Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 12 VIKUSKIFTI Frá tí løtu vit andast, til vit eru Farin til jarðar eru nakrir sera týdningar- miklir persónar um okkum. vit hava tosað við tey, sum hava hesa uppgávu at taka sær av, at okkara síðsta ferð her á Foldum gerst so virðilig sum gjørligt Tey Taka sær av síðsTu ferðini deyðin Inna tørnroos inna@sosialurin.fo Flestu okkara hava helst verið í hesi støðu. Ein av okkara kæru hevur drigið síðsta andan, og eftir sita vit – tóm og spyrj andi. Í hesi løtu eru praktiskir spurningar einki, vit vilja hugsa um. Men fyrr ella seinni koma teir kortini – bønarhald, sangir, líkverja, prestur, gravarferð, blóm ur – alt skal greiðast, og helst inn an nakrar fáar dagar eftir, at ein vit elsk aðu, er farin frá okkum. Nú á døgum doyggja nógv á sjúkra hús inum. Anni Lützen, trissa og Zacharias Thomasen, portørur á Landssjúkrahúsinum hava til starv at gera dagarnir eftir at ein persónur er andaður so virðiligar sum gjørligt. Anni hevur starvast sum trissa í átta ár, og Zacharias hevur verið portørur ella sjúkra flutningsfólk í 20 ár. Bæði elska sítt starv, og bæði hava sum ger­ andis dag at møta deyðanum. – Deyðin er ein partur av lívinum, eg firnist ikki fyri tí, sigur Anni Lützen. – Man venur seg aldrin við hetta starvið, men man lærir at takla tað. Oman í sekstímastovuna Anni er tann, sum ofta tekur telefonina, tá sjúkrasystrarnar ringja frá deildini og siga, at ein persónur er deyður. Hon setir seg í samband við portørarnar, sum síðani flyta líkið oman í seks­ tíma stovuna. – Sjúkrasystrarnar á deildini gera tey klár, vaska teimum og raka um tað er neyð ugt. Ofta eru tey avvarðandi við til hetta, greiður Zacharias Thomasen frá. Tá teir seks tímarnir eru gingnir frá tí at persónurin er deyður, skal lækni kanna og staðfesta deyðan aftur – so­ kall að rigo mortis. Um tey avvarðandi vilja síggja per­ són in, verður tað oftani gjørt í seks­ tíma stovuni. Tá er tað trissurnar, sum vísa fram og taka sær av teimum avvarðandi. – Vit geva okkum góða tíð, so at løtan skal gerast so góð sum gørligt. Summi eru bangin, og vilja ikki inn í rúmið, har tann deyði er. Tað er eingin sjálvfylgja at fara inn til eitt lík, men vit spyrja, um vit skulu koma við, og oftani fara tey inn, greiður Anni Lützen frá. Virðilig viðferð Hon og Zacharias Thomasen venda oft­ ani aftur til orðið »virðing«. At alt skal ganga so virðiliga fyri seg sum gjørligt er nakað, tey bæði leggja sera stóran dent á. – Vit hava sum prinsipp, at man ong­ antíð er einsamallur um eitt lík. Hetta fyri at varðveita respektina fyri per són­ in, sum liggur har, sigur Zacharias. Portørarnir lata tey deyðu í líkverjuna og leggja tey í kistuna. Tey avvarðandi vilja viðhvørt, at persónurin skal latast í troyggjuna, klædningin ella hálvhosurnar, hann ella hon altíð plagdi at brúka. Onkutíð vilja tey, at ein lítil heilsan skal niður í kistuna. Anni og Zacharias eru bæði á ein­ um málið um, at tað ringasta við hesi uppgávu er, tá tað eru ung fólk ella børn, og tá tað eru vanlukkur, sum hava kravt mannalív. – Tá eg byrjaði sum portørur var eg biðin um at taka mær av eini gentu, sum var deyð í eini knallertvanlukku. Vit gingu á Handilsskúla saman, so tá spurdi eg, um eg ikki kundi sleppa und an, og tað slapp eg, fortelur Zacharias. Inn í kølirúmið Tá tey avvarðandi hava sæð tey deyðu, og læknin hevur staðfest deyðan, verða líkini flutt inn í kølirúmið á Lands­ sjúkrahúsinum. Kølirúmið heldur eini 3­4 stig, og har kunnu upp til seks kistur standa sam stundis. Um nakar ivi er um deyðsorsøkina verður obduktón framd. Patologur starv ast fast úti á sjúkrahúsinum. Tá kistan fer av Landssjúkrahúsinum verður ofta ein andakt hildin í kapell­ inum. Har kunnu tey avvarðandi velja, um tey skulu hava lokið á ella av kist­ uni. – Tey flestu velja at hava lokið av kistuni, sigur Anni Lützen. Í kapellinum eru tað tvær kapell­ damur, ið taka sær av andaktini saman við sjúkrahúsprestinum. Tá kistan er farin av sjúkrahúsinum er uppgávan hjá Anni og Zacharias at enda komin. GreInarøð: Frá deyða í grøV Næsta vika: Vit tosa við Hermann eysturoy, einasti biðimaður í Føroyum. mynd: jens kristian vang Anni Lützen, trissa, møtir nógvari sorg í sínum starvi