fríggjadagur 6. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
9
VIKUSKIFTI
tekning: óli p.
Buddha av viðareiði. Undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógini helt fíggjarmálaráðharrin speiskliga fyri, at fíggjarnevndin eftirhondini hevur
fingið ein “religiøsan status”. Nú telvar maktfulla løgtingsnevndin um tølini fyri 2010, og við endan situr sterki formaðurin Anfinn Kallsberg
Ein onnur atfinning hjá fíggjar
nevnd ini snýr seg um, hvussu fíggjar
mála ráðið hevur bólkað játtanir í
rakstur og íløgur. Bæði Torbjørn
Jacob sen, Anfinn Kallsberg og Magni
Laksá foss vísa á, at fíggjarmálaráðið
hevur flutt fleiri rakstrarútreiðslur
yvir á íløgusíðuna. Hetta er í stríð við
nýggju játtanarskipanina, og tí kunnu
reellu rakstrarútreiðslurnar gerast væl
hægri, enn roknistykkið hjá Eidesgaard
ber boð um.
Kallsberg ávarar
Samanumtikið valdar stór óvissa rund
an um fíggjarlógina fyri 2010, tí upp
skotið hjá landsstýrinum er tengt at
politiskum avgerðum, sum enn hanga
í leysum lofti. Limirnir í fíggjar nevnd
ini kvíða fyri, at hallið verður størri
og samtyktu karmarnir væl og virð
iliga sprongdir, tá politiski mjørkin
lættir sær á, og tá fortreytirnar fyri
fíggj ar lógini eru greiðari. Og sjálvur
ásannaði Jóannes Eidesgaard eisini í
ting inum í vikuni, at tað verður trup ult
at halda ásettu karmarnir í ólavsøku
pakkanum.
Anfinn Kallsberg ivast ikki í einum
turbu lentum politiskum heysti, og stóri
spurningurin er, hvørja linju fíggjar
nevndin fer at leggja. Fer hon at loyva,
at hallið veksur við omanfyri hundrað
milliónum? Ella fer hon at hvessa sær
spariknívin og syrgja fyri, undirskotið
ikki verður enn størri?
Næstforkvinnan í fíggjarnevndini,
Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðar flokk
inum, sigur seg ikki stuðla ov stórum
inn trivum í fíggjarlógaruppskotið hjá
Eidesgaard, eisini um hallið verður
størri, enn budgettið hjá hennara floks
for manni vil vera við.
– Í løtuni hava vit onga trygd fyri, at
øll tiltøkini í ólavsøkupakkanum verða
samtykt. Tí mugu vit vera opin fyri, at
hallið verður størri, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Men hesir tónar hóva ikki for mann
inum í fíggjarnevndini. Fyri Anfinn
Kallsberg er fremsta búskaparpolitiska
uppgávan nú at tálma vøkstrinum í
almenna rakstrinum og um neyðugt at
spara eksisterandi funktiónir burtur, so
hallið ikki veksur.
– Vit hava eitt hall á 767 milliónir
krón ur. Um vit ikki fáa tamarhald á
vøkstr inum í almennu útreiðslunum,
og um vit framhaldandi skulu fíggja
okk ara samfelag fyri læntar pengar, so
verða tað skjótt onnur enn vit sjálvi,
sum koma at seta treytirnar. Tað hava
vit roynt áður, tað uppliva íslendingar
í hes um tíðum, og ta støðuna mugu vit
ikki koma í, sigur Anfinn Kallsberg.
– Tí eigur fíggjarnevndin treytaleyst
at halda seg til samtykta karmin, og tí
mugu vit ikki byrja at slaka í krøvunum
til okkum sjálvi, slær Kallsberg fast.
Hann heldur tað vera ov tíðliga at
siga nakað um ítøkilig inntriv, tí fíggj ar
nevndin hevur framvegis ikki gjøgn um
gingið uppskotið konto fyri konto. Men
hann er til reiðar at spara, um ymsu
sparitiltøkini í ólavsøkupakkanum ikki
gerast veruleiki.
Hvør hevur valdið?
Í dag, fríggjadagin, er samgongufundur,
og Anfinn Kallsberg vónar at fáa nærri
boð um, hvat landsstýrið hevur í kvitt
anum. Higartil hevur hann ikki verið
serliga imponeraður av leiðsluni í
Tinga nesi, sum eftir hansara tykki als
ikki hevur gjørt neyðuga politiska fóta
rbeiðið.
– Eg havi ongantíð upplivað so av
markaða politiska viðgerð í samg ong
uni, áðrenn landsstýrið hevur lagt fram
eitt fíggjarlógaruppskot, sigur Anfinn
Kallsberg.
Fíggjarmálaráðharrin skilir als ikki
kritikkin frá Kallsberg og heldur, at
sjáld an hevur tilgongdin verið so nær
løgd sum í ár við óteljandi fundum í
lítlu samgongu.
– Trupulleikin hjá Anfinni er, at
hann hevur start seg blindan uppá eina
ávísa konto, nevniliga tunlarnar norður
um Fjall, sum landsstýrið hevur strikað
í ársins uppskoti, svarar Eidesgaard
aftur.
Jú, tunlarnir norður um Fjall eru
framvegis partur av dagsskránni hjá
Kallsberg. Víst skulu vit spara, men vit
skulu eisini gera íløgur, og sambært
fíggj ar nevndarformanninum hevur
árs ins íløgukarmur saktans rúm fyri
tunl unum á hansara politiska heima
beiti. Nógv bendir á, at hetta verður
meiri enn trupult at fáa ígjøgn um, tí
rákið í løgtinginum tykist vera ímóti
stórum íløgum í tunlar, sum binda
landskassan fyri hundraðtals milliónir
komandi árini.
Samgongan gongur nú eini turbu
lentari tíð á møti, og eyguni eru vend
ímóti telvingini í fíggjarnevndini. Ein
ans tíðin fer at vísa, um nevndin aftur
í ár kemur út sum ein samlað rødd, ella
um nevndin býtir seg sundur í meiriluta
og minniluta. Við borðsendan situr
Anfinn Kallsberg, sum longu hevur
brett upp um ermar.