hósdagur 5. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 212 - 5. november 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Jens Petur Jensen, Hellurnar, andaðist 3. novem
ber, 64 ára gamal.
Kistan við Axel Zachariassen fer úr kapellinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi hóskvøldið kl. 18. Jarðar
ferðin verður úr Christianskirkjuni fríggjadagin kl.
13. Tey, ið vilja minnast Axel, kunnu lata KFUM &
K í Klaksvík eina peningagávu. Konta í peninga
stovnunum.
Diny Heinesen, Toftir, andaðist á Eysturoyar Røkt
ar og Ellisheimi mánadagin, 89 ára gomul. Kistan
fer av Røktarheiminum í Runavík hóskvøldið kl. 19.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni fríggjadagin
kl. 13. Tey, ið vilja minnast Diny, kunnu lata Eystur
oyar Røktar og Ellisheimi eina peningagávu. Konta
í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá okkara elskaði pápi, verpápi og abbi
Heri F. Midjord
Tvøroyri
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri troystarrík orð.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravara.
Takk til Randi Nolsøe fyri vakran sang í kirkjuni.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Tvøroyrar
kirkju, og takk til øll tykkum, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Johanna Maria og Marjun
Dagurin
5. november. Malakias, deyður í 1148. Írskur munkur, sum
varð valdur til biskup í Armagh í Írlandi. Segðist at útinna
mong undurverkini. Summir halda, at sipað verður til
Málaki, tann síðsta av teimum 12 smáu profetunum í Gamla
testamenti. Bíbilska profetanavnið merkir »mítt sendiboð«.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hósdagin var hátíðarløta í
Posthúshjallaranum, sum er
kantina
hjá
Tórshavnar
kommunu. Orsøkin var at
fimm fólk høvdu 25 ára
starvsdag.
Starvsfólkini, sum fingu
blómur, gávur og góð orð á
vegnum frá Heðini Morten
sen borgarstjóra eru Álvhild
Johannessen, Anna Hav
mand,
Poula
Johansen,
Bjørg Mohr og Sofus Han
sen. Eisini var Tórgerð
Hentze heiðrað fyri at hava
arbeitt heili 48 ár í Tórshavn
ar kommunu, har hon enn
starvast í journalini. Helst er
hetta longsta starvsskeið í
kommununi. Starvsfólkini
fingu eisini blómur og gávur
frá G5, sum er innanhýsis
trivnaðarbólkurin, har Bogi
Simonsen er formaður.
Álvhild Johannessen kom
fyrstu ferð í starv hjá Tórs
havnar kommunu 1. septem
ber 1981 á Teknisku deild
og síðan í fólkayvirlitinum.
Eftir ein steðg kom hon aft
ur í starv hjá kommununi í
2002 at lesa inn journalkort,
men fekk skjótt barnaansing
ina og avgreiðsluna annars
við Snarskivuna at umsita.
Anna Havmand byrjaði á
Tannlæknastovuni 26. okto
ber 1984, kom í Snarskivuna
at arbeiða í 2002 og gjørdist
skrivari hjá borgarstjóranum
10. mai 2006.
Poula Johansen byrjaði
sum skrivstovufólk á rokn
skapardeildini 22. oktober
1984 og hevur síðani 1987
starvast sum kassameistari
á roknskapardeildini hjá
Tórshavnar kommunu.
Bjørg Mohr byrjaði sum
ørindagenta á býráðsskriv
stovuni 16. september 1981
og kom so í læru sum skriv
stovufólk. Eftir at hava
starvast á roknskapardeild
ini fór Bjørg á dagstovnin
Lítluskóg at arbeiða. 1. juni
2000 byrjaði Bjørg á Snar
skivuni, 3 ár seinni var hon
í Býlingshúsinum á Flat og
byrjaði so 1. september
2004 á lønardeildini.
Sofus Hansen, sum við
annað høvið fekk blómur og
gávur fyri 25 ára tænastu í
Tórshavnar kommunu, hev
ur verið deildarleiðari á tekn
isku deild og verkfrøðingur
síðani ársbyrjan 1999.
www.torshavn.fo
25 ára starvsdagar
F.v.: Heðin Mortensen borgarstjóri, Bjørg Mohr, Poula Johansen, Anna Havmand, Álvhild Johannessen og Bogi Simonsen
formaður í trivnaðarbólkinum
60 ára føðingardagur
Leygardagin 7. nov. fyllur Óli Johansen, vanliga nevndur
Suðringurin. Føðingardagurin verður hildin í heiminum Sjógøta
135, Tvøroyri. Opið hús frá kl. 1320.
60 ára føðingardagur
23. okt. fylti Solmaj í Lágabø, 60 ár. Dagurin verður hildin
heima leygardagin 7. nov. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 4. nov. verður Arna Dalbø Hansen, Svínáir, 80 ár. Dag
urin verður hildin heima leygardagin 7. nov. frá kl. 12 til kl. 15.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 6. nov. verður Hildigarð Hansen, Syðrugøtu, 90 ár.
Dagurin verður hildin í Gøtubrá frá kl. 19. Øll eru vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen,
Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K
Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í
HBHúsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma,
verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456
(Eirikur) innan 14. nov.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen
(Stina og Dia av Syðradali), gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19.
Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu
siga frá á tel. 456737 ella 458625.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 6. nov. kunnu hjúnini Maria og Hans David P.
Johansen, Strendur, halda gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
Sjókaféini í Runavík saman við familjuni.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 7. nov. hava Jonny og Thomas Jacobsen, Søldar
fjørður, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 8. nov. kunnu hjúnini Herborg og Hildibjart
Johansen, Tórshavn, halda gullbrúdleyp. Tey ið ynskja at heilsa
uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin til eina hugnaliga løtu í
Starvsmannafelagshúsinum J.H. Schrøtersgøta 9 frá kl. 12 til 17.
Gullbrúdleyp
28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fugla
fjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum
í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin
saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 737751 ella
toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov.
Diamantbrúdleyp
Mánadagin 9. nov. hava Amalie og Jens Mouritsen, Sørvágur,
verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 14. nov. frá kl. 18 hjá
soninum, á Magnusarbø 6, Sørvágur.
merkisdagar
Lesið
-so eru tit við!