fríggjadagur 6. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 213 - 6. november 2009
Ikki bara leiðsla
og íleggjarar hjá
íslendsku trygging
arfyritøkuni, Vörðu,
eru feginum, at Før
oya Banki hevur
keypt mirilutan av
partabrøvunum
í fyritøkuni. Ein
meiningakaning
vísir, at meinigi
íslendingurin tekur
ímóti føroyingum við
opnum ørmum
TRYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Altjóða fíggjarkreppan, sum
hevur herjað seinasta stíva
árið, hevur sum kunnugt
rakt
íslendska
búskapin
serliga meint. Eingin er í iva
um kreppuna, sum íslending
ar ganga ígjøgnum í løtuni,
og tí leita íslendskar fyri
tøkur við ljós og lykt eftir
fremmandum íleggjarum.
Føroya Banki hevur sæð
ein møguleika í Íslandi, og
hevur gjørt eina íløgu í
íslendskt tryggingarfelag,
har teir hava keypr 51% av
partabrøvunum og harvið
meirilutan í fyritøkuni.
Stjóri í Vörðu er Guð
mundur Jóhan Jónsson, og
hann heldur ikki, at tað
hevur verið so trupult at
rikið eitt tryggingarfelag í
Íslandi seinasta árið, hóast
stóru fíggjarkreppuna.
Okkara royndir hava
víst, at tað er lættari at reka
eitt trygginagrfelag tá tíð
irnar eru ringar, enn tá alt
er á einum aldutoppi. Í
niðurgangstíðum vísir tað
seg, at vit hava færri bil
skaðar og færri skaðar inn
an byggivinnuna, sigur Guð
mundur Jóhan Jónsson.
Hetta merkir so, at tað
eru færri tryggingarkrøv
sum so aftur merkir, at
úrslitið á niðastu linju er
betri enn í góðum tíðum.
Eg sigi ikki, at tað er
ynskiligt við ringum tíðum,
men úrslitið vísir, at hesar
tíðirnar hava verið betri fyri
okkum, sigur Guðmundur
Jóhan Jónsson.
Vörði hevur serliga lagt
seg eftir at tekna privatar
tryggingar, og helmingurin
av tryggingunum stava frá
biltrygging.
Tað er rætt. Megnparturin
eru húsarhalds tryggingar
og
privatar
tryggingar
annars, sigur Guðmundur
Jóhan Jónsson.
Føroyingar
vælkomnir
Tað er ikki bara leiðsla og
íleggjarar, sum fegnast um
nýggjan
kapitalsterkan
partnara í Vörði.
Íslendingar sum heild
hava tikið stak væl ímóti
føroyingunum.
Øll
vit
starvsfólk, sum eru góð 50
í tali, vóru sera fegin um
tíðindini, og tað er eisini
gjørd ein meiningakanning
millum vanliga íslendingin,
har eini 800 vóru spurd.
70% av teimum søgdu seg
vera sera væl nøgd við at
Førya Banki keypti seg inn
í Vörðu, meðan 28% onga
meining høvdu um tað,
sigur Guðmundur Jóhan
Jónsson.
Tað merkir við øðrum
orðum, at bert 2% av
teimum spurdu ynsktu ikki,
at føroyingar blanda seg í
íslendskt vinnulív.
Guðmundur Jóhan Jón
son heldur, at yvirtøkan hjá
Føroya Banka av Vörði
hevur latið upp nýggjar
møguleikar fyri tryggingar
felagið.
Ja, tað hjaldi eg, serliga
tí yvirtøkan er so væl
móttikin í Íslandi. Vit hava
upplivað seinastu vikurnar,
at fólk eru komin til okkara
og vilja tekna tryggingar
hjá okkum, og tá vit spyrja
hví er svarið: Føroyingar
eiga tykkum, sigur Guð
mundur Jóhan Jónsson.
Hann roknar við, at Vörði
kann byggja á bylgjuna av
vælvild, sum íslendingar
kenna mótvegis føroyingum,
og metir tað sera positivt, at
Føroya Banki hevur gjørt
íløgur í felagið.
Framtíðin ljós
Viðurskiftini hava gjøgnum
allar tíðir verið sera góð
millum
føroyingar
og
íslendingar, og tey eru ikki
vorðin minni góð eftir
kreppuna, sum tók seg upp
í oktober í fjør. Við Føroya
Banka í rygginum, hvussu
sær stjórin í Vörði so
framtíðina.
Eg haldi at framtíðin sær
ógvuliga ljós út hjá okkum.
Men einki kemur av sær
sjálvum, so vit mugu arbeiða
hart fyri tí, sigur Guðmundur
Jóhan Jónsson.
Men hann ivast ikki í, at
teir fara at merkja fram
gongd.
Hetta er nakað positivt,
sum er hent okkum, og vit
fara at syrgja fyri, at úrslitið
verður
hareftir,
sigur
Guðmundur Jóhan Jónsson,
stjóri í tryggingarfelagnum
Vörði í Íslandi.
Føroya Banki
vælkomin til
Íslands
Guðmundur Jóhan Jónsson er eins og íslendingar
sum heild fegin um, at Føroya Banki hevur gjørt
íløgur í trygginagrfelagið Vörði
Mynd: Jens Kristian Vang
USA skakað av hópdrápi
Ein heryvirmaður myrdi í gjárkvøldið 12 fólk á einari herstøð í
amerikanska statinum Texas og særdi 31 onnur. Amerikanska
herleiðslan sigur, at drápsmaðurin, Nidal Malik Hasan, arbeiddi
sum sálarfrøðingur hjá herinum. Hann hevði fingið boð um, at
hann skuldi til Irak at gera hertænastu, men tað vildi hann ikki. Í
gjárkvøldið var Nidal Malik Hasan við í einari venjing á herstøð
ini Fort Hood, men alt í einum fór hann at skjóta eftir sínum feløg
um. Tá avtornaði, vóru 12 fólk deyð og 31 særd. Tey fyrstu tíðind
ini søgdu, at gerningsmaðurin var deyður, men seinni bleiv fráboð
að, at hann var á lívi og er á einum sjúkrahúsi. Nidal Malik Hasan
hevur jordanskar røtur, men er uppvaksin í USA.
Brúka nógv til mentanina
Í ritinum Key Data of Education in Europe 2009, sum júst er
útkomið, sæst millum annað, at Danmark og Ísland eru tey
londini í Evropa, sum brúka mest pengar til mentamál. Sagt
verður, at í 2006 brúktu meiri enn helmingurin av teimum
31 londunum meiri enn fimm prosent av síni bruttotjóðar
framleiðslu til mentamál. Men Danmark og Ísland vóru
langt omanfyri við ávikavist 8,0 og 7,6 prosentum. Í ritin
umn sæst eisini, at altsamt fleiri evropeisk børn ganga í
barnagarði, og at í fleiri londum eru meiri enn 90 prosent av
teimum fýra ára gomlu børnunum í barnagarði.