Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 213 - 6. november 2009 tíðindi Statoil Føroyar er far ið í søguna, og av loys arin eitur Effo. – Hetta er meira enn ein navnabroyting. Hetta er ein nýggj byrj an í einum nýggj­ u m felag, sigur Niels Juul Nattestad, stjóri SamleikaSkifti Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag eitur einki longur Stat oil í Føroyum. Statoil, sum á sinni avloysti Esso, er í dag sjálvt avloyst av ein um nýggjum navni, ið ikki sørt minnir um tað gamla – nýggja navnið er Effo. Talan er tó ikki bert um eina navnabroyting. Nýggju eigar ar nir eru føroyskir, og felag ið hevur sett út í kortið við nýggjum ætlanum fyri fyri tøkuna. - Hetta er ein nýggj byrj- an í einum nýggjum felag, sig ur Niels Juul Nattestad, stjóri í Effo. Nýggja navnið hevur, hóast tað minnir ikki sørt um, einki við tað gamla navn ið Esso at gera. Sagt verður, at navnið Effo er sprottið út Føroya Orku felag, og myndar sam- stundis eisini altjóða stytt- ing inia fyri Føroyar, FO, stavað Effo. Nýtt felag Felagið handan Effo er eisini nýtt, og hartil før- oyskt. - Nýggju eigararnir hava gjørt langtíðaríløgu í fyri- tøku na, ið sær seg sum eitt orku felag. Orkuveiting – ikki bert oljuveiting – er okkara virkisøki, sigur Klaus Rasmussen, nevnd- ar for maður í Effo. Hann leggur afturat, at øll sjálvandi vita, at CO2- út lát og komandi altjóða veður lagsráðstevna í Key p- mannahavn, eru ovast á al tjóða dagsskránni. - Okkara fyritøka fylgir væl við gongdini, og vit eru til reiðar at umstilla okkum so hvørt, umstøðurnar, tøkn in og virkis møgu leik- ar nir leggja upp til tað, sig- ur Klaus Rasmussen. Døgntænasta og tó Í samband við at felagið skiftir samleika, boðar tað eisini frá, at farið verður und ir at arbeiða fram móti ein um fullfíggjaðum 24/7 kon sep ti – sum merkir tænas ta alt døgnið runt. Talan verður bæði um døgn tænastu við olju- terminal in í Fuglafirði, sum Effo eigur, har føroysk og al tjóða skip kunnu bunkra. Ei si ni verða gjaldsstøðir set t ar upp á øllum bensin- sølu støðum, sum eru virkn- ar alt samdøgrið. Eisini eru tvær støðir, tann í Gundadali og tann í Skálabotni, høvuðs um- væld ar, og lata upp av nýggj um. Tó merkir nýggja 24/7 konseptið ikki at handlarnir verða opnir alt døgnið. - Vit hava sett okkum fyri, at tað skulu vera automatir allastaðni, og at tað skal vera gjørligt hjá kundunum at fáa samband við okkum alt døgnið. Hetta er ikki, at handlarnir skulu vera opnir alt døgnið, staðfestir Niels Juul Nattestad, stjóri í Effo. Alt hevur broytt útsjónd Frá í dag av broytir alt út sjónd, sum hevur við Effo at gera. Búmerki, litir, snið og so framvegis eru nýggj, og tað fer aat síggjast aftur hjá starvs fólkuim, á bygn ing- um, bilum og annars øllum tilfrai frá Effo. - Vónandi taka fólk væl móti endurnýggjaða felag- num og tænastuni, sum nú gerst enn betr, sigur Niels Juul Nattestad, stjóri í Effo. Væntað verður at tað tek- ur eina viku, áðrenn allar støðirnar í landinum hava fing ið gjøgnumført sam- leika skiftið. Effo avloysir Statoil Nú skulu føroyingar eisini venja seg við at síggja bilar við hesum búmerkinum á. Statoilbilarnir eru farnir í søguna, og nú eitur tað Effo. Fyrstu bilarnir eru longu komnir út á vegirnar, og samleikaskiftið verður væntandi liðugt um eina viku Mynd: Jens Kristian Vang Grønland við í veðurlagsavtalu Grønlendska landsstýrið og danska stjórnin samdust í gjár um, at Grønland fer at taka undir við einari veðurlagsavtalu á ráðstevnuni í Keypmannahavn, men at avtalan skal ikki forða grønlendingum at útbyggja vinnulívið. Sambært Kuupik Kleist, landsstýrisformanni, merkir tað, at Grønland kann fara undir oljuvinnu, fullføra útbyggingar innan aluminiumsvinnuna og aðra vinnu tey næstu 30 árini, tó við atliti til umhvørvið. Tað var úrslitið av einari telefonsamrøðu, sum hann hevði við Connie Hedegaard, veðurlagsmálaráðharra í gjár, sigur grønlendska kringvarpið. Valevni fekk hóttanir Roya Moore, sum er valevni hjá konservativa flokkinum til kommunuvalið í Odense, hevur biðið løgregluna kanna, hvør tað var, sum sendi henni ein sera óhugnaligan teldupost fyrr í vikuni. Í teldupostinum stóð millum annað "Død over Roya", at hon er ósaklig, og at maður hennara er ein svíkjari. Leiðslan í Konservativa Fólkaflokkinum er skelkað av hendingini. Lene Espersen, floksformaður, sigur við DR, at tann, sum hevur sent teldupostin, hevur als ikki skilt tað danska samfelagið. Roya Moore sigur, at hon heldur fram við valstríðnum. Tá tiltakið Føroyar móti Krabba var í Norður- landa húsinum fyri viku síðan, lovaði Statoil, sum tað tá æt, at 25 oyru av hvørjum seldum litri av brennievni komandi vikuna – tó í minsta lagi 100.000 krónur, skuldu latast Krabba meins- felagnum. Tann hand an- in var í dag í samband við navnaskiftið til Effo, og gjørdist talan um ein gávu kekk áljóðandi til- samans 125.000 krónur, sum verða latnar Krabba meinsfelagnum. - RN 125.000 til Krabba­ meins felagið