fríggjadagur 6. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 6. november 2009
13
Tað almennu á rokanum
meðan vinnan bløðir.....
S
tøðan er ring. Annað árið á
rað leggur landskassin rygg
til undirskot, sum táttar í
millardina.
Fyri stuttum sveimaðu vit á
alheims lánibylgjuni, har
grammleikin var markleysur.
Ævintýrið byrjaði í nítiárunum
undir Clinton við Ninja lánun
um, sum eskaleraðu undir
Bush. Lánini í túsundum av
milliardum $ vóru í høvuð
heitum veitt teimum við ”no
income, no job, no assets”,
harav navnið Ninja.
Spekulatiónin var megin
reglan og frívirði boðskapurin,
har eingin framleiðsla var
aftanfyri. Luft uttan innihald.
Tað mátti enda galið. Og
rokningin fór um allan heim.
Fíggjarheimurin endaði á
knøunum.
Meðan torvurnar av projekt
makarum og smartguys í vela
frakkum við stressmappunum,
iphones og blunkandi laptopp
unum runnu undan ábyrgdini í
allar ættir, stríddust stjórnurnar
at bjarga tí, ið bjargast kundi.
Gandaorðið
Køldu fíggjarligu vindarnir
tóku eisini land her. Út á árið
2007 stagneraðu inntøkurnar.
Kortini var hildið á, sum um
einki var á vási. Almenni
útreiðsluvøksturin rundaði
300 mio. kr árliga.
Og búskaparfrøðingarnir
eggjaðu politikarum at tøma
allar goymslur. Búskapurin skal
ikki tillaga seg. Harafturímóti
skulu útreiðslur landskassans
samsvara við inntøkurnar undan
fíggjarbræðingini. Rokningin
verður skrivað uppá framtíðina.
Soleiðis ger almenna láni
fíggjaða peningaumfarið, at
kostnaðarstøðið verður hildið
kunstiga uppi til einki samsvar
er millum framleiðslu og
peninganýtslu.
So, meðan almennu Føroyar
eru á rokanum við almennari
lántøku, bløðir vinnan spaku
liga burtur.
Búskapurin sleppur ikki at
laga seg til veruleikan. Alt
fíggjarligt skilvísi verður skúgv
að til viks. Sunnur borgarligur
íhaldspolitikkur verður hildin
lítisverdugur. Alt ber til.
Gandaorðið er raðfesting
nýggja hugtakið, sum politiskt
tók land fyri fáum árum síðani.
Hugtak uttan innihald, produ
serað til burturforkláringar at
tøla við.
Skálkurin
Í kjalarvørrinum av peninga
ríkiligheitini farnu árini verður
dusað sær í gratissamfelagnum.
Øll hava krav uppá almennar
veitingar. Umfordeilingin gjørd
til politiskt projekt. Einki
himpr, tá talan er um at nýta
pening hjá øðrum. Eftirlætið er
meginreglan heldur enn
undantakið.
Skálkurin í hesum eftirlætis
samfelagnum er tølandi altfevn
andi samhaldsfestið, sum frem
ur eina skipan, ið revsar ar
beiði, samsýnir tey krevjandi,
heldur tey arbeiðssama fyri
gjøldur og ger njótaran líka
heiðurligan sum tann nærlagda.
Soleiðis førka vit okkum móti
búskaparligu eggini. 600 mio. kr
eru laðaðar omaná bleytu rakst
rarøkini farnu 5 árini. Ikki króna
spard á økinum, nú tað sansar at
bert minni útreiðsluvøkstur.
Kortini er ónøgdin lemjandi
móti politiska myndugleikanum.
Hvussu verður skilið, tá landið
verður noytt at fremja veruligar
sparingar, sum fara at niðurlaga
øki, sum er neyðug og hildin
sjálvsøgd?
Sjálvsving
Meðan hóttafall soleiðis merkir
búskapin, so eru stórmálini nú
togan um flyting av almennum
stovnum?!
At vinnan er komin í klemmu
av hækkandi avgjøldum og at
útlendsk arbeiðsmegi fær dura
fjórðingin tykist ikki at nerva
stórvegis. Hinvegin sýnist tað,
sum um øll politiska skipanin
er í sjálvsvingi, har spurning
urin í stóran mun er, hvat vit
skulu brúka, heldur enn hvussu
vit realisera neyðugar
rationaliseringar.
Kann løgtingið bert semjast
um at tálma útreiðsluvøksturin
og í sama viðfangi skriva
rokningar til vinnuna at gjalda,
standa vit fyri hóttafalli, sum
verður trupult at koma burturúr.
Eitt er vist, at samtykkja
fíggjarlóg, har yvirbjóðingin er
boðskapurin og signalpolitikk
urin meginreglan, tað fer ikki at
føra okkum burtur í tí tronga,
sum samfelagið er á veg inn í.
Stokkutur hiti
Kanska summi síggja avbjóð
ingarnar loystar, verður olja
funnin undir landgrunninum í
næstum. Henda vón kann tó
gerast stokkut, og frítekur undir
øllum umstøðum ikki løgtingið
frá at taka neyðugu avgerðirnar,
so samfelagið ikki fer at renna
seg í skuldarfelluna við niður
bræddum kappingarføri.
