Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 213 - 6. november 2009 Krabbameinsfelagið, sum er óheft føroyskt felag burturav, stovnaði Lions Club Tórshavn á Hotel Hafnia tann 17. januar 1979. Tá kallaðist felagið Føroya Felag móti Krabbameini Mangt kann sigast um føroyingar; men pírnir eru teir tíbetur ikki, tá á stend­ ur. Tað var aftur sjón fyri søgn hetta leygarkvøldið, 31. oktober 2009, tá so mong, sum skil hava fyri tøkni, list, fíggjarhandfaran og fyriskipan, bæði um eyga, oyra og maga í seks tímar – tey flestu ókeypis – royndu sítt ítarsta at savna inn stuðul til Krabbameins­ felagið, ið fyrr kallaðist Føroya Felag móti Krabba­ meini, og sum nú hevur 30 ár á baki. Úrslitið fór upp um fimm milliónir krónur, og bera vit saman fólkatølini, hevði hetta svarað til einar 500 milliónir krónur í Danmark. Millum stillisligar, hjarta­ nemandi frásagnir, ungan dugna á mongum økjum og tónleik á hægsta stigi, vóru í ørkymlandi inn­ savningarmeldrinum hvørki stundir til at hugsa seg um ella at greiða stórvegis frá, og fyri at ikki onkur leysur misskiljingar­ endi skal hanga eftir, skal her – eftir áheitan – í stutt­ um vera sagt frá forsøguni hjá Krabbameinsfelagnum. Lions Club Tórshavn var sum tann fyrsti í Føroyum stovnaður í 1966 sum evarska lítil partur av heimsumfatandi hjálpar­ felagsskapi, ið telir milli­ ónir. Seinni vórðu Lions­ klubbar stovnaðir í Eystur­ oy, Klaksvík, Vágum og Suðuroy. Endamálið er at seta í verk tiltøk, har tørvur er á, og at stuðla á ymiskan hátt, har hjálp er neyðug yvir langt tíðarskeið, og har hon er bráðneyðug, tá vanlukkur raka her á landi og eisini eftir førimuni í øðrum pørtum av heiminum. Til hetta er, sum vera man, tørvur á meira pen­ ingi, enn limirnir einsamall­ ir kunnu klára at gjalda, og verður tí við ymiskum tiltøkum roynt at savna pening inn, og skal Lions Club Tórshavn við hesum veita eina hjartans tøkk fyri trúfastan stuðul í samfull 43 ár. Lions við frá byrjan Til spurningin hetta kvøld­ ið um, hví eitt Lions­felag stovnar annað felag, kann sigast, at tað júst er í tráð við hugsjón Lions, at seta í verk tiltøk, sum seinni sjálvstøðug kunnu virka til frama fyri samfelagið. Nú hava vit ikki annað yvirlit enn einar 14 gerðabøkur yvir virki Lions; men fyri stuttum varð júst á sama hátt felag við sera góðari undirtøku stovnað fyri orð­ blind, har Lions­limur stóð á odda at fáa tað upp í lag. Tað eru oftast einstak­ lingar, sum í fyrsta umfari koma við hugskotum og grundgeving fyri at fáa tey samtykt á limafundi til framhald. Um ársskiftið 1977/78 var tað soleiðis Lions­lim­ ur, ið illa raktur av sjúkuni fyrstur bar hugskotið upp á mál, at seta á stovn eitt føroyskt felag móti krabba­ meini, og fekk tað góða undirtøku. Ein fýramannanevnd setti sær fyri at arbeiða við málinum, og legði hon longu 2. mai 1978 fram skjøl á limafundi, ið vístu uppskot til endamálsgrein og arbeiðsskrá hjá felagnum. Samtykt var, at sama Lions­nevnd skuldi arbeiða fram ímóti at kalla inn til stovnandi aðalfund, og var hann eftir drúgva og nágreiniliga fyrireiking hildin á Hotel Hafnia 17. januar 1979, hetta við góð­ ari undirtøku frá hinum føroysku Lions­klubbun­ um. Hóast nýstovnaða felagið tá gjørdist óheft av