Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 230 - 28. november 2001 Nr. 230 - 28. november 2001 11 Fríggjadagin hevði Óli Breckmann sín seinasta arbeiðsdag í Fólkatinginum. Við hvørt val síðan 1984 hevur tað eydnast honum at verða aftur- valdur, men hesuferð gekk tað ikki, og hann noyðist nú at fara av Christiansborg. Men hann kemur aftur, lovar hann. FÓLKATINGSVAL Magnus Dam, Keypmannahavn - Eg eri púra avkláraður. Púra avkláraður. Hetta var tað, eg hevði væntað, og tí kemur tað ikki óvart á. Á gólvinum standa fullu flytieskjurnar, sum Óli Breckmann bað um áðrenn valið týsdagin. Hann visti, at hann kundi fáa brúk fyri teimum og bað um tær í góðari tíð. So vóru tær har, um veljarakanningarnar fingu rætt, og Fólkaflokk- urin misti sína umboðan í Fólkatinginum. Sum kunnugt fingu veljarakanningarnar rætt. Fólkaflokkurin var revs- aður fyri sína ikki heilt greiðu støðu støðu í full- veldismálinum, og Óli Breckmann noyddist fríggj- adagin at pakka flytieskj- urnar í staðin fyri at lata tær tómar inn aftur. Men leiðin út av Christ- iansborg tykist honum ikki tung. Hann er sum vant í góðum lag. Situr við skriv- araborðið og greiðir frá við stórari sigar í høgru hond. Sloyfan er sjálvandi eisini har, og hon situr, sum hon skal. Aftanfyri hann hanga myndir av øllum fólka- tings- og landstingslimun- um, sum hava umboðað Føroyar higartil. Teir vita helst, hvussu Óli Brecmann hevur tað — eru allir fyrr- verandi eins og Óli Breck- mann hevur verið síðani týsdagin. Myndin av hon- um sjálvum er eisini har — niðast til høgru. Nú er hann enn ein í røðini av fyrr- verandi fólkatingslimum. — So manglar bara Jóannes Eidesgaard, sigur hann. Fullveldið hevur skyldina Óli Breckmann situr ikki og grunar yvir, hví veljarin gav honum durafjórðingin hesuferð. Sum hann sjálvur sigur, so er hann avkláraður við støðuna og liggur ikki svøvnleysur um næturnar. Orsøkin er púra greið. - So leingi sjálvstýris- málið liggur og esjar, líður Fólkaflokkurin undir tí, sigur hann. Eftir næstan fýra ár í landsstýrinum hev- ur samgongan enn ikki loyst fullveldis- ella sjálv- stýrismálið, og hetta svíður Fólkaflokkurin fyri. Veljar- arnir hjá flokkinum eru býttir upp í tveir bólkar: Teir, sum halda tað ganga ov skjótt, og teir, sum halda tað ganga ov seint. Nógvir teirra, sum halda tað ganga ov seint, rýmdu úr flokk- inum hesuferð. Teir at- kvøddu fyri Tjóðveldis- flokkinum í staðin. Og fleiri teirra, sum halda tað ganga ov skjótt, settu kross- in við Sambandsflokkin hesuferð. Politiski veruleikin - Trupulleikin er, at vit ikki hava ein nýggjan politiskan veruleika. Við seinasta fólkatingsval høvdu vit ein annan politiskan veruleika — tá gekk tað. Vit fingu mannin. Við seinasta løg- tingsval fingu vit ein nýggjan politiskan veru- leika, men trupulleikin er, at hesin er ikki broyttur síðani. Tað er framvegis sjálvstýrismálið, sum er ovast á politisku dags- skránni, og so leingi tað ikki er loyst, hava vit hend- an sama politiska veruleik- an. Ikki fyrrenn hann er broyttur, kann okkara flokkur gera sær eina vón um at koma aftur. - Javnaðarflokkurin er í somu støðu, vísir hann á. Fyri Javnaðarflokkin er støðan ikki líka ring, men tað er sami trupulleiki. Veljararnir savnast um mót- polarnar Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin, so leingi stríð er um framtíðar støðu Føroya. Stúrir fyri