Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 5. november 2009 13 Í dag – fyri einum ári síðani – læu og grótu fólk av glaðari sinnisrørslu, tá hesin karismatiski politiski úrmælingurin vann for­ setaembætið í USA. Í gjárkvøldið, eitt ár seinni, staðfestu úrslitini av lokalvalunum í New York, at demokratarnir ­ og óbein­ leiðis vantandi politisku úrslitini hjá sjálvum forset­ anum Obama – hava fingið ein lúsing frá veljarunum. Hvat eru útlitini hjá Obama? Var hann bert ein sápubløðra? Ella hevur hann meira í sær? F yri 4 áratíggjum síðani hevði hann – bara vegna sín húðalit - verið blakaður á dyr á flestu almennu støðum í USA. Nú er fremsti tjóðarhalgidóm- urin hjá amerikanarunum, sjálvi Hvítu Húsini, hansara dagliga arbeiðspláss og bústaður hjá honum, teirri vinnandi Michelle og børnum teirra. ”Change – nýggj tíð er komin”! Í dag - júst fyri einum ári síðani – hendi tað ófatiliga, at svarti maðurin, Barack Hussein Obama, sonur muslimskan kenyanskan geitahirða, vann hægsta embætið í heiminum – forsetaembætið í sjálvum USA. ”Broyting og nýggj tíð er komin”, kunngjørdi Obama hetta kvøldið fyri øllum heimi- num, sum fylgdi við frá fagn- aðarfundinum í Grant Park í heimstaðarbýnum Chicago. Nú var Bush-tíðin farin, við hesum stívrenda og militarist- iska afturhaldsforsetanum, sum elvdi til at antiamerikanisman víða um heimin blómaði sum á sjálvum døgum Nixons undir Vietnamkrígnum. Obama hugtók allan heimun. Tiltrúgvin og vónirnar, eins- væl innan- og uttanlendis, vóru øgiligar til henda polit- iska úrmælingin av einum framúrskarandi og karismat- iskum statsmanni. Men longu tá lúrdi eisini óttin fyri, at hesar villu vónir- nar vildu vera hansara størstu fíggindi, tá tær skuldu standa seg ímóti tí beiska politiska veruleikanum. Obama tók við eini tjóð í størstu kreppu í trý fjórðingsøld Obama tók við landsins leiðslu, tá USA stóð í djúpastu kreppu síðani altumfevnandi húsagang- in fyri trý fjórðingsøld síðani. Altjóða fíggjarkreppan, sum tók seg upp í USA, hevði sligið búskap og vinnu niður, so fyri- tøkur eru farnar av knóranum sum aldrin áður. Arbeiðsloysið er økt upp í methæddir og er við at fara upp um 10% fyri alt landið, m.a. við teirri avleiðing at ótryggleiki og fátækradømið bara økist. Tvey kríggj leikaðu á. Í krígn- um í Afghanistan gongur bara eftir hæli, bæði í hernaðarliga stríðnum móti Taliban, og í polit- iska stríðnum fyri skipanarligum demokratiskum broytingum. Á heimavøllinum hava verið størri trupulleikar og ógvisligari mótstøða enn væntað við at fremja tær hægstu politisku raðfestingarnar hjá Obama- stjórnini, fyrst og fremst við teim prestisjufullu reformunum á heilsu- og veðurlagsøkinum. Tað hevur ikki gingið eftir vild Tað gongur als ikki sum ætlað. Tiltrúgvin til at Obama megnar at fremja síni glæsiligu vallyftir er minkað i stórum. Tað vísa galluptølini, har undirtøkan er minkað úr 69% í jan. niður í 51% nú ársdagin fyri valsigurin. Og í gjárkvøldu sóu vit val- úrslitini á lokalvalunum í New York, at republikanararnir gjørdust stóru vinnarin. Hetta verður tikið sum ein dyggur smeitur fyri demokratarnar, eisini landspolitiskt og fyri forsetan sjálvan. Hinvegin hava demokratarnir fingið eina álvarsliga ávaring um, at teir kunnu ikki longur dúva uppá valsigurin hjá Obama, men at teir mugu vinna á innanhýsis ósemjunum og koma við hondføstum politisk- um úrslitum – um tað ikki skal gangast teimum so illa við miðskeiðsvalið næsta heyst, at teir missa meirilutan í Umboðs- mannatinginum og harvið polit- isku maktina í Kongressuni Men nú lýsnar umsíður fyri Obama Nú tað longi hevur sæð dapurt út hjá Obama í stríðnum móti tí beiska politiska veruleikanum, tykjast endiliga at síggjast tekin um at gongdin er við at venda rætta vegin. Vøkstur er komin í búskapin eftir stóru og drúgvu afturgongdina. 