mikudagur 28. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 230 - 28. november 2001
Nr. 230 - 28. november 2001
7
C
M
Y
K
Búskaparfrøðingurin
Óli Samró sær
oljuvinnuna sum eina
stóra avbjóðing fyri
føroyskt vinnulív. Tað
verður sum tænastu-
veitarar her heima og
uttanlands, at føroysk
virki kunnu koma at
gera seg galdandi. Tað
fer at snúgva seg um
at leggja seg eftir
teimum røttu økjun-
um í sambandi við
eina oljuvinnu, sigur
Óli Samró m.a. í
samrøðu við Sosialin
OLJUVINNA/
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Í einum av teimum kontór-
unum, ið hevur mestsum
besta útsýni í Havnini, situr
búskaparfrøðingurin
Óli
Samró og arbeiðir dagliga.
Hann hevur í dag sína egnu
fyritøku, ráðgevingarfyri-
tøkuna Farec. Útbúgvingin
eitur
búskaparfrøðingur
ella cand.oecon, sum hann
hevur tikið í Århus. Hann
varð liðugur við sín lesna
síðst í áttatiárunum. Hann
hevur virkað í nevndum og
við føroyskum eins og
útlendskum fyritøkum. Í
dag fæst hann við at ráð-
geva, og hann er m.a. eisini
nevndarformaður fyri KJ-
Hydraulik. Tað var eina-
mest í teimum árunum
miðskeiðis í nítiárunum, tá
ið oljuvinna ikki veruliga
hevði fingið fótin fyri seg í
Føroyum, at Óli Samró
byrjaði at fáast við olju-
vinnuna og oljufeløg. Hann
nýtti nógva tíð og orku til at
læra seg, hvussu henda
vinnan loðar saman. Síðani
1998, tá ið oljulóggávan og
oljufeløgini
av
álvara
byrjaðu at finna sær sæti í
Føroyum, hevur Óli ikki
verið so nógv í sjálvum
hjartanum av oljuvinnuna,
men hevur heldur hildið til
í fleiri av teimum fyri-
tøkunum, ið nú flyta seg
nærri og nærri at oljuvinn-
uni, og er tað júst hesin
sami parturin av føroyskum
vinnulívið, sum Óli metir
kann fara at standa seg best
og mennast í sambandi við
eina oljuvinnu á okkara
leiðum.
Sambært
Óla
Samró
kann oljuvinnan í Føroyum
gerast
ferðaseðilin
hjá
føroysku vinnuni til størri
marknaðir kring okkum.
– Vit mugu brynja okk-
um til, at umfatandi broyt-
ingar fara fram innan
føroyskt vinnulív, eins og
vit eisini hava sæð í øðrum
londum, sigur Óli Samró.
Uttanlands
Óli Samró hevur ferðast
nógv í útlondunum, har
hann eisini hevur eygleitt
oljuvinnuna. Oljuvinnan og
heimsrákið vilja broyta ikki
bert talið av fyritøkum í
Føroyum, men tað verður
mestir eisini talan um eina
hugburðsbroyting, um tað
so statt skal eydnast at
fylgja við á altjóða markn-
aðinum. Óli minnist serliga
eina hending, sum var
honum fyri, tá ið hann
vitjaði í Stavanger einaferð.
– Fyrstu ferð eg var yviri
í Stavanger, so var eg eitt
kvøldið millum nakrar av
teimum meira etebleraðu
vinnulívsmenninar í Sta-
vanger. Tá kom kom ein
eldri maður yvir til mín og
segði, at tá ið oljan kom til
Stavanger, so uppførdu
allar fyritøkurnar seg sum
um Tivoli var komið til
býin. Tað var so uppgávan
hjá oljufeløgunum at skilja
millum góðar og ringar,
greiðir Óli Samró frá.
Við hesum dømini sipar
Óli til, at tað ikki eru allar
fyritøkur sum eru egnaðar
til at taka lut í oljuvinnuni,
tí hetta setur rættiliga stór
krøv til feløgini, líkamikið
um almennu myndugleik-
ararnir skipa soleiðis fyri,
at fyritøkurnar á staðnum
fáa summar sersømdir.
Vitan og kapitalur
Í einari føroyskari olju-
vinna, og serliga nú vit
nærkast einum framleiðslu-
skeiðið, eru lyklaorðini,
sambært Óla Samró, vitan
og kapitalur.
