Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. november 2009 Sosialurin var á staðnum, tá Gunnar Nielsen saman við eyka liðnum hjá Man­ chest er City vunnu á grann inum úr Manchester Uni ted. Gunnar spældi all­ an dystin og var nøgdur við bæði lið avrikið og sítt eg na avrik. Føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Niel sen livir eina tilveru, har hann til dagligt venur saman við nøkrum av heimsinsbestu fótbóltsleikararum. Eftir at Sheik Mansur keypi Man City fyri yvir einum árið síðani, eru fleiri kend fótbóltsnøvn komin á gátt. Tað er millum hesar kendu fótbólts­ leikar ar, at 22 ára gamli Gunnar skal royna at vinna sær fast pláss á besta lið num. Hann venur saman við øll­ um hinum stjørninum, Robinho, Tevez, Barry, Bellamy, Adebayor og ikki minst Shay Given. Írski Shay Giv­ en er í løtuni fyrsta val sum málverji, og tað eru fá, sum seta spurnartekin við tað valið. Hann hevur bjargað Man City fleiri ferðir í ár, og í honum hevur Gunnar eina góða fyrimynd. Týskvøldið stóð eyka liðið hjá Man Utd á skránni, og í málinum hjá verti num stóð Gunnar Nielsen. Hann sá ógvuliga konsentreraður út í upp hiting ini, og bóltadreingirnir høvdu úr at gera, við at renna eftir út spørki num hjá honum, sum endaði langt inni á hálvuni har gestir nir hitaðu upp. Tað regnaði eitt sindur, og vøllurin var vátur. Beint yvir 300 áskoðarar vóru til dyst i n, saman við eini rúgvu av fót­ bólts umboðsmonnum. Dysturin bleiv spældur á einum lutfals liga lítlum stadium beint við­ síðu na av City of Manchester Stadi­ um, sum er leikvøllurin hjá Man City. Lítlið leikvøllurin var bygdur til Common welth games, ið vóru í Man chester í 2002. Eitt stadium við pláss fyri nøkrum fáum túsund áskoð ar um og tak yvir øll siti plássini ­ frá líkur leikvøllur. Tað hava onkuntíð verið kendari nøvn á vøllinum, tá eykaliðini hjá hes um spæla. Hjá Man City var ringt at fáa eyga á nakran, sum vanligi fót bólts elskarin kennir aftur. Man Utd hevði serbiska Zoran Tosic á vinstra vongi. Hann hevur onkrar roynd ir frá fyrsta liðnum, og er eisini at finna á serbiska A­landsliðnum. City omaná Gunnar, ílatin grønum allir sum hann var, hevði okkurt smávegis at gera í fyrra hálvleiki. Longu tá tríggir minuttir vóru spældir, vóru fyrstu ferð boð eftir honum. Ein miðvallari hjá Man Utd royndi at senda ein áleypara avstað, men so skjótt sum bóltur in rullaði inn um brots teig ar­ markið var Gunnar á bóltinum, og tryggjaði at ongin vandi var á ferð. Løtu seinni vóru aftur boð eftir før­ oy ing inum í málinum. Eftir deyð­ bólt støðu endar bólturin við at fara beint upp í loft inni í brotssteiginum. Gunn ar kemur út millum vinir og fígg indar og loftar bóltinum. Hann ferð umkoll, men heldur fast um bólt in. Um miðjan fyrrahálvleik skor­ ar Alex Nimely einasta málið í dysti­ num. Hann skallaði eitt innlegg úr høgru síðu í málið. Eitt lítið korter inn í seinna hálveik, fær ein leikari hjá Man Utd reytt kort fyri at brúka neyðbremsuna. Man City setti seg nú á dystin, og tað var bara hendingaferðina at málið hjá Gunnari bleiv hótt. Einar tvær ferðir høvdu deyðbóltsstøður við sær, at Gunn ar mátti koma út úr málinum og seta nevan á bóltin. Tað var bara tað einu ferðina stutt fyri dystar enda, at vandi var á ferð. Ein av mið­ verj inum hjá Man City rakar ikki bólt in nóg væl, tá hann skal skalla og tað endar við at Gunnar kemur upp á millum hond Gunnar bjargar við eini fót paradu skotinum frá Man Utd áloyparinum. Gjøgnum allan dyst in hoyrdist Gunnar fyri allan vøll in. Hann stýrdi verjuni væl og helt í oyrinum á liðfeløgnum, so teir ikki mistu fokus. Úrslitið var eitt “clean sheet”, sum merkir at einki mál kom í gjøgnum. Tað kunnu Gunn ar og verjan fegnast um. Nøgdur við avrikið Gunnar segði eftir dystin, at hann var væl nøgdur við sigurin og avrikið á vøllinum. Um sítt egna avrik ilskast hann um, at eini tvey av útspørkinum ikki endaði heilt har, ið tey skuldu. Annars var hann nøgdur við sítt av rik, hóast tað ikki var so nógv at gera í málinum hesuferð. Komandi dyst ur in hjá eyka liðnum er móti fyrr ver an di arbeiðsgevarinum hjá Gunnari Blackburn Rovers. Gunnar vann á Manchester United argetrondur@ofit.net Tróndur Arge Komandi dystir hjá Man City reserves 17.11 Man City­Oldham (Senior Cup) 23.11 Blackburn­Man City (Reserves) 01.12 Man City­Hull (Reserves) Støðan Barclays Premier Reserve League Nr. Felag stig 1 Liverpool 18 2 Man Utd. 15 3 Man City 15 4 Burnley 9 5 Bolton 9 6 Blackburn 7 7 Hull 6 8 Sunderland 6 9 Everton 6 10 Wigan 4 FAKTA Saman við lið­ feløgunum er Gunnar Nielsen part ur av oddas tríðnum í norðara parti­ num av Premier Reserves League