri tey
størv, ið verða flutt við flog
vøllinum.
– Tað eru jú nógvar
familjur í Vágum, sum
basera teirra gerandisdag
upp á at flogvøllurin er har,
og tí má man so inn at
hyggja uppá at fáa nøkur
størv til oynna ístaðin fyri
tey, sum eru nú. Men hetta
má ikki forða okkum í at
byggja ein flogvøll aðra
staðni, um kanningarnar
vísa, at Vágar ikki eru besta
loysnin, staðfestir John Jo
hannesen.
Nógv bendir á
Glyvursnes
Upp undir løgtingsvalið í
fjør var almennur fundur á
Hotel Føroyum um flog
vallarviðurskiftini og um
týdningin av at hava ein
altjóða flogvøll í Føroyum.
Tá tók eisini ein flog
skipari hjá Atlantsflogi orð
ið og hann helt, at vit skulu
ikki yvirdríva at brúka fleiri
ár um at gera kanningar av
turbulensi.
– Vilja tit hava nakað at
vita um turbulens, skulu tit
bara spyrja tyrluskipararnar,
tí tað vita teir alt um, var
heilsanin frá flogskiparanum
til fundarfólkið.
Fyri einum ári síðani
hevði Sosialurin samrøðu
við roynda tyrluskiparan
Bjarka Jensen, og hann
helt, at skulu vit hugsa um
at gera ein stóran, altjóða
flogvøll í Føroyum, er tað
bara ein møguleiki og tað
er at gera hann í Suður
streymoy.
Bjarki Jensen segði, at
tað er tað lága, rundleitta
lendið í Suðustreymoy, sum
ger, at ongin turbulensur er
har um leiðir.
Harafturat er Sandoyggin
rættiliga fløt, samstundis
sum at hon er nakað langt
burtur og tí hevur hon ikki
nakra serliga ávirkan á
suðurendan á Streymoynni
og á Nólsoynna.
Í Suðurstreymoy er vítt
til veggja. Suður og eystur í
havið er púra onki fyri. So
statt er Suðurstreymoy so
langt frá fjøllum, sum tað
yvirhøvur ber til at sleppa
nakrastaðni í Føroyum.
Kanningin
kemur í vár
Í mars ella apríl mánaði
kemur ein kanning av fýra
møguleikum fyri flogvølli í
Føroyum, í Vágum, á Glyv
ursnesi, í Skorðhæddini og
í Søltuvík.
Henda kanning kann geva
eina ábending um, hvat er
tann frægasta loysnin, og
inntil tær upplýsingar eru
tøkar, er lítið sannlíkt at
meiriluti fæst í Løgtinginum
fyri at samtykkja uppskotið
hjá Johan Dahl, lands
stýrismanni í vinnumálum.
Ætlanin er at leggja málið
fyri Tingið í desember mán
aði, tá tað helst verða hópin
av øðrum málum at við gera
í sambandi við Fíggjar lóg
ina.
Í dag varð vinnarin
avdúkaður í einiu
plakatkapping,
sum Dátueftirlitið
hevði skrivað
út millum ung.
Óðinn K. Johansen
gjørdist vinnarin
við eini plakat, sum
dómsnevndin helt
var »Spot on!«
Kapping
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Dátueftirlitið varpar ljós á
eygleiðing og skipaði í
hes um sambandi fyri pla
kat kapping fyri tannár
ingar, har evnið var eyg
leiðing.
Endamálið við plakat
kappingini var bæði at
kveikja áhugan millum
ung fyri evninum og at
finna eina plakat, sum
frameftir
kann
vera
ímyndin av evninum eyg
leiðing og tiltøkum, sum
Dátueftirlitið skipar fyri í
hesum sambandi.
Í dag varð vinnarin so
kunngjørdur.
Vinnarin gjørdist 16 ára
gamli Óðinn Katrinsson
Johansen av Velbastað,
sum strýkur avstað við
vinninginum, sum er ein
Iphone 3Gs frá Føroya
Tele.
Dómsnevndin
segði:
Vinnandi uppskotið er tað,
sum rakar málbólkin –
ungdómin – best. Við ein
um málburði og stíli, sum
møtir teimum ungu har
tey eru, verður tosað til
teirra
í
eygnahædd.
Plakat in
vísir
hvussu
útstillað vit kunnu vera á
netinum. Í dag eru mynda
tól allastaðni – bæði vak
myndatól, í telefonum, í
teldum – og sannlíkindini
fyri, at vit vera avmyndað
í einari óhepnari støðu er
stór. Myndirnar á skíggj
anum vísa dømi úr heima
síðuni Failblog.org, um
júst hetta, at onnur leggja
myndir um persónar og
hendingar út til almenn
ingin at síggja.
Við einum formi og
stíli, sum tey ungu kenna
aftur í, lýsir vinnandi upp
skotið á hugtakið eyg
leiðing á ein einfaldan og
beinraknan hátt.
Løgreglan steðgaði
112 bilum í gjár
Í gjár var løgreglan í Vágum og steðgaði bilum.
Gjøgnum dagin vórðu 112 bilar steðgaðir, men hesi
skikkaðu sær rímiliga væl, tí bara 15 rapportir
vórðu skrivaðar. Mest vanliga syndin var, at
lyktirnar ikki vóru í lagið. Hetta vórðu 9 rapportir
skrivaðar um. Bara eitt klipp varð givið gjøgnum
dagin, og hetta var fyri at eitt barn ikki sat í seðla.
Kvinna 40 dagar fyri at
skera mann
Týskvøldið um midnáttarleitið, komu ein maður og ein
kona til illnar. Sambært Bergleif Brimvík, kriminalovasta,
var ein knívur havdur á lofti, og kvinnan skar mannin í
armin við knívinum. Hetta skrivar Vágaportalurin.
Løgreglan var á staðnum og tað endaði við, at kvinnan
var tikin suður til Havnar at brumma, og nú seinni í gjár
var grundlógaravhoyring. Kvinnan varð eisini dømd í gjár
og fekk ein treytaðan dóm við 40 daga revsitíð, men við
eini royndartíð upp á tvey ár, upplýsir Vágaportalurin.
má bíða
Óðinn átti bestu plakatina
Dómsnevndin og vinnarin av plakatkappingini, Óðinn K. Johansen, við vinanndi plakatini
og vinninginum
Mynd: Álvur Haraldsen