Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 230 - 28. november 2001 Nr. 230 - 28. november 2001 9 BORING OG UMSETNINGUR Jan Müller Góðar 100 mill. eru farnar í umfar – tvs. hevur um- setningurin verið í føroyska samfelagnum frá teimum trimum fyrstu leitiboring- unum á landgrunninum í ár. Hetta upplýsti Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Føroyum á oljuráðstevnuni í gjár. Her er talan um tær upp- gávur, sum føroyskar fyri- tøkur hava havt – einsa- mallar og saman við út- lendskum fyritøkum. Talan er m.a. um virksemi knýtt at flúgvingini, útgerðar- havnini og skipaflutningur. Haraftrat kemur oljuverju- tiltakið, trygging oa. Tryggingfelagið Føroyar er sloppið at royna seg í nýggju vinnuni og hevur verið við til at tryggja teir tríggjar brunnarnar. Her er talan um stórar upphæddir, eina millión kr. uppá brunnin. Aftrat hesum skal eisini takast við aðrar inntøkur í sambandi við virksemið tvs. gisting, flutningur ol. Ein av tyngstu postunum er nokk flúgvingin, og har fer so samstarvsfelagið hjá At- lantsflog, Bristow av við tí mesta. Men eftir tí sum Ben Arabo hevði at siga í fyri- lestri sínum, so liggur nógv eftir í føroyska samfelag- num frá hesum fyrstu boringunum. Roynt hevur verið at liva upp til krøvini um føroyska luttøku, har hon er kappingarfør. Sosialurin veit annars at siga frá, at teir tríggir brunnarnir hava kostað oljufløgunum einar 700 mill. kr. Av hesum er størsti útreiðsluposturin umleið 350 mill. kr. leiga av bori- palli og skipi. Tá útvegan av ymsari útgerð og tænast- um, sum bert kann veitast úr útlandinum er farin frá eru so tær umleið 100 mill. kr. eftir frá avleidda virk- seminum í landinum. Annars hava oljufeløgini bundið seg til at brúka aðrar 100 mill. kr. til ym- iskar uppgávur í føroyska samfelagnum yvir 6 ár tvs. einar 17 mill. kr. um árið. 100 mill. kr. í umfar frá oljuleiting Tyrluflutningurin er farin við einum stórum parti av umsetningunum í oljuleitingini og her liggur uttan iva nakað eftir hjá føroyska oljufelagnum Mynd Jan Meira enn 300 før- oyingar og útlend- ingar fyltu stóra salin í Norðurlandahús- inum í gjár, tá Off- shore Faroes 2001 varð sett. Á ráðstevn- uni var m.a. kjarnu- roynd, har olja bløðir úr, frá brunninum hjá Hess víst fram fyri fyrstu ferð. Eftir øllum at døma fer Amerada at bora í økinum næsta ár. Talan er í hvussu er um ein brunn bretsku megin markið. Við hesum brunninum eigur at bera til at fáa týðandi upplýsingar um fundið, sum gjørt er á landgrunninum. LEITING Á ATLANTSMÓTINUM Jan Müller Góða úrslitið hjá Amerada Hess og hinum feløgunum í samtakinum, har feløgini hava funnið týðandi nøgdir av olju, hevur fingið mong at gita, hvat Hess fer at fyritaka sær næsta ár. Felagið hevur bundið seg til at bora enn ein leitibrunn, men nýtist ikki at gera tað í næsta ár. Men felagið hevur so møguleika at bora ein ella fleiri metingar- og avmarkingarbrunnar fyri at vita, um verandi fund er lønandi og hvussu langt tað gongur. Sosialurin hevur frætt, at støða er ikki til, um slíkir metingarbrunnar verða boraðir á føroyska landgrunninum næsta ár, men hinvegin hava vit fingið vissu fyri, at Amerada Hess í næsta ár fer at bora ein leitibrunn í bretska økinum. Amerada Hess og hini feløgini í samtakinum hava nevniliga fingið eitt loyvi, sum liggur beint upp at føroyska markinum og stutt frá tí fundi, sum felagið møgu- liga hevur gjørt á føroyska landgrunninum. Sosialurin skilur, at Amerada Hess fer at bora ein runn í sínum bretska loyvi og at ein slíkur brunn- ur tá vil vera eitt slag av metingar- og avmarkingar- brunni fyri fundið á før- oyska økinum eisini. Tað er nevniliga so, at nógv bendir á, at fundið, sum Amerada hevur gjørt í Gullhorninum gongur yvir í bretskt øki og har er Amerada Hess eins og føroyska oljufelagið At- lants Kolvetni so mikið heppið