Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 230 - 28. november 2001 Nr. 230 - 28. november 2001 3 Útlitini til, at endi fæst á verkfallinum hjá Føroya Pedagog- felag, eru ikki góð. Semingsfólkini hava roynt at fingið part- arnar til samráð- ingarborðið aftur, uttan at hetta er eydnast VERKFALLIÐ Turið Kjølbro Hóast royndir frá sem- ingsfólkunum at fáa Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálastýrið og kommunalu arbeiðsgev- arafeløgini hinumegin at taka samráðingarnar upp- aftur, og at báðir partar siga seg vera til reiðar at sessast aftur við borðið, kunnu vit staðfesta, at langt er ímill- um partarnar. Frá samráðingarleiðaran- um hjá kommununum og Fíggjarmálastýrinum, Tummasi Magnussen, hev- ur Føroya Pedagogfelag fingið at vita, at tænastu- menninir í Føroya Peda- gogfelag ikki kunnu vera í somu lønartalvu sum hinir limirnir hjá felagnum. - Vit hava fingið fleiri ymiskar grundgevingar fyri, hví hetta ikki skal lata seg gera, men ein sakførari, vit hava sett okkum í sam- band við, sigur hinvegin, at hvørki løgfrøði ella tek- nikkur forða fyri, at tæn- astumenninir kunnu koma í somu lønartalvu, greiðir Carita Björklund. Eingi undantøk Undan semingini fyri trim- um vikum síðani, skrivaði Føroya Pedagogfelag øðru- megin og Fíggjarmála- stýrið, Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunala Arbeiðsgev- arafelagið undir avtalu, sum segði, at arbeiðast skuldi fram ímóti eini løn- artalvu fyri allar limirnar í Føroya Pedagogfelag. Í av- taluni vóru eingi undantøk tikin fyri tænastumenninar í Føroya Pedagogfelag. - Grundarlagið varð lagt soleiðis, at allir okkara limir kunnu leggjast inn í eina lønartalvu. Nú ar- beiðið hjá okkum er liðugt, fáa vit at vita frá mót- partinum, at tænastumenn- inir kunnu ikki vera í somu lønartalvu. Hesin spurning- urin hevur aldri verið viðgjørdur, hóast Tummas Magnussen hevur tikið fyrivarni fyri tænastumonn- unum út frá tí sjónarmiði, at um lønarhækkingin til teirra verður ov stór, at hon fer upp um avtalaða karm- in. At tænastumenninir ikki kundu koma í lønartalvuna, hevur ongantíð verið nevnt, sigur Carita Björklund. Føroya Pedagogfelag heldur fast við, at allir teirra limir skulu í eina lønartalvu. - Vit halda fast við gjørda avtalu, sum er undirskrivað av øllum pørtum. Tað ber ikki til at arbeiða á hendan hátt, fyrst at skjóta seg inn undir tey 12 prosentini, sum mótpartinum segði, at vit fóru upp um, og nú tæn- astumenninar, sum ongan- tíð hevur verið viðgjørt. Vit hava tí einki álit á mót- partinum. Fyri okkum sær tað út sum illvilji ímóti okkum, sigur Carita Björk- lund. Umhugsa tiltøk Verkfallið hevur vart í eina góða viku nú. Spurd um, hvat skal til, fyri at Føroya Pedagogfelag kemur aftur til samráðingarborðið, sig- ur Carita Björklund. - Vit hava brúk fyri eini ógvuliga góðari grundgev- ing fyri, at tað ikki ber til at tænastumenninir eru um- fataðir av somu lønartalvu sum hinir limirnir. Vísir tað seg soleiðis, at tað ikki ber til, er tað sera harmiligt, at hetta ikki er komið fram fyrr enn nú. Í gjár varð fundur millum nevndina í Føroya Peda- gogfelag og álitisfólkini í felagnum. Eitt mál á skránni var, hvussu tiltøkini í verkfallinum kunnu herð- ast. - Tað kann hugsast, at vit taka undantøkini aftur, sum eru givin, sigur Carita Björklund, og sipar til undantøkini, sum eru givin Føroya Barnaheimi, Rókini og øðrum serstovnum, har fólk hava sítt heim. Tænastumenninir uttanfyri Samráðingarleiðarin hjá mótpartinum, Tummas Magnussen, vísir aftur tí, sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag sigur. - Tænastumenninir hava aldri verið ein partur av samráðingunum og tí sigur avtalan einki um teir. Áðrenn vit fóru undir sem- ingina, gjørdu vit Peda- gogfelagið vart við, at tænastumenninir ikki verða fevndir av lønartalvuni. Saman við lønartalvuni hjá tænastumonnunum er ein eftirlønarskipan, og spurn- ingurin er, hvussu eftirlønin hjá teimum