Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 230 - 28. november 2001 Nr. 230 - 28. november 2001 5 Eirikur Lindenskov Helena Dam á Neystabø hevur í dag meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum. Hon stillar ikki upp til komandi løgtingsval fyri flokkin og verður ikki stillari. Hon stuðlar tó samgonguni og hennara politikki á sama hátt sum higartil, har hon heldur tað vera skilagott. – Soleiðis sum gongd- in í Sjálvstýrisflokkin- um hevur verið seinastu tíðina, og soleiðis sum støðan er vorðin, havi eg - eftir drúgva umhugsan - avgjørt at taka mer úr flokkinum, sigur Helena Dam á Neystabø í brævi til Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. Víðari sigur Helena Dam á Neystabø, at hon metir tað vera rætt, at álitisfólkini í flokkinum nú fáa hvøi og ikki minst frið til at skipa seg og flokkin soleiðis, sum tey halda gagnar flokkinum best, uttan at hon skal vera partur í hesum. – Henda avgerð ber sjálvsagt við sær, at eg ikki kann stilla upp fyri flokkin og heldur ikki vera stillari fyri flokkin til komandi løgtingsval. Eg ætli mær kortini at verða verandi løgtings- limur til løgtingsvalið, men tó ikki sum limur í tingbólki Sjálvstýris- floksins, sigur hon. Í løgtinginum fer He- lena Dam á Neystabø eftir bestu sannføring at virka fyri teimum sjón- armiðum, sum flokkurin hevur staðið fyri. –– Eisini fari eg fram- vegis at stuðla samgong- uni og hennara politikki á sama hátt sum higartil, har eg haldi tað vera skilagott, sigur Helena Dam á Neystabø. At enda í brævinum takkar Helena Dam á Neystabø hjartaliga Suðurstreymoyar Sjálv- stýrisfelag fyri gott samstarv hesi árini, hon hevur umboðað flokkin í løgtingi og landsstýri. Helena Dam á Neysta- bø var fyrstu ferð vald á ting við valið 17. no- vember 1990, og hevur hon umboðað Sjálvstýr- isflokkin á tingi síðani, vald í Suðurstreymoy. Helena Dam á Neystabø farin úr Sjálvstýris- flokkinum Politikarum, sum skifta flokk, hevur ikki verið langt lív lagað í føroyskum politikki. Politiska framtíðin hjá Helenu Dam á Neystabø sær statistiskt ikki nakað serlig út FLYTING Edvard Joensen Føroyskir politikarar, sum hava skift millum flokkar, verða traditionelt revsaðir av veljarunum, sum hóast alt tykjast flokstrúgvari, enn valtøl av og á vísa. Seinnu árini hava nakrir føroyskir politikarar roynt at skift flokk. Serliga hevur tað verið í samband við val, at teir hava valt at stilla upp fyri annan flokk, enn tann, teir hava umboðað, ella eisini verið settir í samband við. Av landspolitikarum tykjast tað í dag bara vera Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum og Finnbogi Arge, sum í dag umboðar Fólkaflokkin, sum er komin aftur í aftur eftir eitt floksskifti. Finn- bogi Arge varð kortini ikki afturvaldur, men situr á tingi sum varamaður fyri Bjarna Djurholm, ið er landsstýrismaður. Tá fyrrverandi formað- urin og løgtingsmaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Lasse Klein, ikki varð afturvaldur, royndi hann eisini at skifta flokk og stillaði upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Tað gav ikki tað ætlaða úrslitið, og Lasse klein hevur verið burtur úr politikki seinasta valskeiðið. Sama hendi við Jákupi Olsen í Vági, sum frá at vera tjóðveldismaður, fór upp í Kristiliga Fólkaflokk- in, sum hann umboðaði eitt skifti. Síðan royndi hann at koma á ting fyri Fólka- flokkin í Suðuroy, men tað bar ikki til. Tordur Niclasen hevur eisini umboðað tvinnar flokkar í føroyskum poli- tikki. Hann byrjaði í Kristi- liga Fólkaflokkinum Før- oya Framburðs- og