fríggjadagur 6. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
11
VIKUSKIFTI
Góðir vinir kunnu gera
alt saman, men bara teir
bestu vinirnir kunnu gera
einki saman.
Palli Pumm
10 tIng um Lars Løkke Rasmussen
20.000 Facebook-vinir
Her kanst tú lesa eitt sindur um danska
forsætisráðharran við føroysku konuni
DIcK TurpIn, HemIngway og pInK
FloyD eru mIllum FavorITTarnar
Hjá rITSTjóranum og bóKavørInum
Arnbjørn DAlsgArð.
Mítt blað - dag og vikublað
Information og weekendavisen. og vikuskiftisútgávurnar av
Sosialinum og Dimmalætting.
Mín heiMasíða
Fyrst og fremst http://www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php (Føroysk
orðabók) og http://www.sprotin.fo (orðabøkur Sprotans). google
og wikipedia slepst ikki uttan um sum leitiamboð, men skal eg
hava álítandi tilfar á netinum, brúki eg aðrar heimasíður, so sum
www.flb.fo/ebi og www.flb.fo/etilfeingi.
Mín tónleikur
pink Floyd, leonard
cohen, whitney Houston,
bruce Springsteen, lars
winnerbäck og maria mena.
mozart og bach, tá tað skal
vera klassiskt.
Mín dvd
coffee and cigaretts, Il
postino og Dead man
walking.
Mítt Magasin
new york Times book
review, paris rewiev,
outsider magazin og vencil. og so rákið, sjálvandi.
Mín sjónvarpsrøð
Dick Turpin og matador. orki ikki fyri sjónvarpsrøðum.
Mín bók
Topp 1000? Don Quijote toppar. Hungur hjá Hamsun og gamli
maðurin og havið hjá Hemingway eru eisini smáar perlur. og so
allar prosabøkurnar hjá raymond carver.
Mítt útvarp
bok i p2 (nrK) og biblioteket i Kulturradion (Sveriges radio).
eygsjón er eisini ein fín nýggj sending í KvF.
Mín telefon
Sony ericsson c905 - men hevði tað ikki
verið fyri góðskuna á myndatólinum, hevði
eg langt síðan havt fingið mær eina iphone.
hvat vil tú ikki brúka tíð uppá?
at lurta eftir og lesa tilfar hjá fólkum, sum
onki siga.
hvat irriterar teg í MiðlunuM?
at tey flestu, sum framleiða tilfar,
hava so grunna vitan og av tí sama ikki
kunnu perspektivera. og so hasar longu
sendingarnar í útvarpsrásunum við ongari
skrá, har vertirnir alla tíðina eru í fokus. Tær gera,
at eg ikki tími at lurta eftir føroyskum útvarpi.
hvat vil tú hava Meiri av í MiðlunuM?
upplýsandi tilfar, sum fyriheldur seg kritiskt til alt, og sum snýr
seg um viðurskifti, sum gera mun. nógv meira tilfar um mentan,
list og vísindi í bæði sjónvarpi, útvarpi og bløðunum, tí eg veit, at
tað eru lutfalsliga nógv fleiri fólk í føroyum, sum hava áhuga fyri
tí enn fyri ítrótti og poppi.
Miðlarnir og Eg
lAgt tIl rættIs: eyðun Klakstein
lAgt tIl rættIs: Inna Törnroos
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.
løkke varð føddur í vejle, og fyrr í ár kundi hann
halda sín 45 ára føðingardag.
Í september í 1994 var hann valdur í Fólkatingið
fyrstu ferð, og frá 1998 til 2001 var hann
amtsborgmeistari í Frederiksborg amti.
løkke kom fyrstu ferð í eina danska stjórn
í 2001. Hann hevur virkað sum ráðharri í
innríkismálum, heilsumálum og fíggjarmálum, áðrenn
hann í apríl í ár tók við sum forsætisráðharri í Danmark.
Hóast hann hevur sama eftirnavn sum báðir
undanmenninir hjá sær í forsætisráðnum, er hann
ikki í familju við poul nyrup rasmussen ella anders
Fogh rasmussen.
løkke er giftur við Sólrun jákupsdóttir
rasmussen, og tey eiga trý børn – bergur, lisa og
Símun. Familjan býr í græsted. Føroysku ættarbondini
hjá familjuni hava gjørt, at løkke javnan hevur ferðast í
Føroyum.
lars løkke rasmussen er 41. stjórnarleiðarin í
Danmark, og hann er tann 21., sum kann kalla
seg forsætisráðharri.
løkke hevur fleiri ferðir við í andglettinum í
Danmark, tí hann skal hava latið tað almenna
goldið fyri útreiðslur, sum hann sjálvur skuldi goldið
fyri. ein gjøgnumgongd av hansara útreiðsluskjølum
hevði við sær, at hann betalti ein nakrar upphæddir
aftur ella lat tey til vælgerandi endamál.
Í 1983 tók hann studentsprógv á Helsinge
gymnasium, og í 1992 gjørdist hann cand. jur. á
lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Mær dámar væl skerpikjøt,
ræstan fisk og annan føroyskan
mat, men mær dámar best tann
matin, sum eg sjálvur geri, segði
lars løkke rasmussen fyrr í ár
við rás2.
løkke er virkin á eitt nú Facebook og Twitter,
har hann javnan dagførir sín profil. Hann hevur
meira enn 20.000 vinir á Facebook, og teirra millum eru
nógvir føroyingar.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10