Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 5. november 2009 – Nr. 212 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Tvey umfør eru eftir av bólkaspælinum í Champions League, og fleiri staðni er myndin um at tekna seg lidna. Ein mynd, sum væl kann innibera, at hvørki Liverpool ella Bayern München verða millum tey seinastu 16 í Europa Tey bæði stórfeløgini, sum eru tey mest vinnandi týsku og ensku liðini í europiskum høpi, taptu bæði sínar dystir í miðvikuni. Bayern München spældi á heima­ vølli móti Bordeaux, og tað var hampu liga skjótt, at tað gekk galið, tá Gourcuff legði gestirnar á odda eftir 37 minuttum. Tað var annars Bayern München, sum royndi at trýsta, og hagtølini stað festu sítt týðuliga mál í hesum. Eisini í skotstatistikkinum, har Bor­ de aux bara hevði tvær royndir, sum rak tu málið. Tann seinna av hesum var í yvirtíðini, tá vertirnir spentu álops bogan, og so kundi Chamakh økja til 2­0 og tryggja Bordeaux víð­ ari luttøku í kappingini. Bayern München er nú undir hørðum trýsti. Teir eru fýra stig aftan fyri Juventus, og tí fáa teir ikki einsamallir gjørt av, hvør teirra lagna verður í bólka­ spælinum. Og tað sleppur enska Liverpool held ur ikki. Trýstið á enska stórf­ elagið var stórt, tá teir í gjár vitjaðu hjá Lyon, sum í uppgerðini á Anfield fyri tveimum vikum síðani vann óvæntaðan 2­1 sigur. Hesa ferð gekk leingi javnt á, men tá Ryan Babel eftir 83 minuttum skoraði til 1­0, tóktist hetta enn eina ferð at lyfta lagið hjá siðvanda felagnum. Men í yvirtíðini køvdið Lisandro López vónirnar á Anfield, tá hann sendi bóltin í netið til enda­ liga javnleikin. Úrslitið ber við sær, at Liverpool nú er fimm stig aftan fyri Fiorentina, sum er nummar tvey. Enn eigur Liver pool heimadyst móti Fiorentina til góðar, men umframt at kravið her er ein sigur, mugu úrslitini í seinasta umfarinum eisini fløska seg á rættan hátt hjá Liverpool. Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Bordeaux 4 3 ­ 1 ­ 0 6 2 4 10 2 Juventus 4 2 ­ 2 ­ 0 3 1 2 8 3 Bayern München 4 1 ­ 1 ­ 2 4 4 0 4 4 Maccabi Haifa 4 0 ­ 0 ­ 4 0 6 ­6 0 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Manchester Utd. 4 3 ­ 1 ­ 0 7 4 3 10 2 Wolfsburg 4 2 ­ 1 ­ 1 7 3 4 7 3 CSKA Moskva 4 1 ­ 1 ­ 2 6 8 ­2 4 4 Besiktas 4 0 ­ 1 ­ 3 1 6 ­5 1 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Real Madrid 4 2 ­ 1 ­ 1 11 6 5 7 2 AC Milan 4 2 ­ 1 ­ 1 6 5 1 7 3 Marseille 4 2 ­ 0 ­ 2 8 6 2 6 4 FC Zürich 4 1 ­ 0 ­ 3 4 12 ­8 3 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 4 3 ­ 1 ­ 0 8 2 6 10 2 FC Porto 4 3 ­ 0 ­ 1 5 2 3 9 3 Atlético Madrid 4 0 ­ 2 ­ 2 2 8 ­6 2 4 Apoel Nicosia 4 0 ­ 1 ­ 3 1 4 ­3 1 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Lyon 4 3 ­ 1 ­ 0 8 2 6 10 2 Fiorentina 4 3 ­ 0 ­ 1 11 6 5 9 3 Liverpool 4 1 ­ 1 ­ 2 3 5 ­2 4 4 Debrecen 4 0 ­ 0 ­ 4 5 14 ­9 0 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Inter 