3. ársfjórðingur í ár vísti eina vend, sum longi hevur verið bíðað eftir. At búskapurin nú vísir ein vøkstur uppá 3,5% verður tikið sum eitt beinleiðis úrslit av væleydnaða fyrsta politiska ódnartakinum hjá Obama, við at fáa ta veldugu fíggjarliga bjargingarætlanina ígjøgnum Kongressina, við eini innspræning uppá 790 mia. dollars í kreppustungna ameri- kanska búskapin. Takkað verið hesum er vøkstur aftur komin í búskapin, sum verður mett at hava bjargað 6-700.000 arbeiðsplássum. Samstundis er júst í hesum døgum við at eydnast hjá Obama at fremja eitt politiskt bragd, eitt einastandandi søgu- ligt avrik, sum tey flestu eftir- hondini høvdu mist trúnna uppá: nevnliga at fáa semju um tann stórfingna og víðfevnandi heilsureformin, sum verður størsti politisk reformur síðani stóri sosialu reformarnir í 1930- unum. Ein fyri og annar eftir hava forsetarnir undan honum roynt at fremja meir og minni víðfevndar heilsupolitiskar reformar – men hjá øllum er tað miseydnast – seinast hjá Bill Clinton fyri 12-15 árum síðani. Nú bendir alt á, at Obama verður maðurin, sum fer at klára tað. Eydnast tað Obama at fáa heilsureformin ígjøgnum Kon- gressuna, fer hann at standa sum vinnarin – og tað fer at kasta so nógvar politiskar fyrimunir av sær, at sannlík- indini økjast fyri at røkka góðum úrslitum eisini á øðrum stórum reform-økjum sum t.d. veðurlagsøkinum. Tað hevði verið best, men tað er ikki altavgerandi, um Obama og USA verða klár til eina enda- liga avtalu á altjóða veðurlags- stevnuni COP15 í Keypmanna- havn í næsta mánað. Tað týdning- armesta er, at tað eydnast Obama at fáa Kongressuna at taka undir við veðurpolitiska reforminum, so at heimsins máttmiklasta tjóð kann boða frá eini so avgjørdari nýggjari kós í veðurlagspolitikkinum, at veður- lagsstevnan í Keypmannahavn fer at standa sum ein lýsandi varði fyri einum altjóðapolitisk- um siðaskifti í umhvørvis-, orku- og veðurlagspolitikkinum. Amerikanarar ótolnast ”All hat and no cattle”. Hetta hugtakið havi eg hoyrt her yviri, sum amerikanarar – ser- liga teir sunnanfyri – spottandi siga um ein, ið bert brúkar stór orð, men lítið fær av skafti. Og hetta royna mótstøðufólkini hjá Obama nú at hongja uppá hann. Víðgongdu høgrakreftirnar leggjast eisini eftir honum við skitnastu ákærum, sum hugsast kunnu. Fyri at gera av við vónir- nar og álitið til, at Obama kann skapa tær neyðugu nýskipanin- ar í amerikanska samfelagnum. Tað er óivað so, at fagnaðarin er følnaður – at nakað av glansi- num er farin av Obama. Tað ger kanska minni, tá Obama sam- stundis vísir seg at vera ein sinniligur og umhugsin stats- maður, sum ikki loypir framav, og sum er førur fyri at skapa neyðugu semjurnar millum mótstríðandi áhugamálini, bæði í Kongressuni og nógvu sterku, ymisku partarnar í amerikanska samfelagnum. Men amerikanarar eru ótolnir – tað sóu vit á lokalvalunum í gjár – teir vilja ikki bíða alt ov longi eftir úrslitunum. Teir hava ótolnast eftir at fáa vend í bú- skapinum og arbeiðsloysinum. Har tykist nú at bragda. Somu- leiðis við stórfingna heilsu- reforminum. Og eftir hann vænta tey, at hann so eisini fær semju um veðurlagspolitikkin. Afghanistan aftur ovast á breddan Amerikanarar - og allir teirra sameindu - ótolnast eisini meir og meir eftir, at forsetin tekur neyðugu avgerðina um hernað- arliga innsatsin í Afghanistan, sum bíðað hevur verið eftir nú í longri tí. Hetta málið, sum longi hevur staðið í aðru røð, er nú aftur komið ovast á breddan, og kravið er at forsetin kemur við einum útspælið, so tamar- hald kann fáast á krígnum, so Taliban verður rikið aftur, so demokratiskar umstøður og trygd kunnu skipast í krígs- herjaða landinum – við tí enda- málið, at amerikansku og hinar útlendsku herdeildirnar kunnu taka seg úr landinum – á sama hátt so sum tað so væl tykist at eydnast í hinum stóra krígnum, sum Barack Obama arvaði, nevnliga Irak. Eisini her kann forsetin við røttu avgerðini venda gongdini – annars býðist ikki bøtur fyri, at Afghanistan kann gerast Vietnam umaftur fyri amerikan- arar – og avgerandi snávingar- steinurin hjá forsetanum. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Fagnaðurin følnaður á ársdegnum fyri glæsiliga valsigrinum hjá Obama – men nú lýsnar í vestri ! Tíðargreinin tíðargreinin Hans Pauli Strøm løgtingsmaður, skrivar úr New York