løgtingsvalinum Útlitini fyri, at sjálvstýris- málið er endaliga loyst áðrenn næsta løgtingsval, eru smá. Tí stúrir Óli Breckmann fyri gongdini til komandi val. Óttin fyri, at flokkurin enn einaferð verður revsaður, hongur sum ein støðug hóttan yvir Fólkaflokkinum. - Vit skuldu vent skútuni tíðliga í fjør. Eftir at vit fyrstu ferð sóu, hvussu trupul Nyrup var at fáast við. Høvdu vit gjørt tað og so lækka blokkin longu 1. januar í ár, so hevði støðan sæð eitt sindur øðrvísi út. Tá høvdu fólk sæð, at landið fór ikki um koll, hóast blokkurin varð lækk- aður, og vit høvdu ikki ver- ið revsaðir á sama hátt. - Tað komu ov nógvar útmeldingar. Og nógvir fundir og ov nógv tos og útmeldingar um sáttmálar, avtalur, fólkaatkvøðu og annað — men eingin enda- lig loysn, vísir hann á. Enn hevur hann eins og Anfinn Kallsberg eina vón um, at sjálvstýrismálið skjótt verður loyst. At Føroyar og Danmark gera eina avtalu, sum ber langt fram í tíðina, og har miðjan í føroyskum politikki er við so ella so. Óli farin av borgini Óli Breckmann er nú fyrrverandi eins og allir hinir eru tað, sum hanga á vegginum á skrivstovuni á Christiansborg. Eftir næstan 18 ár í donskum politikki, dumpaði fólkatingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum fyri einari viku síðani. Framhald á næstu síðu Í leygardagssosialin- um stóð at lesa um kommunulæknatæna stuna her í Føroyum. Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at seta læknar, tí arbeiðsviðurskiftuni ofta eru óstøðug, arbeiðsdagarnir lang- ir og arbeiðsøkini stór KOMMUNULÆKNA- TÆNASTAN Ingrid Bjarnastein Kári Rasmussen, formaður í Kommunulæknafelagnum sigur, at støðini har tað er trupult at seta læknar er í tí syðra partinum av landin- um. Í løtuni eru seks ósett kommunulæknastørv í Før- oyum, og sum er nú sær tað ikki út til, at nakar nýggjur føroyskur kommunulækni er á veg. Mett verður eisini, at innan 10 ár fara umleið 11 av núverðandi komm- unulæknum frá vegna aldur. – Hetta er ein trupulleiki, sum vit deila við flest øll lond, og serliga eru tað út- jarðaøkini, sigur Kári Rasmussen. – Um tilgongdin í komm- unulæknum ikki veksur, fer hetta at hava fylgjur fyri kommunulæknatænastuna her á landi. Til dømis koyra vit í løtuni við seks vaktarøkjum. Sum ein fylgja av vantandi læknum kann roknast við, at talan fer at verða um at minka talið á vaktarøkjum, og ger hetta, at færri læknar fara at røkta eitt størri øki, og harvið kann ein siga, at tænastustøðið minkar. Sandoyggin uttan lækna Á Sandoynni hava tey í løtuni ongan faststarvandi lækna, men koyrir Sand- oyggin við avloysarum, sum eru settir í eitt styttri tíðarskeið. – Tað er ikki ráðiligt, at Sandoyggin liggur í lækn- aloysi, men tað vísir seg at verða ógvuliga trupult at seta læknar har. Hetta kemst av, at starvið í Sand- oynni er ógvuliga bundið. Læknarnir koyra í støðug- ari vakt, tað vil siga 24 tím- ar um døgnið allar dagar um vikuna. Teir ungu lækn- arnir í Føroyum tíma ikki sovorðið. Teir vilja eisini hava frí til familju og annað. Eins og Andrias Petersen, kommunulækni í Gøtu, heldur Kári Rasmussen, at hetta er ein ónd ringrás, og um onki verður gjørt slepst ikki úr ringrásini. Men heldur Kári Ras- mussen tað verða ráðiligt, at læknarnir í Føroyum hava so stóra arbeiðsbyrðu? – Ynskiligt er tað ikki. Tað sigur mestsum sjálvt, at tá ein lækni er væl fyri so útførir hann