4 1 ­ 3 ­ 0 5 4 1 6 2 Barcelona 4 1 ­ 2 ­ 1 3 2 1 5 3 Rubin Kazan 4 1 ­ 2 ­ 1 4 5 ­1 5 4 Dynamo Kiev 4 1 ­ 1 ­ 2 6 7 ­1 4 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sevilla 4 3 ­ 1 ­ 0 10 3 7 10 2 Unirea Urziceni 4 1 ­ 2 ­ 1 6 5 1 5 3 Stuttgart 4 0 ­ 3 ­ 1 4 6 ­2 3 4 Rangers 4 0 ­ 2 ­ 2 4 10 ­6 2 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Arsenal 4 3 ­ 1 ­ 0 10 4 6 10 2 Olympiakos 4 2 ­ 0 ­ 2 3 5 ­2 6 3 Standard Liege 4 1 ­ 1 ­ 2 6 6 0 4 4 AZ Alkmaar 4 0 ­ 2 ­ 2 3 7 ­4 2 Týsdagin Bólkur A Bayern München­Bordeaux 0­2 Maccabi Haifa­Juventus 0­1 Bólkur B Besiktas­Wolfsburg 0­3 Manchester Utd­CSKA Moskva 3­3 Bólkur C AC Milan­Real Madrid 1­1 Marseille­FC Zürich 6­1 Bólkur D Apoel Nicosia­FC Porto 0­1 Atlético Madrid­Chelsea 2­2 Mikukvøldið Bólkur E Fiorentina­Debrecen 5­2 Lyon­Liverpool 1­1 Bólkur F Rubin Kazan­Barcelona 0­0 Dynamo Kiev­Inter 1­2 Bólkur G Sevilla­Stuttgart 1­1 Unirea Urziceni­Rangers 1­1 Bólkur H Arsenal­AZ Alkmaar 4­1 Standard Liege­Olympiakos 2­0 Úrslitini í Champions League Champions League bólkarnir Liverpool í trupulleikum Tórður heldur fram í AB Argja Bóltfelag boðar umvegis heimasíðu sína frá, at felagið hevur gjørt eina tveyára samstarvsavtalu við málverjan Tórð Thomsen. Tórður Thomsen kom til AB í farna kappingarárið, tá Heðin Stenberg hjá AB fekk ein álvarsaman skaða. Heðin Stenberg er nú við at koma fyri seg aftur, men á Argjum ásanna tey, at tað er sunt við kapping um øll pláss á liðnum, og tí hava tey valt at longt sáttmálan við Tórð Thomsen við tveymum árum. – Heðin Stenberg hevur eisini sáttmála við okkum komandi kappingarár, og hann er ein knasandi góður málmaður. Við teimum báðum, Heðin og Tórður, í hópinum, eru vit væl fyri. Harvið er so eisini kapping um málmansplássið, sigur Sjúrður Olsen, næstformaður í AB. Tórður Thomsen er uppvaksin í NSÍ, men hevur áður umboðað B68. Hamrén verður landsliðsvenjari Erik Hamrén skal nú venja svenska landsliðið í fótbólti. Tað boðaði svenska fótbóltssambandið frá seinnapartin í gjár. Erik Hamrén var ein av favorittunum til starvið, men tað tóktist, sum at samráðingarnar millum partarnar steðgaðu, áðrenn tær veruliga vóru byrjaðar. Men okkurt er hent seinastu dagarnar, tí nú er staðfest, at Erik Hamrén verður landsliðsvenjari. Erik Hamrén hevur áður verið venjari hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen í AaB, og seinastu tíðina hevur hann vant norska felagið Rosenborg, sum var í Føroyum og spældi Europa Cup dyst í summar. Erik Hamrén heldur fram sum venjari hjá Rosenborg til næsta summar. Svøríki er ikki við í HM­ enda­ spælinum næsta ár, og næsta undankapping byrjar á heysti 2010. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Í yvirtíðini javnaði Lisandro López fyri Lyon, og tá Fioren­ tina samstundis vann greiðan sigur á Debrecen, stendur nú alt annað enn væl til hjá Liverpool Mynd: Polfoto/AP