hósdagur 5. november 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 212 - 5. november 2009
Avrokningin av
partafelagsskattinum
líkist einum skrædli
hjá føroysku komm
ununum. Avrokn
ingin til komm
unurnar er knappar
87 milliónir minni í
ár, enn hon var í fjør
Búskapur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu skattahagtølini frá
Taks staðfesta fallið, sum
føroyski búskapurin fram
haldandi er í.
Og tað eru serliga komm
unurnar, sum eru hart raktar.
Fyrstu 10 mánaðirnar í ár er
kommunala skattainntøkan
fyri persónsskatt minkað úr
1.098 mió kr. í 1.064 mió kr.
Minkingin er nærum 35
milliónir, sum svara til eitt
fall upp á 3,15 %.
Í sama tíðarskeiðið eru
inntøkurnar hjá landinum
eisini minkaðar – men tó
langt ífrá í sama mun. Før
oyingar hava fyrstu 10 mán
aðirnar í ár rindað 1.136
mió kr. í landsskatti, og tað
eru knappar 17 milliónir
minni enn í fjør. Eitt fall,
sum svarar til 1,47%.
Skattahagtølini, sum Taks
sendir út, fevna bert um per
sónsskatt. Umframt mink
ingina í hesum er partafel
agsskatturin í 2009 munandi
lægri enn í 2008. Samlaða
avrokningin fyri 2008, sum
nú verður kravd inn, er 158
mió krónur í ár. Í fjør var
talið 386 milliónir. Tað gev
ur eina samlaða minniintøku
á 218 milliónir. Av hesum
er minniintøkan hjá komm
ununum 87 milliónir.
Hartil skal havast í huga,
at fleiri kommunur valdu at
hækka skattaprosentið, tá
fíggjarætlanirnar fyri 2009
vórðu gjørdar. Og eisini í
landsskattinum varð broyt
ing framd. Ein broyting,
sum sambært forsagnunum
skuldi geva 30 milliónir
eyka í landsskatti.
Tórshavnar Komm
unu hevur eina saml
aða minninn tøku í
skatti upp á góðar 60
milliónir. Hetta er
tó ikki nakað, sum
slær botnin undan
kommunukassanum,
sigur kommunu
stjórin
Búskapur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
61 milliónir minni í komm
unukassan. Tað er status hjá
Tórshavnar Kommunu, tá
tølini
fyri
kommunalar
skattainntøkur í 2009 verða
lisin.
Valigi
persónsskatturin
gevur høvuðsstaðnum eina
minniinntøku á góðar 11
milliónir, og hartil er parta
felagsskatturin fyri 2008 –
sum verður innkravdur nú
– 50 milliónir lægri, enn
hann var fyri 2007.
Hetta eru stórar lækk
ingar, men vit hava í stóran
mun lagt upp fyri hesum í
arbeiðinum við at gera
smíða fíggjarætlan, sigur
Ingibjørt Berg, kommunu
stjóri.
Longu tá fíggjarætlanin
varð gjørd, høvdu vit lækk
að inntøkumetingarnar heilt
nógv. Og tá vit í vár sóu
greið tekin um, at inntøk
urnar helst lækkaðu enn
meira, vórðu fleiri sparingar
framdar í rakstrinum. Tí er
støðan í dag, at tað er
hampuliga gott samsvar
millum ætlað og staðfest
tøl, sigur Ingibjørg Berg,
sum leggur afturat, at gjald
førið hjá kommununi á
ongan hátt er hótt.
Hava skorið nógv niður
Bæði tá ætlanin fyri 2009
varð gjørd, og tá hendan varð
eftirmett í juni, vórðu fleiri
og stórar skerjingar framdar
í rakstrinum hjá Tórshavnar
Kommunu
Samráðingarnevndin mannað
Í Íslandi hevur Øssur Skarpheðinsson, uttanríkisráðharri, nú mannað
samráðingarnevndina, sum skal samráðast við Evropasaveldið um treytirnar
fyri íslendskum limaskapi har. Samráðingarleiðari verður Stefán Haukur
Jóhannesson, sendiharri, sum mannar nevndina saman við sjey øðrum
nevndarlimum umframt formonnunum í tíggju undirnevndum. Á odda fyri tí
løgfrøðiliga partinum standa Björg Thorarensen, leiðari á løgfrøðideildini á
Háskóla Íslands, og Þorsteinn Gunnarsson, fyrrverandi rektari á Háskólanum
á Akureyri.
SAS stórt hall
Tað gongst sera illa hjá skandinaviska flogfelagnum SAs at
venda teirri fíggjarligu gongdini. Felagið kunngjørdi í
morgun roknskapin fyri tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár,
og á niðastu reglu sæst, at hetta tíðarskeiðið gav raksturin
næstan 1.650 milliónir svenskar krónur í halli. Kortini er
úrslitið betur, enn marknaðurin hevði roknað við, skrivar
Ritzau. Síðani í gjár hevur leiðslan í SAS tingast við
umboð fyri flogternurnar og flogskipararnar um eina
spariætlan. Partarnir hava tingast alla nátt, men enn er
eingin semja fingin.
Kommunurnar
bløða
(í tkr)
Persónsskatturin
Fyri oktober
2008
2009
munur
%
Kommunur
114.007
107.826
-6.181
-5,4%
Land
119.743
114.271
-5.471
-4,6%
Januar til oktober
2008
2009
munur
%
Kommunur
1.098.972
1.064.331
-34.640
-3,2%
Land
1.153.382
1.136.435
-16.947
-1,4%
Partafelagsskattur
2008
2009
munur
%
Kommunur
146.812
60.083
-86.729
-59,1%
Land
239.537
98.031
-141.506
-59,1%
FAKTA