Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 212 - 5. november 2009 Tingast aftur í morgin Í morgin fara formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Kuupik Kleist, og danski veðurlágsmálaráðharrin, Connie Hedegaard, at tosa um, hvørja støðu Grønland skal taka til eina komandi veður­ lagsavtalu. Tey bæði hittust í síðstu viku og skuldu hittast aftur nú, men fundarvirksemið í Landstinginum ger, at Kuupik Kleist hevur ikki stundir at fara til Danmarkar, sigur grønlendska kring­ varpið. Tí skulu tey tosa í telefon í morgin. Grønland vil hava somu møguleikar sum menningarlondini, soleiðis at landið kann menna ídnaðin hóast skerdar CO2­kvotur. Upsi úr Alaska fyri tosk Í mong ár hevur toskur verið tað fiskaslagið, sum Evropa­ samveldið innflytur mest av, men soleiðis er ikki longur, tí í fjør var tað tann sokallaði Alaska­upsin, sum stóð ovast á innflutningslistanum. Frágreiðingin er sambært ES­myndug­ leikum, at tað var ikki so nógvur toskur á marknaðinum, tí fleiri lond skerdu sínar kvotur, og harafturat fór prísurin upp. Toskafiskiskapurin í fjør minkaði 10 prosent úr 945.000 í 849.000 tons, samstundis sum innflutningurin av Alaska­ upsa vaks 3,5 prosent úr 875.000 tonsum í 906.000 tons. - Vit fara allastaðni við børnunum, og ikki fyrr enn vit halda, at tey umsíðir kunnu ferðast einsa- møll, eitt nú í bussi, lata vit tey fara uttan fylgjara. Tað hevði tí verið ógvuliga óhøgligt alla tíðina at farið oman úr Mjørka- dali og niðanaftur, tá vit skuldu út við børnunum, eitt nú til svimjing og aðrar aktivitetir í Havn, siga starvsfólk, sum hava sagt seg úr starvi á Rókini, tí tey eru ímóti samanlegging, eins og tey eru ímóti at børn og ungdómar eru á sama stovni Stovnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú landsstýrið hevur gjørt av, at børn og ungu, sum hava verið brúkarar á teimum báðum stovnunum, Rókini og Slóðini, skulu flytast niðan í Mjørkadal, halda fyrrverandi starvsfólk, sum áður arbeiddu á Rókini, at Rósa Samuelsen, lands­ stýriskvinna, ikki sigur allan sannleikan. Í sínum svari til Høgna Hoydal á tingfundi í gjár, tá løgtingsmaðurin spurdi landsstýriskvinnuna í al­ mannamálum um framtíð­ arlagnuna við Rókini og Slóðini, segði Rósa Samuel­ sen, at báðir stovnarnir skulu leggjast saman, og at teir skulu halda til í Mjørkadali. Hon legði aftrat, at flutt verður í Mjørkadal til várs. Politikarar øtaðust Í svari sínum til fyrispurn­ ingin, segði landsstýris­ kvinnan eisini, at eitt nú starvsfólkið og barnavernd­ artænastan hava verið við í tilgongdini ­ at leggja stovn­ arnar saman. Fleiri politikarar øtaðust á tingfundinum í gjár um ætlaninar hjá landsstýris­ kvinnuni, og eitt nú Jenis av Rana rópti ætlanina sinnissvaka ­ at flyta hesi børn og ung langt av alfara­ veg og niðan í hagan, sum hann tók til. Úttalilsini hjá Rósu Samuelsen førdu eisini til, at bæði feløg, barnavernd­ artænasta og fyrrverandi starvsfólk á Rókini gjørdu vart við seg. Flestu eru farin Fyrrverandi starvsfólk á Rókini vendu sær soleiðis eisini til Sosialin og Rás2 í gjár. Tey halda ikki, at Rósa Samuelsen sigur allan sannleikan, tá hon í sínum svari vísir á, at starvsfólk og barnaverndartænastan høvdu verið við í tilgongd­ ini, sum hon orðaði seg. ­ Av átta starvsfólkum, sum arbeiddu á Rókini, eru vit seks farin úr starvi, tí okkum líkar ikki ætlaninar um samanleggin við Slóð­ ina og tí, vit ikki vilja niðan í Mjørkadal við hesum børnum og ungum. Tey siga seg hava verið á nógvum fundum við eitt nú stjóran á Almannastovuni. ­ Vit halda, at ætlaða Riggar ikki við børnum og ungum á sama stovni - Tey eldru eru fysiskt væl fyri; tey kunnu drekka, berjast, eru seksuelt aktiv, og onkur brúkar kanska eisini onnur rúsandi evni. Tí eru hesi slett ikki egnaði at búgva saman við 10-14 ára gomlum børnum, siga fyrrverandi starvsfólk á Rókini Tilvildarlig mynd