Fiski- vinnuflokki, men fór burtur úr og stovnaði Miðflokkin, sum hann umboðaði eitt skifti. Heldur ikki hann varð afturvaldur við seinasta val og hevur verið rímiliga kúrrur síðan. Hann stillaði upp aftur fyri Miðflokkin til fólkatingsvalið, men fekk, hóast hann gjørdist nummar tvey á listanum, bara ein slakan triðing av atkvøðutalinum, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður floksins, fekk. Verkamannafylkingini, sum í høvuðsheitunum varð stovnað av av fólki, sum fór úr Javnaðarflokkinum í 1994, varð bara eitt skeið lagað á Løgtingi, hóast tey høvdu eitt sera gott val í 1994. Av manningini, sum tað valskeiðið kom á ting og í landstýri, er bara Kristian Mgnussen eftir, men nú sum limur í Javnaðar- flokkinum. Hini bæði um- boðini, Ingeborg Winther og Óli Jacobsen, sum undan 1994 vóru virknir limir í Javnaðarflokkinum, eru ikki í politikki í dag. Kristian Magnussen var seinast uppstillaður til fólkatingsvalið, men fekk har eitt úrslit, sum hann als ikki eigur at vera nøgdur við sum virkin politikari. Niels Pauli Danielsen var tjóðveldismaður, áðrenn hann var við til at stovna Kristiliga Fólkaflokkin. Hann er heldur ikki at finna millum politikararnar, sum roknað verður við í dag. Helena Dam á Neystabø var skrásettur limur í Javnaðarflokkinum í somu viku, sum hon varð upp- stillað til løgtingsvalið í 1990 fyri Sjálvstýris- flokkin. Fyribils tykist ymiskt benda á, at eisini hon er á veg út av politiska pallin- um. Veljarin revsar ótrúskap Kristian Magnussen hevur yvirlivað eitt val eftir at hava skift flokk. men fekk ikki gott úrslit á fólkatingsvalinum Mynd: Jens K. Vang Nýggja stjórnin hjá Anders Fogh Ras- mussen fer at føra sama politikk mót- vegis Føroyum sum undanfarna stjórnin, men sigur, at hon ynskir broytingar í viðurskiftunum. Heimastýrini skulu moderniserast, og tilboðið um loysing liggur framvegis á borðinum, um hetta er tað, føroyingar ynskja VAKTARSKIFTI Magnus Dam Keypmannahavn 13 menn og fimm kvinnur sita í nýggju borgarligu stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð- harra, sum tók við í gjár. 12 ráðharrar eru úr Vinstra- flokkinum og 6 úr Kon- servativa Fólkaflokkinum. Klokkan tíggju vóru teir átjan ráðharrarnir hjá drotningini á Amalienborg, har stúgvandi fult av fólki vóru komin saman at síggja og heilsa uppá nýggju stjórnina. Eftir stuttu samkomuna á Amalienborg fóru ráðharr- arnir á stjórnarskrivstov- urnar og til verka við politikkinum, sum for- maðurin í Vinstra, Anders Fogh Rasmussen, og kon- servativi formaðurin og nýggi búskapar- og vinnu- málaráðharrin, Bendt Bendtsen, hava stungið út í kortið. Viðvíkjandi Føroyum og ríkisfelagsskapinum liggja ongar nýggjar ítøkiligar ætlanir á borðinum. Eins og stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen tosar nýggja stjórnin um ein ríkisfe- lagsskap, har partarnir hava virðing hvør fyri øðrum. - Stjórnin vil varðveita ríkisfelagsskapin sum ein felagsskap millum tríggjar partar á jøvnum føti, Før- oyar, Grønland og Dan- mark. Stjórnin ynskir at moderniserað heimastýrini í Grønlandi og Føroyum í einum konstruktivum sam- starvi við Grønland og Føroyar, stendur í avtaluni millum stjórnarflokkarnar, sum er at líkna við eitt sam- gonguskjal. Føroyingar eiga avgerðina - Samráðingarnar millum landsstýrið um framtíðar støðu Føroya í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin halda fram. Tað er Føroya fólk, sum ger av, hvør framtíðar støða Føroya verður. Seta føroyingar fram ynski um at fara úr ríkisfelagsskap- inum, er stjórnin sinnað