– Avbjóðingin er at fáa
vitan og kapital at ganga
upp í eina hægri eind, sigur
Óli Samró. Føroysku fyri-
tøkurnar skulu gerast sterk-
ari fíggjarliga, men so
sanniliga eisini hækka um
teirra egna vitanarstøði.
– Á kapital síðuni snýr
tað seg um kapitalisera
føroysku fyritøkurnar, t.e.
seta pening í(blðm.), sum
skulu vera við í oljuvinn-
uni, sigur Óli Samró.
Tað er ikki óhugsandi, at
útlendskar fyritøkur vera
við sum eitt nú samstarvs-
felagar. Skulu føroyskar
fyritøkur fáa rætta kapital-
grundarlagið, verður tað
mestir neyðugt við íløgu-
feløgum. Ein av teimum
stóru uppgávunum hjá fyri-
tøkunum verður at finna
samstarvsfelagar í granna-
londunum.
Á vitanarøkinum snýr tað
seg fyrst og fremst um at
fáa eina góða útbúgving, og
at fólkið fær altjóða roynd-
ir.
– Tað hevur týdning, at
fólk eisini leita sær útum
kongaríkið at nema sær
kunnleika. Tað er ein veik-
leiki, at øll hava somu út-
búgving og sama hugburð,
sigur Óli Samró.
Óli leggur í sama við-
fangi afturat, at tað er eisini
ein trupulleiki, at tann
størsti parturin av teimum
nýútbúgnu
fólkunum
í
Føroyum enda í almennari
umsiting og almennum
stovnum. Hetta skyldast
fleiri orsøkum, m.a. hug-
burðin, men eisini vinnan
eigur sína skyld í hesum.
– Fólk í Onglandi upp-
fata tað meir sum eina
sjálvfylgju at fara út í tað
privata vinnulívið. Vinnan í
Føroyum hevur sum sið-
venju ikki at nýta nýút-
búgna fólkið, soleiðis at tað
verður trupult hjá einum
nýbyrjara at fáa røttu
royndirnar. Vinnan kemur
ov seint inn, sigur Óli Sam-
ró.
Eisini sær Óli tað nógv
sum ein spurning um hug-
burð, soleiðis sum útbúgna
fólkið tillagar seg til sam-
felagið. Hann leggur dent á,
at tað krevur altjóða for-
mat, um vit skulu røkka
langt sum vinna.
– Oftast eru fólkini so
mikið tilkomin, tá ið tey
eru liðug við teirra útbúgv-
ing, at tey eru vorðin
skyldubundin við familju
og øðrum, at tey leita
kanska fyrst og fremst eftir
tryggleika,
sigur
Óli
Samró.
Formatið, sum Óli sókn-
ast eftir, skal fyrst og fremst
fáast við at duga fakið.
Men tað slepst ikki undan,
at eitt slag av einari
elitudyrking helst má fara
fram, har vitanarstøði kann
hækkast.
Rákið úr Føroyum
Flestu av teimum olju-
feløgunum, sum eru komin
til Føroya, hava sett før-
oyingar í teirra umsiting í
Føroyum, og hesir sita
eisini ovarliga. Sambært
Óla, so eru hesir komnir so
mikið langt við tío teir eru
dugnaligir heldur enn at
vera føroyingar. Búskapar-
frøðingurin á kontórinum
við tí vakra útsýninum ber
ongan ótta fyri, at útlend-
ingar fara at seta seg á øll
tey ovastu sætini í Føroy-
um.
– Sum nú er, so gongur
rákið heldur úr Føroyum.
Ein, sum starvast í Aber-
deen, vil síggja tað sum eitt
stig tann rætta vegin at
sleppa til London, har fleiri
av teimum stóru olju-
feløgunum hava miðstøð, at
arbeiða, men tað er spurn-
ingurin um tað eru líka
penir tankar um at flyta til
Føroya at arbeiða, sigur Óli
Samró.
Føroyingar kunnu sostatt
koma at gera seg galdandi
innan oljuvinnuna í Før-
oyum og eisini uttanlands,
men hetta krevur nakað av
okkum sjálvum.
Búskaparfrøðingurin er
av teirri sannføring, at ein
ógvuliga góður útviklingur
hevur verið at sæð í før-
oyskum vinnulívið seinastu
árini. Eisini almenna um-
sitingin hevur víst framúr
gott hegni á oljuøkinum til
at skipa lóggávu og um-
siting, heldur Óli Samró.
