Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 213 - 6. november 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Flokkar á vegamóti Tveir politiskir flokkar, Sjálvstýrisflokkurin og Javnað- arflokkurin, hava landsfund ud vikuskiftið. Tað er kanska ikki ov nógv sagt, at báðir flokkar eru á vegamóti. Sjálvstýrisflokkurin er gamal flokkur, hvørs røtur ganga aftur til 1906. Upprunaliga var Sjálvstýrisflokkurin flokkur við sjálvstýri og sosialum rættvísi i skildri. Men sum allir tjóðskaparliga grund- aðir flokkar hevði gamli Sjálvstýrisflokkurin ein radi- kalan og ein konservativan vong, og hetta elvdi til so stóra spjaðing í flokkinum, at hann í trýatiárunum klovnaði. Hóast talveikur á tingi hevði Sjálvstýris- flokkurin í ávísum tíðarskeiðum stóra politiska ávirkan, tí hann mangan gjørdist tungan á vágskálini eftir eitt løgtingsval. Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu árini roynt at endurnýggja seg við nýggjum andlitum og nútímansgjørdari politiskari stevnu, men kortini gongur striltið at vinna politiska ávirkan. Flokkurin hevur nú eins og áður markerað seg við einstøkum málum, sum skulu draga nýggjar veljarar til. Lands- fundurin verður eitt gott høvi at endurskoða og meta um hesa strategi. Hvat fyri samfelag fáa vit, um Sjálsvtýrisflokkuri fær politiskt vald? Tað er torført at síggja greið politisk mál í politikki Sjálvstýrisflokksins. Flokkurin hevur trupulleikar við politiska samleikanum. Tað er ymiskt, sum kundi bent á, at Sjálvstýrisflokk- urin ikki er einsamallur um hendan trupulleika. Javnaðarflokkurin, sum hevur verið til at bera stjórna- rábyrgd í hálvtannað valskeið, hevur ikki sørt av sam- leikatrupulleikum eisini. Flokkurin var uttan politiska ávirkan alt fullveldisskeiðið, og hesum treivst hann illa við. Men so kom vend í við fyrru ABC samgonguni, har flokkurin fekk løgmann. Løgmanssessurin var ikki ókeypis, og mongum javnaðarfólki mundi hann tykjast ov dýrgoldin. Einskiljingar, skattalættar og yvirtøkur, fáar og smáar sosialar ábøtur og ov lítil menning á økjum, har flokkurin hevur síni hjartamál. Í hesum høpi vegar man pensjónsmálið tungt. Tað verði langt frá okkum at ákæra Javnaðarflokkin fyri at svíkja síni hjartamál. Hinvegin skerst ikki burt, at floksins kjarnuveljarar, fiskimenn, løntakarar og pensjonistar, kunnu kenna seg við sviðið soð. Skattapolitikkurin er borgarligur, og almannamálini eru ikki dagførd í ein mun, so vit kunnu samanbera okkum við grannalondini. Á økjum, sum flokkurin umsitur, hendir ikki nóg nógv og tað, sum hendir er oftast eitt framhald av tí borgarliga politikki, sum varð rikin í fyrru ABC samgonguni. Javnaðar- flokkurin hevur sostatt eisini ilt í samleikanum og ger klókt í at nýta landsfundin til at finna nøkur greið sosialdemokratisk mál, sum gera, at flokkurin skilur seg út frá tí sterka borgarliga meirilutanum í samgonguni. Javnaðarflokkurin er sostatt eisini á einum hugsjónarligum vegamóti og tørvur er á bæði nýhugsan og greiðum politiskum málum. Hetta skuldi ikki verið so trupult – óavmarkaðu frælsu marknaðarkeftirnar eru komnar í ringt orð og vælferð er aftur við at gerast eitt jaligt hugtak. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Ann Hovland skrivar at undirritaða hevur verið atfinningarsom móti lands­ stýrinum, og tað er rætt. Men undirritaða hevur ikki, sum AH pástendur, vent atfinningunum móti Rósu Samuelsen. Hinvegin havi eg víst á manglandi kós og saman­ hang ímillum vinnu­, fíggjar­ og uttanríkispoli­ tikkin hjá landsstýrinum. Og eg havi eisini víst á hvussu ørkymlandi tað er at hava eina stjórn, við so veikari leiðslu. Tá tað er sagt, skal eg ikki fjala útyvir, at mong við mær undrast um tær sparingarnar, landsstýrið hevur valt at gera á al­ mannaøkinum. Sparingar, ið nærum einki muna á stóra undirskotinum á fíggjarlógini, men sum raka nakrar útvaldar bólkar sera meint. Og tað hevur undrað meg eins nógv, at leiðslan í landsstýrinum ikki hevur stuðlað Rósu Samuelsen og vart almannaøkið betri. AH má fyri mær gjarna syngja saman niðurlag sum so mong sambandsfólk í hesum døgum, at einki ber til, tí vit einaferð minkaðu blokkin (skattalættarnir hjá ABC og ein