at samráðast um hetta. Støðan hjá stjórnini er eisini, at blokkstuðulin til Føroya verður skerdur, tá føroy- ingar yvirtaka málsøki, sum danir í dag umsita. Samanumtikið er talan um eitt framhald av poli- tikkinum hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum teir báðir nýggju stjórnarflokkarnir eisini stuðlaðu í Fólkating- inum. Tað verður ikki sagt nakað nærri um, hvussu nýggja stjórnin kundi hugsað sær, at heimastýrini verða îmoderniseraðî, sum tað stendur í avtaluni. Samráðingar eru í gongd um at yvirtaka fleiri máls- øki, og ætlanin hjá lands- stýrinum hevur verið, at fleiri mál skulu yvirtakast á nýggjárinum. Hetta eru samráðingar, sum í høv- uðsheitum fara fram á embætismannastigi, og tað er ikki greitt enn, um stjórnarskiftið fer at útseta tíðarætlanina hjá lands- stýrinum. Hinvegin er greitt, at hesar fyrireikingar hava ligið á láni, meðan valstríð hevur verið í Dan- mark. Samband verður helst aftur millum stjórnina og landsstýrið, so skjótt And- ers Fogh Rasmussen og hinir ráðharrarnir hava funnið seg til rættis á ráð- harraskrivstovunum. Nýggj stjórn við sama Føroya-politikki Stúgvandi fult av fólki vóru komin saman á slotsplássinum frammanfyri Amalienborg, tá ið Anders Fogh Rasmussen vísti nýggju stjórnina hjá sær fram fyri almenninginum Mynd: Magnus Dam Jústinus Leivsson Eidesgaard Sands Bygdasavn hevur aftur í ár givið út søgurit Kvørnin, um bygdir og fólk í Sandoynni, og sum í teim- um undanfarnu ritunum, so er áhugavert tilfar at lesa. Høvuðsevnið hesuferð er drúgv søgulig frágreiðing um havnina í Skopun og fólk á Skarvanesi. Seinasta fólkið á Skarvanesi varð jarðað í fjør. Jens Marius Hentze hevur skrivað greinin um Skopunnar Havn og greinin er lýst við forvitnisligum myndum og tekningum. Og so oysir hann eisini av søguni í Skopun, sum vit, íð ikki kenna til Skopun meira enn heilt almindiligt, ikki hava hoyrt. Skopun, sum vit kenna bygdina í dag, varð grundað í 1833, men í sekstiárunum komu teir fram á forna steinseting í Álvabø og hendan lýsir búseting úr miðøld. Also, teir fyrstu skopunningarnir vóru katolikkar og teirra gen, streyma ivaleyst í føroyinginum enn, hóast vit einki vita um hetta. Skarvanes er miðaldar- bygd og søgan er væl lýst í Kvørnini. Tilfar hjá Eyðun Winther, sála hava verið dyggur stuðul undir frá- sagnunum um fólk knýtt at Skarvanesi. Eyðun varð føddur í Vestmanna, vaks upp á Sandi, har pápin var sýslumaður og búði sein- astu árini á Skarvanesi. Hann var góður við søguna og nógv tilfar lá eftir hann, tá hann doyði í 1988. Konan Emma Winther, fyrrverandi kommunulækni í Fuglafirði hevur nú gjøgnumgingið tilfarið og skrivað tað inn á teldu. Út- gevararnir av Kvørnini siga, at uttan tilfarið hjá Eyðun, høvdu greinarnar um Skarvanes verið tunnar. Eisini eru fleiri aðrar á- hugaverdar greinar í Kvørnini, meira verður ikki avdúkað her, tí hon er skrivað fyri at fáa pening til vega til Sanda Bygdasavn og fyri 70 krónur, sum ritið kostar, kunnu lesararnir fáa meira at vita. Søgufróðir sandoyingarnir við nýggjari Kvørn Fleiri foreldur seta spurnaðartekin við, um tað er rætt, at tey rinda dagstovnunum fult ansingargjald, hóast børnini ikki verða ansað. Pedagog- felagið heldur ikki, at tey eiga at gjalda fyri onga tænastu, og sak- førari heldur, at tey hava góða orsøk at ivast VERKFALL Stefan í Skorini Pedagogarnir eru í verk- falli, og dagstovnarnir hava verið stongdir í eina viku. Eingin loysn er at hóma í sáttmálatrætuni millum pedagogfelagið øðrumegin og kommunurnar og fíggj- armálastýrið hinumegin. Tí