Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 212 - 5. november 2009 Á tíðindafundi í morgun kundi Janus Petersen, forstjóri, leggja fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing hjá Føroya Banka, sum vísir eitt avlop á 58 milliónir krónur ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gongur strúkandi hjá Føroya Banka. Upprunaliga metingin fyri árið heldur enn, nú bankin er farin inn í seinasta árs­ fjórðingin av árinum. ­ Vit halda fast við upp­ runaligu metingina um eitt avlop á 165­195 milliónir krónur, staðfesti Janus Pet­ ersen, forstjóri. Tað er fyrst og fremst kjarnuinntøkurnar hjá bank­ anum, sum hava skapt lut­ falsliga stóra avlopið. ­ Vit hava tvífaldað avlop­ ið seinastu fimm árini við sama starvsfólkatali, og tað er gjørt gjøgnum rationalis­ eringar, sigur Janus Pet­ ersen. Avlopið hjá bankanum fyrstu tríggjar ársfjórðingar­ nar er 146 milliónir krónur, og tað er einki, ið forðar fyri, at bankin framhaldandi kann menna seg í Føroyum eins væl og gjøgnum upp­ keyp uttanlands. ­ Vit hava betra munandi um raksturin, og tað er ein gongd, sum hevur verið seinastu árini, har vit hava roynt at økt um inntøkurnar, samstundis sum vit hava hildið útreiðslunum niðri, sigur Janus Petersen. Hin orsøkin til góða úrslit­ ið er so, at bankin ikki hev­ ur mist so nógvar pengar upp á avskrivingar og niður­ skrivingar, sum annars hev­ ur stóra ávirkan á úrslitið. ­ Har hava vit havt ein rímiliga varnan kredittpolit­ ikk, so vit ikki hava tapt nógv­ ar pengar. Hesi bæði eru so orsøkirnar til góða úrslitið, sigur Janus Petersen. Bjóða realkredittlán Føroya Banki er farið undir at bjóða út realkreditt fígg­ ing í Føroyum í samstarvi við danska realkredittfelag­ ið, DLR. ­ Tað hevur týdning fyri okkara viðskiftafólk. Vit hava jú sæð í fíggjarkrepp­ uni, at tað hevur verið trup­ ult at útvega nýggja fígging, og at hon eisini hevur verið dýrari og dýrari at útvega uttanlands. Meðan danir hava realkredittlán, sum verður fíggjað serliga gjøg­ num lánsbrævasølu av ser­ liga donskum pensjónsfel­ øgum, ið er ein bíligur fígg­ ingarformur, so er tað ikki gjørligt hjá bankum at kapp­ ast móti teimum treytunum, sigur Janus Petersen. Tí hevur bankin valt at bjóða hendan lánsformin út saman við einum av stóru realkredittfeløgunum í Dan­ mark til føroyskar kundar, so hesir kunnu fáa bíligari og longri lán. ­ Vit halda fyrst og fremst at talan er um eitt gott tilboð til sethúsaeigarar, og betri enn tað, vit sjálvir kunnu bjóða, sigur Janus Petersen. Eitt annað er, at stjórin eisini metir, at talan er um ein stóran fyrimun fyri før­ oyska samfelagið. ­ Og eisini fyri bankan, at vit útvega nýggja fígging til Føroya, tí vit hava eina avbjóðing her heima við at ein stórur partur av uppspar­ ingini verður settur í virðis­ brøv uttanlands, og tað vil siga, at hon kemur ikki í umfar í Føroyum, sigur Jan­ us Petersen. Tí heldur hann, at tað er positivt, at aðir koma til Føroya at fíggja, og harvið betra um gjaldførið og tí eis­ ini gera menningina av før­ oyska samfelagnum betri. Fótin fastan í Íslandi Lutfalsliga nógv tíð av fram­ løguni av roknskapinum fyri triðja ársfjórðing varð nýtt til at viðgera keypið av meirilutanum av partabrøv­ unum í íslendska trygging­ arfelagnum Vörði. ­ Vit hava eina rímiliga miðvísa strategi at víðka um virksemið uttanlands. Vit eru ein so mikið stórur partur av fíggjarvinnuni í Føroyum, og vit meta ikki, at møguleikarnir eru til staðar at víðka serliga nógv aftrat í Føroyum, og tí er okkara besti møguleiki