eitt betri arbeiðsavrik, enn tá hann er móður. Læknar eru hóast alt ikki meira enn menn- iskju. Skipanin bíligari Kommunulæknaskipanin í Føroyum er væl bíligari enn til dømis skipanin í Danmark. Í Danmark gjalda tey meira fyri lækn- ahjálp. Talan man verða um triðjingin minni í Føroyum. – Hetta ger, at tað verður verri útvega nýggjar lækn- ar, tí í síðsta enda er talan um minni løn, greiðir Kári frá. – Nógv frísk luft skal til fyri at fáa læknar at arbeiða fyri eina minni inn- tøku enn teir møguliga høvdu fingið aðrastaðni. – Um alt skal virka, so haldi eg, at meiri peningur má í skipaninia, og ein verður noyddur at gera ein størri innsats fyri at fáa arbeiðsviðurskiftini hjá læknunum betri. Fyri at fáa læknar at støðast í útjarða- økjunum, er tað eisini týdningarmikið at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa familjurnar hjá læknunum at trívast. Loysnin til trupulleikan er heilt vist ikki einkul. Men sum er nú mugu sandoyingar og onnur bert brynja seg við toli, tí loysnin sær ikki út til at liggja í nærmastu framtíð. Kári Rasmussen: Sandoyggin ein trupul uppgáva Óli Breckmann bað um flytieskjur áðrenn fólkatingsvalið, tí hann væntaði ikki at verða afturvaldur. Nú eru tær pakkaðar, og Óli Breckmann noyðist av skrivstovuni. Men um fýra ár sleppur hann at pakka tær út aftur niðri á Christiansborg, væntar hann. Statsminister: Anders Fogh Rasmussen (V) Økonomi- og erhvervsminister samt minister for nordisk samarbejde: Bendt Bendtsen (K) Udenrigsminister: Per Stig Møller (K) Finansminister: Thor Pedersen (V) Beskæftigelsesminister: Claus Hjort Frederiksen (V) Justitsminister: Lene Espersen (K) Kulturminister: Brian Mikkelsen (K) Minister for flygtninge, indvandrere og integration samt minister uden portefølje (Europaminister): Bertel Haarder (V) Skatteminister: Svend Erik Hovmand (V) Trafikminister: Flemming Hansen (K) Minister for videnskab, teknologi og udvikling: Helge Sander (V) Fødevareminister: Mariann Fischer Boel (V) Forsvarsminister: Svend Aage Jensby (V) Miljøminister: Hans Christian Schmidt (V) Indenrigs- og sundhedsminister: Lars Løkke Rasmussen (V) Kirkeminister: Tove Fergo (V) Undervisningsminister: Ulla Tørnæs (V) Socialminister og minister for ligestilling: Henriette Kjær (K) Men at tað verður trupult, veit Óli Breckmann helst líka so væl sum flestøll onnur. Eingin verri enn Nyrup - Fogh kann ikki blíva verri enn Nyrup, sigur Óli Breckmann um nýggja borgarliga forsætisráðharr- an í Danmark. - Tí er tað harmiligt, at eg ikki sleppi at virka fyri einari loysn frá fólkatingsins røðarapalli. Uppgávurnar á Fólka- tingi letur hann upp í hend- urnar á Høgna Hoydal og varamaninum Torbjørn Jacobsen og Lisbeth L. Petersen. At tey koma at geva eina aðra mynd av Føroyum enn hann sjálvur hevur gjørt, ivast hann ikki í. — Tað verður myndin av Føroyum sum ávikavist eitt galihús og eitt ørmundarhús. Ikki nøkur vøkur mynd, sigur Óli Breckmann at enda. Hann fer nú heim til Før- oya at taka sær av arbeiðinum í løgtinginum. Men hann sigur ikki Fólkatinginum eitt endaligt farvæl. — Um fýra ár komi eg aftur. Tað eri eg vísur í, og tí fari eg at arbeiða fyri, sigur Óli Breckmann, sum eftirhondini er ein tann mest royndi yvirhøvur av teimum 179 fólkatingslim- unum. Framhald av næstu síðu -har tað hendir www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 11 10