skal útroknast, um lønartalvan hjá teimum verður burtur. Tí eru teir uttanfyri eina lønartalvu, sigur Tummas Magnussen. At gera eina lønartalvu fyri allar limirnar í Føroya Pedagogfelag, var ikki eitt av upprunakrøvunum hjá Føroya Pedagogfelag. Tað kom ikki fyrr enn partarnir fóru til seming. Tummas Magnussen heldur, at hesin spurningin aldri átti at verið komin uppí samráð- ingarnar. - At gera eina lønartalvu er ógvuliga fløkt og um- fatandi, og vit søgdu tí beinanvegin, at hetta átti ikki at verða gjørt undir samráðingunum. Tað er als ikki vist, at vit nakrantíð verða samd um eina lønar- talvu. Vit skutu tí upp fyri Pedagogfelagnum, at teirra limir fáa somu lønarhækk- ing sum onnur hava fingið, og síðani kunnu vit taka spurningin upp viðvíkjandi lønartalvuni. Men hesum hava tey avvíst. Tummas Magnussen vísir eisini aftur, at tey hava illvilja ímóti Pedagogfelag- num. - Hatta er tað reina tvætl. Vit hava alla tíðina víst ein erligan vilja at samráðast. Hann undrast yvir, at Føroya Pedagogfelag legg- ur so hart út í verkfallinum við at skerja serstovnar so nógv. - Alt skal valdast. Tað hevur ikki verið siðvenja, at verkfall skal ganga út yvir heilsuna hjá einstøkum, sigur Tummas Magnussen, sum einki boð uppá, nær hetta verkfallið verður av. Tá ið eg havi málað summarhúsið og Pílagrímar eru heitini á nýggjastu útgáv- unum hjá Mentunar- grunni Studenta- felagsins ÚTGÁVUR Turið Kjølbro Mentunargrunnur Stu- dentafelagsins hevur givið út eina skaldsøgu og eitt stuttsøgusavn. Talan er um skaldsøguna Tá ið eg havi málað summarhúsið eftir Oddvør Johansen og stutt- søgusavnið Pílagrímar eftir Hanus Kamban. Søgugongdin í skald- søguni fer fram í Havnini í 90-unum. Tann hálvvaksni Pedda hevur ilt við at fóta sær, og vanlukku blanding- urin av samfelagskreppu og rúsevnum ger tað ikki lættari. Men tað er altíð vón fyri framman. Hanus Kamban gjørdi í áttatiárunum hol í sjógv í føroyskari stuttsøguskriv- ing við trimum søvnum. Nú ger høvundurin aftur vart við seg í níggju viðkom- andi og spennandi søgum undir heitinum Pílagrímar. Í vikuskiftisinnlegginum í Sosialinum fyri viku síðani ummældi Andrias Justesen savnið. Tá ið eg havi málað summarhúsið er 116 blað- síður og kostar 220 krónur. Pílagrímar er 131 blað- síður og kostar somuleiðis 220 krónur. TØKK Ein hjartans tøkk til tykkum ið stuðlaðu Sjálvsstýrisflokkinum og mær persónliga á fólkatingsvalinum. Eyðun Elttør Sjálvstýrisflokkurin Nýggj skaldsøga og nýtt søgusavn Føroya Tele og Sosialurin hava gjørt samstarvs- avtalu um, at Sosialurin í fram- tíðini fer at leggja út tíðindi á heima- síðuna hjá Føroya Tele, www.portal.fo TÍÐINDI Á INTERNETINUM Eirikur Lindenskov Frá í dag at rokna er tað Sosilaurin sum fer at leggja út tíðindi á heimasíðuna hjá Føroya Tele, www.portal.fo, sum síðani 1999 hevur virkað sum tíðindamiðil á internetinum. Føroya Tele hevur higartil havt tíðindafólk í starvi, men við nýggju avtaluni, verða tað fólk hjá Sosialinum, sum fara at standa fyri hesum arbeiði. Internetið hevur sum tíðindamiðil vunnið nógv fram seinastu árini, og er tað vorðið alt meira vanligt, at tele- feløg o. o. hava sínar egnar miðlar, ella portal- ar, sum tað verður nevnt. Síðani september 1997 hevur Sosialurin havt sína egnu heimasíðu, InternetSosialin, og verða ongar broytingar tí viðvíkjandi. Á www.portal.fo verða tíðindi fyrst og fremst løgd út í ar- beiðstíð gerandisdagar. Seinni verður skipanin útbygd við meira tilfari. Dentur verður lagdur á føroysk tíðindi, men ein partur fer eisini at fevna um útlendskt tilfar. Samstundis sum So- sialurin tekur yvir tíð- indapartin á www.portal.fo, fer Sosialurin eisini at leggja ítróttartíðindi út á www.sportal.fo, sum Føroya Tele nú eisini eigur. Enn sum áður verður tíðindatænastan hjá Føroya Tele ein ókeypis tænasta. Sosialurin skrivar tíðindi á www.portal.fo Stendur í botni Samráðingarleiðararnir, Carita Björklund og Tummas Magnussen. C M Y K 3 2