Serkunnleiki
– Tað hevur ovurstóran
týdning, at vit fáa savnað
vitanina í feløg ella kervi.
Vit mugu hava íløgufeløg,
ið skulu fáa spírarnar at
veksa, sigur Óli Samró.
Meðan hann fyllur íaftur
kaffikoppin hjá mær, so
nevnir hann, at tey smærru
virkini hava ikki ráð til til
servitan, t.e. fólk við út-
búgving. Soleiðis at fyri-
tøkurnar eitt nú kunnu fáa
tær røttu góðkenningarnar,
og her hava vit aftur tørvin
til at skipa seg í sterkari og
størri eindir. Spurningurin
er so, um tey yvirhøvur
kunnu vera hesi fyriuttan.
– Føroyska vinnulívið
hevur hækkað nógv um sítt
egna støði, at hetta hevur
lopið hvøkk á fleiri, sigur
Óli Samró.
– Talan er um eitt nýtt
ættarlið í føroyskum vinnu-
lívi, heldur Óli fyri. Í sama
viðfangi spyrji eg Óla, hvør
tað verður, sum fer at
mynda oljuvinnuna í Før-
oyum í framtíðini?
Eftir at hann hevur
hugsað seg um eina løtu, so
sigur hann, at tey sum í dag
mynda oljuvinnuna, tey
vóru ikki har fyri fýra árum
síðani. Tey næstu árini vilja
vit aftur síggja eitt nýtt
ættarlið, soleiðis at tey, ið
fara at merkja mest til
oljuvinnuna, í dag enn sita
á skúlabeinki ella aðra-
staðni og eru ikki komin
framat
enn.
Tey
eru
spírarnir.
Nýggja føroyska vinnu-
lívið fer eisini at síggja
munandi ørðvísi út. Óli
nýtir Norra sum dømi, har
tað í ár 2000 vóru bert 15%
av fyritøkunum, sum eisini
vóru til miðskeiðis í hálv-
femsunum.
Orsøkin
til
hetta eru ymiskar; feløg eru
løgd saman, nýggj eru
komin og nógv detta niður-
ímillum.
Sum áður nevnt, er Óli
Samró sjálvur virkin í
fyritøku, sum kann gerast
og er ein tænastuveitari til
oljuvinnuna. Tað er eisini
hetta slagið av virksemi, ið
vit í Føroyum skulu leggja
okkum eftir, heldur Óli.
– Oljufeløgini og stóru
útbjóðararnir
eru
bert
toppurin av ísfjallinum. Tað
fer at snúgva seg um at
leggja seg eftir teimum
røttu økjunum í sambandi
við eina oljuvinnu. Á henda
hátt kunnu vit gera okkum
galdandi — bæði innan- og
uttlands, sigur Óli.
Hesi næstu árini vera
eisini rættiliga áhugaverd
og avgerandi fyri føroyskt
vinnulív, sum hættar sær í
eina oljuvinnu.
Óli leitar eftir samstarvs-
feløgum, sum vilja og
megna at samstarva sjálv-
støðugt.
– Vit mugu fáa nakrar
eindir, sum ikki fella fyri
fysiskum
avmarkingum.
Heimurin
stendur
ikki
stillur, og vit mugu royna at
fylgja við. Eitt nú bryggju-
kantprinsippið er í stríð við
altjóða reglir hjá eitt nú
WTO, og vit mugu spyrja
okkum sjálvi, hvat tað er vit
fáa burturúr hesum, og um
vit ikki heldur eiga at
leggja okkum eftir at
menna vitanina og tøkni-
frøðina, soleiðis at vit eisini
kunnu fara út í heim, sigur
Óli Samró at enda.
Óli Samró um oljuvinnuna í Føroyum:
Spírarnir í dag fara at eiga vinnuna
– Oljufeløgini og stóru útbjóðararnir eru bert
toppurin av ísfjallinum. Tað fer at snúgva seg
um at leggja seg eftir teimum røttu økjunum í
sambandi við eina oljuvinnu. Á henda hátt
kunnu vit gera okkum galdandi — bæði
innan- og uttlands, sigur Óli
Mynd: Heri á Rógvi
– Sum nú er, so gongur rákið heldur úr Føroyum. Ein, sum starvast í Aberdeen, vil síggja tað
sum eitt stig tann rætta vegin at sleppa til London, har fleiri av teimum stóru oljufeløgunum
hava miðstøð, at arbeiða, men tað er spurningurin um tað eru líka penir tankar um at flyta til
Føroya at arbeiða, sigur Óli Samró
Mynd: Heri á Rógvi
Creamy kemur við
nýggjari jólafløgu,
og í Bretlandi er
áhugin fyri popp-
gentunum vaksandi
CREAMY-JÓL
Eyðun Klakstein
Nú skulu Rannvá og
Rebekka í Creamy syngja
danir í rættan jólahýr. Í
næstum kemur nýggj
jólafløgu út, har tær
báðar væl umtóktu gent-
urnar syngja nýggjar og
gamlar jólasangir.