bendir okkurt á, at verk- fallið fer at vera í fleiri dagar enn. Meðan stovnarnir eru stongdir eru foreldur í villareið, hvat tey skulu gera við børnini, og hvussu tey skulu fáa arbeiðið og ansingina at hanga saman. Hóast stovnarnir ikki ansa teirra børnum, rinda foreldur stovnunum pening fyri júst hesa tænastu. Foreldur gjalda 30% av rakstrinum, og kommunur- nar restina. Fleiri foreldur halda ikki, at tað er rætt, at tey skulu gjalda fullan prís fyri ans- ing, tá eingin ansing verður veitt. Illa sperd Umframt at skula gjalda fyri ansing missa foreldur fleiri dagar í arbeiðsløn, tí tey mugu vera heima hjá teimum smáu børnunum. Hetta verður tí steinur omaná byrðu hjá summum. Fyrst at missa ein part av lønini vegna verkfall og samstundis gjalda fyri barnaansingina. Onnur foreldur gjalda fyri barnagentu ella ansing á annan hátt, samstundis sum tey gjalda fyri stovns- plássið. Eitt dømi eru eitt par við tveimum børnum, ið eru í vøggustovu og barnagarði. Eitt vøggustovupláss kostar góðar 2.000 krónur, og eitt barnagarðspláss kostar um- leið 1.500 krónur. Hetta gevur slakar 4.000 krónur um mánaðin. Henda rokningin skal rindast, hóast tænastan, ið goldin verður fyri, ikki verður veitt. Eiga ikki at gjalda Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelag, sum er í verkfalli, heldur ikki, at foreldur eiga at gjalda fyri stovnsplássið, so leingi stovnurin ikki kann veita foreldrum ansing av børnunum. Tey skulu ikki gjalda fyri eina tænastu, tey ikki nýta. Hon leggur afturat, at fleiri missa arbeiðsløn og hava eyka útreiðslur fyri barnagentu. Tí er tað ó- rímiligt. Hesum taka kommunur- nar sjálvsagt ikki undir við. Sunniva Kollslíð umboð- ar Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag í sam- ráðingunum við pedagog- felagið. Hon sigur, at so- leiðis hevur tað altíð verið, tá verkfall hevur rakt dag- stovnaøkið. Hon vísir í hesum sam- band á, at tá dagstovnarnir í vár vóru stongdir vegna verkfall hjá vaskifólkunum, rindaðu foreldur fyri síni ansingarpláss. – Tað er ongantíð stuttligt at gjalda fyri nakað, man ikki fær, men soleiðis er treytirnar nú einaferð, sigur Sunniva Kollslíð. Meðan verkfallið er, fáa pedagogar løn frá fak- felagnum. Kommunan sparir tí lønarútreiðslur, samstundis sum hon fær pening í kassan frá for- eldrum fyri barnaansing. Góða orsøk at ivast Bjørn á Heygum, advo- katur, heldur, at foreldur hava góða orsøk at ivast í, um tað er rætt hjá teimum at gjalda fyri ansingarpláss. – Spurningurin er ógvu- liga áhugaverdur og grund- leggjandi. Vanligt er, at man rindar fyri eina veit- ing, og treytin fyri gjald- inum er, at man fær veiting- ina. Tað fáa foreldur ikki í hesum førinum, sigur Bjørn á Heygum. Tað er ein grundleggj- andi meginregla, tá pen- ingur fer um handilsdiskin, at so verður ein vøra út- flýggjað kundanum. Hvussu leingi skal kundin gjalda uttan at fáa nakað afturfyri? – Foreldur kunnu spyrja, um tey framhaldandi skulu gjalda, tá tey einki fáa aft- urfyri, sigur Bjørn á Heyg- um. Foreldur kunnu við øðr- um orðum við góðari orsøk nokta at gjalda fyri ans- ingarplássið, so leingi tað ikki er veruleiki. Foreldur gjalda fyri onga tænastu Hesi børnini eru nú heima, tí pedagogarnir eru í verkfalli. Tó rinda foreldrini fyri ansingarplássið. Fleiri foreldur spyrja nú, um hetta er rætt Savnsmynd Barnagarðar kring landið eru stongdir. Einki røkist tó fyri eini semju millum pedagogfelagið og kommunurnar Savnsmynd Gamli Guttormur á Skarv- anesi 1826-1917. Meira um hann í Kvørnini, sum er at fáa í bókabúðunum C M Y K 5 4