at eiga loyvið. Ein brunnur í bretska økinum vil kunna geva týðandi upplýsingar um fundið, sum Hess hevur gjørt á landgrunninum, eitt nú hvussu langt tað gongur eystureftir og hvussu goymslan annars ber seg at. Vil væl við og talan verður um eitt lønandi fund, so kann tað merkja, at fyrsta oljufundið, sum varð gjørt og sum avgerð verður tikin um at útbyggja, er eitt fund, sum hoyrir bæði Føroyum og Bretlandi til, men sum bara tað eina samtakið Faroes Partnership kann útvikla. Í hesum liggja stórar avbjóðingar. Keldur blaðið hevur tos- að við vilja annars vera við, at ein rímuliga stórur partur av teimum 170 metrunum av sedimentum, sum er funnin í brunninum, inni- heldur olju. Hetta eru góð tíðindi, sum eisini Útvarpið visti at siga frá nú um dag- arnar. Men enn er ikki greitt, hvussu sjálvt re- servoirið tvs. goymslan virkar. Tað ljóðar, men hetta skal takast við fyri- varni, at møguliga er po- røsiteturin (hvussu tættleik- in er) í sandsteininum, har olja er í, lágur og sama við permabilitetinnum (merkir, hvussu væl oljan streymar gjøgnum). Um so er so merkir tað vanliga, at oljan kann vera torfør at fram- leiða og fáa upp. Hinvegin – er tað so at trýstið í goymsluni er høgt – og tað er okkurt, sum bendir á tað, so vigar hetta upp ímóti hinum negativu tingunum. Blaðið hevur biðið Ben Arabo um eina viðmerking men sigur hann, at tað er ov tíðliga at siga nakað, men vísir á, at tað sjálvandi bæði eru negativir og positivir faktorarar í teimum fyribils kanningarúrslitunum, sum gjørd eru. Men hetta sigur so einki um endaúrslitið. Tað skilur blaðið kann ganga báðar vegir, hóast tað í løtuni er stórt bjartskygni, at tað er staðfest, at olja og møguliga nógv olja er og at jarðfrøðiligu fyritreytirnar fyri at gera ein lønandi fund eru til steðar. Í Norðurlandahúsinum í gjár vóru fleiri sera áhuga- verdir fyrilestrar um tær tríggjar boringarnar. Niður- støðan var greið: tað er sera heppið fyri framtíðar leit- ingina, at Amerada Hess hevur funnið olju. Hetta ger, at áhugin fyri at leita heldur sær og mennist og tað gevur eisini nógvar týð- andi upplýsingar til bæði føroyskar myndugleikar at brúka í eini møguligari 2. rundu og til oljufeløgini, sum skulu gera av, hvar tey vilja seta borin í, tá hinir fimm brunnarnir skulu borast og tá farast skal longur vestur inn undir basaltið. Fyrsta føroyska oljan Millum mongu áhugaverdu fyrilestrarhaldararnar í gjár var eisini John Smallwood, sum hevur staðið fyri jarðfrøðiliga partinum av boringini. Fyri fyrstu ferð avdúkaði hann kjarnuprøva frá boringini, har olja sæst seyra úr steininum. Stein- urin er kannaður í Bret- landi. Í framløgu síni tosaði hann um góða úrslitið av boringini men nevndi eisini tær avbjóðingar, sum basaltsillarnar hava við sær fyri komandi leiting. Frá setanini av oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum Mynd Jens K Vang Amerada borar bretsku megin markið næsta ár Tíðindini um at olja goymir seg í undir- grundini hevur fingið áhugan fyri oljuráð- stevnuni hjá Vinnu- húsinum og olju- vinnufelagnum at veksa. 260 fólk vera við hesar tveir dag- arnar sum ráðstevnan tekur, har ein eftir- meting verður gjørd, samstundis sum tað verður hugt frameftir OLJURÁÐSTEVNA Heri á Rógvi Tað er ikki fyrr enn klokk- an er ellivu á kvøldi, at tað eydnast okkum at fáa nakrar minuttir frá Maluni Johansen, sum hevur sam- skipa oljuráðstevnuna, Off- shore Faroes 2001. Hon greiðir frá, at 260 fólk vera savnaði í Norður- landahúsinum hesar báðar dagarnar, ið stevnan verður. Tað eru flest føroyingar við á stevnuni, men eisini eru fólk komin úr Stóra Bret- landi, Norra og Danmark. - Vit hava fingið góða hjálp frá oljufeløgunum, sum hava hjálpt okkum m.a. við at finna røðarar, sigur Malan Johansen. Malan Johansen er olju- samskipari hjá Vinnuhús- inum. Hon hevur tikið sær av