Ein stakfløga er komin
út, og á hesi fløgu er ein
nýggjur jólasangur, sum
svenski Dreamworld hev-
ur skrivað til Creamy.
»See the snowflakes fall-
ing down" er ein lættur
poppsangur, men hann er
eisini jólaligur, og plátu-
felagið hjá Creamy vónar,
at hesin sangurin kann
fara at slóða fyri nýggju
fløguni hjá Creamy.
Sjálv jólafløgan hjá
Creamy er á gáttini, og
hon kallast »Christmas-
Snow«.
Áhugi í Bretlandi
Føroyska
Rannvá
og
danska Rebekka hava
seinastu
tíðina
havt
undanvind í Bretlandi,
har sangurin »Neverend-
ing Story« hevur verið
nógv spældur á ávísum
sjónvarpsrásum.
Hesin sangurin hevur
fingið so góða undirtøku,
at bæði danska plátu-
felagið og bretar hava
fingið vónir um, at
Creamy kann fáa veruligt
gjøgnumbrot í Bretlandi.
Rannvá og Rebekka
eru við at fara frá at vera
barnastjørnur til at vera
ungdómsstjørnur, og um
hetta lukkast, so kann
næsta tíðin fara at vera
rættiliga spennandi hjá
teimum báðum.
Creamy verður biðin til
nógv ymisk tiltøk, og fyri
í síðstu viku framførdu
tær, tá nýggj skoytibreyt
varð tikin í brúk í Aal-
borg.
Rannvá og Rebekka
í jólahýri
Føroyska Rannvá Joensen skal saman við donsku Rebekku
fáa danir í rættan jólahýr. Her eru tær á skoytibreyt í
Aalborg, har tær framførdu, tá breytin varð tikin í brúk
1000 fólk hava
higartil sæð sjón-
leikin um Mostir
Charley, sum
Klaksvíkar Sjón-
leikarfelag spælir
SJÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Síðan sjónleikurin Mostir
Charley varð frumsýndur
í Atlantis 10. november
hava 1000 fólk verið til
leikin, og tað eru tey í
Klaksvíkar Sjónleikar-
felag sera væl nøgd við.
Tey hava havt 11 sýn-
ingar av leikinum, og átta
av teimum hava verið
útseldar. Fitt av fólki
hevur verið til hinar
sýningarnar.
Seinastu sýningarnar
av leikinum verða hesa
vikuna. Leikurin verður
spældur
í
kvøld
og
hóskvøldið, og so eru
ikki fleiri sýningar settar
á skránna.
Ferðast við leikinum
Mostir Charley er ein
klassikari innan skemti-
leikir, og tað hevur víst
seg, at leikurin eisini
klárar seg meira enn 100
ár eftir, at hann varð
skrivaður.
Hesaferð er tað í upp-
seting, sum Jákup Veyhe
hevur skipað fyri.
Klaksvíkar Sjónleikar-
felag ætlar sær at fara at
ferðast við leikinum, men
tað verður ikki fyrr enn í
január mánaði. Tað er
ætlanin at fara til Oyra-
bakka, Havnar og møgu-
liga onkra aðrastaðni
eisini.
Jólahald
Frá
6
desember
fer
Klaksvíkar Sjónleikar-
felag at hava Jól í At-
lantis. Hetta er serligt
undirhald, sum felagið
ger til børnini undan jól-
um.
Nógvar góðar kreftir í
felagnum eru við í hesum
arbeiði, og ætlanin er at
seta hol á ein nýggjan tátt
í Klaksvíkar Sjónleikar-
felag.
Aðrastaðni hevur verið
vanligt at hava jólasýn-
ingar, men tað hevur ikki
verið vanligt í Klaksvík.
Gongur strúkandi
hjá mostrini
Brasset og hini í sjónleik-
inum um Mostir Charley
hava havt fult hús til flestu
sýningarnar
C
M
Y
K
7
6