hósdagur 5. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 212 - 5. november 2009
Connie Hedegaard greiða frá leikluti
hjá Føroyum á COP15
Høgni Hoydal og Juliane Henningsen hava sett fram fyrispurning viðvíkjandi leiklutinum hjá Føroyum og Grøn
landi á COP15 veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desembur. Av tí, at ongin avtala er gjørd viðvíkjandi
Føroyum og Grønlandi hava Juliane Henningsen og Høgni Hoydal hava tí sett soljóðandi fyrispurning: ”Hvat kann
ráðharrin upplýsa um tær avtalur sum eru gjørdar við Føroyar og Grønland, í samband við komandi samráðingarnar
um ta nýggju veðurlagsavtaluna, sum skal viðtakast á COP15 í desember 2009?” Ætlanin við spurninginum, er at
varpa ljós á luttøkuna hjá Føroyum og Grønlandi á COP15, umframt at skunda undir, at ein veruliga avtala verður
gjørd. Ætlanin hjá donsku stjórnini er, at Føroyar og Grønland skulu gera eina innanhýsisavtalu við Danmark,
heldur enn at vera partur av samlaðu avtaluni, og hetta vilja hvørki føroyingar ella grønlendingar finna seg í.
Landsstýriskvinnan, Rósa
Samuelsen, sigur seg vera
ógvuliga harma um nógv av
tí, sum sagt varð í gjár um
ætlaninar at leggja Rókina og
Slóðina saman í ein saman
lagdan stovn í Mjørkadali
Stovnar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eg fari beint nú á fund um Slóðina og
Rókina, segði Rósa Samuelsen, lands
stýriskvinna í almannamálum, tá vit
høvdu hana í telefonini í morgun.
Hon var fryntlig, men hevði ringa
tíð, tá vit hittu hana eitt pinkalítið bil.
Meðan hon var á veg á fund, segði
hon seg tó harmast um nógv av tí, sum
sagt varð á løgtingi í gjár og um ymiskar
útsagnir, sum vóru í fjølmiðlunum í
gjár um Slóðina og Rókina, har børn
og ungdómar húsast.
Tit eru vælkomin at ringja eftir
fundin ella at meyla til mín og seta mær
spurningar.
Tey sárbarastu
Rósa virkaði eitt sindur upprivin og
ikki sørt særd hesa løtu.
Vit skulu minnast til, at hetta eru
tey sárbarastu børn og ungdómar, vit
eiga. Mong av hesum hava ongan
góðan, og vit skuldu fyri fleiri árum
síðan havt tikið okkum betri av hesum
fólkum, enn vit hava gjørt.
Rósa Samuelsen sigur tó ikki, at børn
og ungdómur, sum eru og hava verið á
hesum báðum stovnum, ikki hava havt
tað gott og hava fingið tann kærleika,
stuðul og hjálp frá teimum starvs
fólkum, sum hava verið um tey.
Men vit skuldu yvir eitt nógv longri
áramál havt tikið okkum av nógv fleiri
fólkum, ið hava havt ymiskar trupul
leikar at drigist við – bæði børnum og
ungdómum, legði hon aftrat.
Eru ikki býtt
Landsstýriskvinnan vísir á, at umtalaðu
børn og ung, sum hava verið og eru á
hesum stovnum, hvørki eru menning
artarnað, ei heldur býtt.
Samfelagið eigur hesi fólk, sum eru
tey mest sárbaru børn og ungdómur
okkara, sigur Rósa Samuelsen, sum á
veg á fund í morgun ikki hevði stórvegis
stundir og hug at gera viðmerkingar til
málið um hesar báðar stovnarnar,
Rókina og Slóðina, nú tíðin kortini var
so knøpp.
Men, legði landsstýriskvinnan aftrat,
at Sosialurin kann altíð venda sær til
hennara – eftir fundin ella í telduposti.
Vit taka landsstýriskvinnuna upp á
orðið og fara at venda okkum aftur til
hennara.
Rósa Samuelsen
er ógvuliga hørm
samanleggingin og flytingin
niðan í Mjørkadal er heilt
burtur við. Hetta hava vit
víst á alla tíðina, og vit hava
ongantíð tikið undir við
hesi ætlan, siga tey.
Sera óhøgligt
Lagt verður aftrat, at børn,
sum eru komin á Rókina at
búgva, skulu vera undir
uppsýni alla tíðina.
Vit fara við teimum alla
staðni, og ikki fyrr enn vit
halda, at tey umsíðir kunnu
ferðast einsamøll, eitt nú í
bussi, lata vit tey fara uttan
fylgjara. Tað hevði tí verið
ógvuliga
óhøgligt
alla
tíðina at farið oman úr
Mjørkadali og niðanaftur,
tá vit skuldu út við hesum
børnum, eitt nú til svimjing
og aðrar aktivitetir í Havn.
Tað riggar ikki altíð at
geva børnunum fríar treym
ar, men so verður roynt
umaftur og umaftur.
Starvsfólk, sum ikki eru
longur á Rókini, vísa á, at
hugskotið
við
at
hava
stovnin nær býnum, er, at
hesi børn og ung skulu
kunnu verða við í tí sosiala
lívinum, sum er.
Nú skulu tey eftir upp
skotinum hjá landsstýrinum
beinast – burtur – niðan í
Mjørkadal, og tað líkar
okkum slett ikki, leggja tey
aftrat.
Ber ikki til
Fyrrverandi starvsfólkini
siga, at tað snøgt sagt heldur
ikki ber til, at børn og ung
við so ymiskum trupul
leikum skulu verða á einum
og sama stovni.
Eingin av okkum var
fyri at leggja stovnarnar
saman, og eingin av okkum
var sinnaður at flyta niðan í
Mjørkadal at hava ábyrgdina
av hesum børnum, leggja
tey dent á.
Fyrrverandi starvsfólkini
vísa á, at meðan Rókin
vanliga hevur havt børn,
sum eru 14 ár og yngri,
hevur Slóðin havt ung, sum
eru 14 ár og eldri. Tó hava
eisini tilkomnari børn verið
á Rókini, og soleiðis er tað
framvegis, nú tey fýra børn
ini, sum eru har í løtuni, eru
millum 12 og 16 ár.
Tey eldru eru fysiskt væl
fyri; tey kunnu drekka, berj
ast, eru seksuelt aktiv, og
onkur brúkar kanska eisini
onnur rúsandi evni. Tí eru
hesi slett ikki egnaði at
búgva saman við 1014 ára
gomlum
børnum,
sum
Rókin í fyrsta lagi er ætlað
til, er greiða niðurstøðan hjá
fyrrverandi starvsfólkum á
Rókini, sum soleiðis gjørdu
av at siga seg úr starvi.
- Hugskotið við at hava stovnin nær býnum, er, at
hesi børn og ung skulu kunnu verða við í tí sosiala
lívinum, sum er. Nú skulu tey eftir uppskotinum hjá
landsstýrinum beinast - burtur – niðan í Mjørkadal, og
tað líkar okkum slett ikki, siga starvsfólk, sum valdu at
siga seg úr starvi á Rókini
- Umtalaðu børn og ung, sum hava verið og eru á hesum stovnum, eru hvørki
menningartarnað ella býtt. Samfelagið eigur hesi fólk, sum eru tey mest sárbaru børn
og ungdómur okkara, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum