Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 4 VIKUSKIFTI Mariann Poulsen Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í fjør gjørdist ein ung føroysk kvinna stóra søgan í donsku miðlunum. Havna daman Mariann Poulsen gifti seg við fongslaða drápsmanninum Peter Lundin, og so var tað næstan sjálv sagt, at sambandið millum vøkru føroysku kvinnuna og ræðandi dansk- amerikanska drápsmannin var forsíðu- stoff hjá tabloidbløðunum. Giftarmálið, sum vardi styttri enn tey flestu, ekkóaði land og ríkið runt. Og Mariann Poulsen er ikki heilt gloymd – hon kann framvegis verða ein áhuga verd søga í donskum – ja, helst eisini føroyskum – miðlum. Tað upp- livdi hon nú um dagarnar, tá ið litaða viku blaðið Se & Hør legði hana undir at smugla hassj inn í fongslið til fyrr- verandi mannin. Søgan varð bygd á eina lepa, sum Peter Lundin skuldi havt sent Mariann. Har bæð hann hana taka hassj við til sín. Men tað var nú absolut einki prógv um, at Mariann veruliga hevði gjørt tað, og Se & Hør mátti so pent taka søguna aftur, eftir at hon varð prentað. Seinasti túrurin í miðlamylluni fekk Mariann Poulsen at gera bart við einum opnum skrivi, sum hon hev ur lagt á nýggju heimasíðuna kandetpasse.dk. Hendan heimasíðan tekur ímóti rættingum og glepsum frá kendum dønum, sum halda seg verða illa við farnar ella skeivt endurgivnar í donskum miðlum. Fólk hugsa sítt Mariann Poulsen greiðir í skrivinum frá, at hon hevur ikki smuglað hassj til Peter Lundin, soleiðis sum Se & Hør róði framundir. Um tað mundið, tá ið Lundin skuldi havt skrivað henni bræv- ið um at skaffa sær hassj, hevði hon sam band við fyrrverandi mannin fyri at fáa hjúnarskilnaðarpappírini undir- skrivað. – Øll søgan byggir á eina lygn. Ett bræv, sum skuldi sendast til mín, kom ongantíð fram, men endaði í fjøl miðl- unum, og tað bygdi Se & Hør sína søgu á. Men eg havi eg ikki fingið brævið, og hevði eg fingið tað, hevði eg ikki smuglað nakað hassj í fongslið, sigur Mariann Poulsen. – Eg veit væl, at eg havi oddsini ímóti mær. Ein og hvør, sum lesur eina slíka søgu sum hana hjá Se & Hør, hugs ar ivaleyst, at hatta má passa. Eg gifti meg við Peter Lundin, og eg kann ikki rættiliga seta orð á, hví eg gjørdi tað. Men eg var hugtikin av einum per- sóni og elskaði hann, hóast eg visti um hansara illgerðir. – Tí er tað trupult hjá mær at fáa fólk at lurta, men eg vil gjarna hava sann- leikan fram, og eg havi ikki smuglað rúsevni fyri Peter, sigur Mariann Poulsen. Siga einki av tí góða Mariann Poulsen heldur, at fólk hugsa ofta tað ringa um hana og hava ilt við at ímynda sær, at hon eisini er ein mamma og ger nakað gott. – Eg veit væl, at eg havi ilt við at sann føra fólk um, at eg sigi sannleikan, og nógv fólk undrast stórliga á tað, sum er hent, men tað geri eg í grundini eisini. Mítt hjúnarband við Peter Lundin var óumhugsað, men tað merkir ikki, at alt síðani eisini er tað. – Mínar gerðir hava havt stórar av- leið ingar, og tá ið ein slík søga kemur í bløð ini omaná tað heila, ávirkar tað meg og tey rundan um meg. Eg hevði aldrin ímyndað mær, at pressan skuldi fáa so stóra ávirkan á mítt lív, men maktin hjá teimum er stór, sigur Mariann Poulsen. – Umrøðan, sum eg fekk eftir giftar- málið við Peter Lundin, hevur millum annað havt við sær, at eg varð biðin um at gevast á skúlanum, har eg gekk, og øll lýsingin av mær sum menniskja var fremmand og langt frá tí, sum eg í veruleikanum eri. Eg skilji væl, at bløðini vildu skriva søguna, tí hon var góð, men tað var eyðsýnt, at tað var eingin objektivitetur í skrivingini, og viklingin varð gjørd frammanundan. Mariann Poulsen heldur, at bløð til- vitað hava valt og vrakað, so hon ikki skuldi virkað sympatisk. – Flestu myndirnar av mær hava ver ið av einum ávísum slagi – antin havi eg havt eina sigarett í hondini, verið troytt ella fangað eina býttisliga løtu. Bakgrundsupplýsingarnar eru sor- teraðar, og mín fortíð sum sjálvboðin og vælgerandi felagsskapum, mín lestur á universiteti og mítt lív sum mamma er vinklað ella tikið burtur, sigur Mariann Poulsen. Mariann Poulsen fekk eina umbering frá Se & Hør fyri greinina, blaðið hevði um hana, og sambært Mariann Poulsen hevur hon eisini fingið boðið 20.000 krónur í endurgjaldi frá blaðnum. Fólk trúgva tað ringasta um meg – Eg vEit væl, at Eg havi ilt við at sannføra fólk um, at Eg sigi sannlEikan, sigur Mariann PoulsEn, sum harmast um viðfErðina, hon hEvur fingið í fjølmiðlunum. hon hEldur, at Eingin nEvnir nakað positivt um hana, Eftir at hon Eitt skifti varð gift við PEtEr lundin. giftarmálið hEvur havt stórar avlEiðingar fyri hana Eg gifti meg við Peter Lundin, og eg kann ikki rættuliga seta orð á, hví eg gjørdi tað. Men eg var hugtikin av einum persóni og elskaði hann.