at víðka uttanlands, sigur Janus Petersen. Bankin hevur so valt at halda seg til teirra kjarnuøki, sum eru tryggingar og bankavirksemi. ­ Okkara málsetningur er, at etablera okkum í Dan­ mark og Íslandi í fyrstu atløgu. Vit hava etablerað okkum í Danmark við ein­ ari deild, og hava nú etabler­ að okkum í Íslandi við ein­ um tryggingarfelag, sigur Janus Petersen. Føroya Banki hevur keypt meirilutan av íslendska tryggingarfelagnum Vörði, sum hevur tíggju prosent av íslendska marknaðinum. ­ Talan er um eitt felag, ið er umleið hálva aðru ferð størri enn Trygd, so talan er um eitt felag, ið passar væl til tað, vit kenna framman undan. Vit hava keypt felagið saman við nøkrum av størstu bankunum í Íslandi, og har­ við meta vit, at vit hava eina spennandi sølukanal og spennandi samstarvspartn­ arar, sigur Janus Petersen. Forstjórin metir, at hetta er ein íløga, ið kemur at svara seg væl í framtíðini. Hyggja seg um Janus Petersen hevur áður sagt, at bankin alla tíðina fylgir við tí, ið rørist á danska bankamarknaðinum, og teir hava eisini boðið upp á ein danskan banka – saman við øðrum – sum teir tó ikki fingu. Men hvussu er støðan tí viðvíkjandi. ­ Vit brúka eina stóra orku upp á at leita eftir sam­ starvspartnarum, at tosa við fyritøkur og at kanna møgu­ leikar. Og sum kunnugt hava vit eisini bjóðað upp á nakrar fyritøkur, sum hava verið til sølu, so vit gera eitt stórt arbeiði. Men tað er greitt, at vit keypa bara um tað kann svara seg, og tað hava vit hildið, tá vit hava bjóðað upp á fyritøkur, sum danski staturin hevur selt, sigur Janus Petersen. Sannlíkindini fyri, at bank­ in fer at keypa eina fyritøku eru størri og størri, men nær tað verður, ber illa til at siga. ­ Tað kemur jú ann upp á, um tað er tann rætta fyritøk­ an, og um samstarvspartnar­ arnir eru sinnaðir til at gera íløguna. So tað ber ikki til at siga nær tað verður, men vit vóna, at vit koma á mál við tí, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Góður ársfjórðingur hjá Føroya Banka Janus Petersen greiðir frá roknskapinum fyri triðja ársfjórðing hjá Føroya Banka. Á myndini eisini Suni Schwartz Jacobsen, Guðmundur Jóhan Jónsson, forstjóri í íslendsku tryggingarfyritøkuni, Vörði, og Albert Jónsson, íslendskur sendimaður í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Estonia aftur í rættinum Í næstu viku byrjar enn eitt rættarmál um vanlukkuna, tá ferjan Estonia gekk burtur í Eystrasalti í 1994, og 852 fólk lótu lív. Bara 132 fólk sluppu livandi frá vanlukkuni. Svenska útvarpið sigur, at hesaferð er talan um eitt rættarmál, sum viðvíkir franska klassingarfelagnum Veritas og týsku skipasmiðjuni Meyer, sum bygdi ferjuna. Tað eru 1.220 avvarandi hjá fólki, sum fórust við Estonia, sum hava lagt sak ímóti klassingini og skipasmiðjuni. Tey vilja hava rættin at staðfesta, at ferjan skuldi ikki verið farin úr havnini í Tallin í Estlandi tann 27. september í 1994. Trívast saman við yngri Alt fleiri danskir pensjonistar vilja sleppa at búgva í búfelagsskapi saman við yngri fólki. Margrethe Kähler, sum er ráðgevi hjá danska eldrafelagnum, sigur við kringvarpið DR, at tey eldru halda tað vera gott at vera saman við yngri fólki. Tað gevur teimum meiri orku og meiri lívsgleði, sigur hon. Tann 60 ára gamla Bodil Arlif, sum hevur búð í tílíkum einum búfelagsskapi í Roskilde í níggju ár, sigur við DR, at samveran er mennandi fyri tey yngru eins væl og tey eldru. Sjálv er hon ikki í iva um, at tilveran í búfelagsskapinum fer at geva henni eitt gott lív í mong ár afturat.