kollsigld fiskivinna verða sjálvandi ikki nevndir). Men vil Ann Hovland veruliga stuðla Rósu Samuelsen, átti hon at kravt nakað av sínum egnu, heldur enn at nýta orkuna at harta tjóðveldiskvinnur. Situr man við leiðsluni í einum landi, er uppgávan at vísa á vegir og møgu­ leikar, í staðin fyri at sáa mistreysti við mantruni “einki ber til, tí tað vóru hini, sum reiddu ból”. Tá hini reiða ból og vit bara gráta løgtingskvinna Bjørt SAMUELSEN Tað vekir undran og ekka, at mannarættinda­ dómstólurin í Strassborg avsigur kristnar ímyndir. Mannarættindini eru sprottin úr kristnilæruni, og tað er púra rangvørgt, um mannarættindini nú skulu burturvísa kristindómin Tað er ræðandi, um vit í Føroyum skulu noyðast at dylja í almenna rúminum ein tann týdningarmesta grundarsteinin í okkara siðaarvi. Hetta var púra víst ikki tað, ið Løgtingið vildi, tá ið tingið samtykti, at Evropiski mannarætt­ indasáttmálin skuldi fevna um Føroyar. Fyrr í vikuni, hin 3. nov­ ember, feldi Evropiski mannarættindadómstólurin í Strassborg dóm í málinum, um tað skal vera loyvt hjá almennum myndugleikum í Italia at hava kristkrossar (crucifix) og tílíkar trúarímyndir inni í skúla­ stovum. Sakarmálið var reist av kvinnu, sum hevur kært italskar myndugleikar fyri at bróta Grein 2 í Frumskjali 1 og Grein 9 í Evropiska man narættindasáttmálanum. Kvinnan fekk viðhald í Dómstólinum, ið dømdi, at italskir myndugleikar hava brotið nevndu greinar. Tað merkir, at dómstólurin staðfestir, at italskir myndugleikar hava av­ markað tryggjaða rættin í sáttmálanum hjá foreldrum at útbúgva teirra børn eftir sannføring foreldranna, og samstundis hava italskir myndugleikar gjørt seg inn á rættin hjá børnum at trúgva ella ikki at trúgva. Dómurin svarar spurn­ inginum, um tað samsvarar við mannarættindi, at átrúnaðarligar ímyndir eru sjónligar í hølum, sum almennir myndugleikar nýta, serstakliga í skúla­ stovum (‘in premises used by public authorities, and especially in classrooms’). Slíkar átrúnaðarligar ímyndir, í hesum føri Jesus á krossinum, skulu sam­ bært hesum dómi ikki hanga á veggjum hjá almennum myndugleikum, og serstakliga ikki í skúla­ stovum. Italskir myndug­ leikar hava sagt seg vilja skjóta dómsavgerðina inn aftur fyri dómstólin til nýggja viðgerð. Evropiski mannarætt­ indasáttmálin er eisini galdandi í Føroyum við gildi frá 2000, eftir sam­ tykt á Løgtingi. Her hjá okkum verður farið undir at kanna løgfrøðiliga, um nevndi dómur hevur avleið­ ingar við sær fyri Føroyar og okkara skúla. Tað kann ikki vera rætt, at vit í Før­ oyum t.d. skulu ivast í, um vit kunnu loyva okkum framvegis at hava eina áseting í grein 2 stk. 3 í fólkaskúlalógini, sum sig­ ur, at ”Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við for­ eldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling”. Onkur kann nú spyrja, um hetta eisini er brot á manna­ rættindini, og hvussu við undirvísing í kristni ella, hvat við sálmasanginum á morgni? Eingin ivi skal vera um, at kristindómurin er eitt hitt týdningarmesta grund­ arlagið undir føroysku mentanini, og eg fari at gera alt fyri, at eingin dómur uttaneftir skal kúga okkara kristna siðaarv. Vit mugu ikki gloyma, at eitt týdningarmikið grundarlag fyri yvirhøvur at hava mannarættindi, er kristna boðið um næstrakærleika. Mannarættindini eru sprottin úr kristnilæruni, og er tað púra rangvørgt, um mannarættindini nú skulu burturvísa kristin­ dómin. Tað er ógvuliga syrgiligt, um tað skal koma hagar til, at álitið millum fólk á Evropiska manna­ rættindasáttmálan verður undirgrivið av einum dómi, sum tykist hava gloymt tað jørðildi, ið er grundarlagið undir mannarættindunum. Vit vilja øll verja manna­ rættindini. Tí mugu tey ongantíð verða sett upp ímóti trúskapi okkara til átrúnaðarliga og mentanar­ liga kjølfesti Føroya. Vit skulu vera á varð­ haldi, men dómurin verður sum nevnt væntandi skotin inn til nýggja viðgerð, og vit í Føroyum mugu nú greiða løgfrøðiliga spurn­ ingin, áðrenn vit taka støðu til, um nøkur atgerð er neyðug til tess at verja okkara kristna siðaarv. Í Tinganesi, hin 5. november 2009 Mannarættindadómstólurin á vandaleið uttanríkisráðharri jørgEN NIcLASEN