teimum praktisku viður- skiftunum viðvíkjandi olju- ráðstevnuni hesaferð. - Vit hava valt at skipa ráðstevnuna sum eina eftirmeting fyrst og fremst, men vit eisini tann seinna dagin til at hyggja fram- eftir, sigur Malan Johansen. Eftir hvat skilst so verður tað ein eftirmeting í orðsins rætta týdningi. Men tað verður ikki bert ein ráðstevna við tungan fakpráti, men tað verður eisini pláss fyri at sosiali- sera eitt sindur. Fólk á stevnuni fáa høvi til at hittast, og hesin parturin ber orð á sær at vera minst líka produktivur sum hin parturin. Tað er Føroya arbeiðs- gevarafelag, Vinnuhúsið, sum hevur skipað fyri ráðstevnuni saman við Oljuvinnufelagnum, sum varð stovnað í apríl mánaði í ár. Oljuráðstevna verður týsdagin og mikudagin. Stevnan er ikki opin fyri almenninginum. 260 fólk á oljuráðstevnu Malan Johansen hevur verið samskipari í sambandi við oljuráðstevnuna, Offshore Faroes 2001. Mynd: Heri á Rógvi Norðursamgongan heldur seg vita, hvar Osama bin Laden og Mohammed Omar eru Uttanríkisráðharrin hjá Norðursamgonguni, Ab- dullah Abdullah, segði í gjár, at samgongan heldur seg nú vita, at Osama bin Laden fjalir seg saman við andaliga leiðaranum hjá Taliban, mullah Moham- med Omar. Ráðharrin legði afturat, at í veruleikanum eru teir báðir kringsettir og sleppa ongan veg. - Eg haldi, at vit hava eftirlit við bin Laden og monnum hansara, og at teir ikki fáa gjørt um seg long- ur, segði ráðharrin. Allar keldur siga, at Osama bin Laden og Mo- hammed Omar eru eina- staðni nærhendis býnum Kandahar. Norðursam- gongan hevur verið varin við at senda hermenn so langt suður í landið, og tí hevur USA nú valt at senda hermenn til hermótið við Kandahar, so býurin kann takast. Amerikanarar siga, at teir ætla at nýta floghavnina í Kandahar sum miðstøð til tað endaliga álopið á býin, sum er høvuðsborgin hjá Taliban-rørsluni. Norður- samgongan sigur, at teir eru til reiðar at lata nakrar av sínum monnum hjálpa amerikanarunum í seinasta álopinum. (Fartekst) USA og Bretland ætla at víðka kríggið ímóti altjóða yvirgangi. Somalia, Jemen og Sudan standa fyri skotum, og tey fyrstu álopini verða væntandi longu í januar George W. Bush, forseti og Tony Blair, forsætis- ráðharri hava sambært bretska blaðnum Sumday Times lagt ætlanir um at víðka kríggið ímóti altjóða yvirgangi. Blaðið, sum bar tíðindini sunnudagin, sigur seg hava tey frá vælvitandi keldum í Washington og London. - Tað gongst væl í løtuni, og tí ætla vit at halda fram, sigur ein fregnartænastu- kelda við Sunday Times. USA og Bretland hava fyrr sagt, at Somalia, Jemen og Sudan mugu roknast sum álopsmál í krígnum ímóti yvirgang- inum og serliga ímóti yvirgangskervinum hjá Osama bin Laden. Tað er alment kent, at bin Laden hevur nógvar stuðlar í teimum trimum londunum, og at hann búði í Sudan til 1996. Eygleiðarar halda kortini, at amerikanarar og bretar fara at velja Jemen sum tað fyrsta álopsmálið. Fyri einum góðum ári síðani doyðu 17 ameri- kanskir flotahermenn í einari sjálvmorðsatsókn at herskipinum "Cole", tá tað lá í Jemen. Er fyrireikað Sambært Sunday Times hava amerikanskir og bretskir njósnarar longu verið í teimum trimum londunum, har tei hava roynt at kanna, hvar Osama bin Landen og Al-Qaeda hava sínar støðir. Upplýs- ingarnar eru nú latnar hervaldinum. Bretska blaðið sigur seg hava frætt, at fæst endi á krígnum í Afghanistan skjótt, er væl hugsandi, at álopini á hini trý londini verða sett í verk í januar. Ein talsmaður hjá bretska verjumálaráðnum segði sunnudagin, at fyribils verður høvuðsdenturin lagdur á Afghanistan, men at kríggið har er bara ein partur av einum størri kríggi. - Tað eigur tí ikki at koma óvart á nakran, gera vit av at leypa á mál aðrastaðni, segði talsmaðurin. (Fartekst) UTTAN ÚR HEIMI Halda seg hava funnið bin Laden Ætla at víðka kríggið C M Y K 9 8