At renna undan neyðugu
sparingunum við at skriva
skatta og avgjaldsrokningar út
á vinnu og borgarar verður
stokkutur hiti. Lítið øðrvísi enn
at gera seg vátan í brókunum.
Vit eru á eini avgerandi kross
breyt. Taka vit ikki røttu avgerð
irnar, so fara fólk at rýma av
landinum, og onnur fara at seta
treytirnar fyri okkara tilveru
framyvir.
Tað skuldi ikki verið
meiningin.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Gratisføroyar?!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
»Minst møguligar útbygg
ingar í Vágum«.
Hesi vóru orðini frá einum
løgtingsumboði, aftan á at
Jóhan Dahl saman við
leiðsluni av Vága Floghavn
kunnaði Løgtingið um
ætlanirnar at útbyggja
flogvøllin.
Annað løgtingsumboð
metti, at tað var altavger
andi at bíða eitt hálvt ár til
kanningarnar av Glyvurs
nesi vóru lidnar. Nú eru
tað umleið 20 ár síðani,
kanningar vóru viðvíkjandi
Glyvursnesi. Onkur vildi
verða við, at Tórshavnar
Kommuna legði 56 milli
ónir krónur í hesa verkætl
an. Vindmátarir vórðu
settir upp, og flogfar úr
Íslandi gjørdi testflúgv
ingar á Glyvursnesi.
Hesi 20 árini síðani
hevur serkunnleikin ikki
funnið út av vind og veður
viðurskiftinum á Glyvurs
nesi, men nú vilja summi
løgtingsumboð kortini
steðga útbyggingini í
Vágum fyri at bíða eftir
nøkrum vindmátingum á
Glyvursnesi. Tað sigur
mær so mikið, at tað eru
heilt onnur endamál, ið
gera seg galdandi, nevnliga
at steðga útbyggingini av
verandi flogvølli fyri ein
og hvønn prís, við ella
uttan argumentir.
Áðrenn vit fingu fast
samband, var farleiðin alt
ov long til Vágarnar, og tað
var frammi, at alt viðførið
skuldi innskrivast í
Tórshavn.
Fram til 2005 løgdu
landsstýrismenn Fólkaflok
sins fótonglar fyri útbygg
ingini av flogvøllinum við
at krevja, at danir skuldu
gjalda útbyggingina. Tað
var sum at seta eld í fjús,
ikki talan um søgdu danir,
og væl nøgdir vóru Finn
bogi og Bjarni, tí so var
neyðuga útbyggingin av
flogvøllinum løgd á ís.
Men í 2005 tók táverandi
løgmaður Jóannes Eides
gaard málið í egnar hendur.
Uttan stórvegis hóvasták
gjørdi hann semju við dan
ir, og neyðugur peningur
varð fingin til vega til at
útbyggja verandi flogvøll.
Nú er so klárt at bjóða
arbeiðið út, sum harafturat
verður bílligari orsaka av
minkandi virkseminum í
landinum. Men knappliga
er fanin leysur.
»Minst møguligar út
byggingar«, sigur ein. Tað
vil við øðrum orðum siga:
skrottið verandi flogvøll,
hvørki meira ella minni.
Tað er rættuliga sjáldan
fyri ikki at siga ongantíð,
at ein verkætlan hevur havt
fíggingina klára, soleiðis at
tað er bara at fara í gongd,
men nú eru tær 400 milli
ónirnar, henda útbygging
fer at kosta, knappliga ein
so øgilig upphædd, at vit
mega steðga á.
Tað stutta av tí langa er,
at tey løgtingsumboð, sum
ikki taka undir við hesi
verkætlan, hava eittans
endamál, og tað er at útseta
verkætlanina og niðurpína
flogvøllin og teir facilitetir,
ið har eru.
Tað eru ongar íløgur
gjørdar í 30 ár, so eyðnast
tað at steðga hesi heilt
avgerðandi útbygging, sum
er bráneyðug millum
annað er eitt flogfar bílagt
fyri 250 milliónir krónur,
treytað av eini leinging av
flogvøllinum so kann tað
væl henda, at tað eisini fer
at steðga tí menning, sum
okkara flogfelag hevur sett
sær fyri tey næstu árini.
Tað skal tí vera mín vón,
at Løgtingið tekur atlit til,
at allar fyritreytir eru til
staðar, at tað er ein skila
góð avgerð at leingja ver
andi flogvøll og at nýtím
ansgera terminalin, soleiðis
at bæði vinnulív, ferða
vinna og vanligi føroying
urin næstu árini fáa
eina optimala tænastu við
víkjandi flutningi loftvegis.
Gevist nú at rógva aftur á aftur
Sørvágur
Frank
DaviDsen
Meðan hóttafall merkir búskapin, eru
stórmálini nú togan um flyting av almennum
stovnum. Hetta er Taks seinasta dømi um