Lions­felagsskapinum, var fyrsta nevndin sett saman av fólki við tilknýti til henda felagsskap, sum bar útreiðslurnar upp undir stovnan. Bæði stovningarfundur og fundir Krabbameins­ felagsins vóru fyrstu mongu árini hildnir ókeyp­ is við einum drekkamunni á Hotel Hafnia. Óheft føroyskt felag Undir fyrireikandi arbeiði­ num varð nevndin kunnað um, at einir 50 føroyingar vóru limir í danska krabba­ meinsfelagnum, og at før­ oyingur við føstum bústaði í Danmark, men um tað mundið eitt skeið var búsitandi í Føroyum, hevði kannað, um møguleiki var fyri at gera eina føroyska deild. Tey funnu saman og fekk fýramannanevnd Lions á tann hátt góða ráðgeving í stovnan av einum føroyskum felag í staðin fyri deild av tí danska. Viðkomandi ráð­ gevi varð sjálvsagt boðin at gerast limur í føroysku nevndini, ið somuleiðis valdi sær serkøna hjálp uttanífrá. Soleiðis varð Føroya Felag móti Krabbameini stovnað sum óheft og sjálv­ støðugt felag; men, sum vera man, høvdu Lions­ klubbarnir framvegis serliga kenslu fyri felagn­ um og royndu eftir føri­ muni at stuðla sum fræg­ ast. Eitt nú fór upphæddin frá túnadansinum í Havn árið eftir – 76.000 krónur – upp í stovnsfæið, og taldi felagið longu umleið 2.000 limir og 45 virki. Stovns­ fæið var tá komið upp um 200.000 krónur. Eisini eydnaðist Lions Club Tórshavn við stuðli frá góðum fólki at savna inn 100.000 krónur til ein serstakan “Hjálpargrunn frá 1986” hjá Krabbameins­ felagnum, hetta fyri 25 árum síðan. Hesi farnu 30 árini hevur arbeiðið hjá Krabbameins­ felagnum talað fyri seg. Vit vilja við hesum takka fyri tað, tit hava fingið av skafti og ynskja tykkum alt tað besta í komandi árum. Lions Club Tórshavn Nøkur orð um Krabbameinsfelagið Nú sparingar eru allastaðni í Føroya landi, og serliga tey bleytu virðini standa fyri skotum, er einki at hoyra frá Føroya Pedagog­ felag. Her hugsi eg serliga um frítíðarskúlaøkið, sum verður niðurskorið, hetta kenna vit eitt nú í Klaks­ vík, og sama er nú ætlanir um í Havn. Um hetta heldur fram, so verður alt arbeiðið, sum er bygt upp gjøgnum tey 15 árini, frítíðarskúlin hevur verið til í Føroyum, brotið niður. Tað verður ein goymsla til børnini. Ætlar Føroya Pedagog­ felag at sita hendir í favn og einki gera við málið? Tað er nakað seint, at skjóta aftaná og siga »góða mamma tað var ikki eg« og siga at kommunurnar hava skyldina? Er tað ikki upp­ gávan hjá Føroya Pedagog­ felag at fylgja við, hvat hendir í okkara samfelag og serliga nú tað leikar hart á fíggjarliga og sum rakar okkara framtíð og framtíðin tað er børnini. Skúlin hevur fingið fleiri tímar til hesi børn, sum eru tiknir frá frítíðarskúlunum í Føroyum hesi seinastu árini. Í Tórshavn eru ætlair um at tímarnir pr. barn, sum í løtuni er 3,72, skal niður á 2,88 eftir nýggjár. Hetta er so uppleggið til fíggjarlógaruppskotið fyri Tórshavnar kommunu 2010, sum verður fyri til 1. viðgerð í næstu viku. Sama er galdandi í øðrum komm­ unum í Føroyum. Sostatt verður hetta ikki eitt pedagogiskt tilboð meira, og eg sakni, at Før­ oya Pedagogfelag kemur fram í ljósið og verjir okk­ ara øki. Tað nýttar einki at koma aftaná og siga »góða mamma tað var ikki eg«! Avleiðingar fyri skeringar eru m.a. hesar: • Børn við serligum tørvi verða ikki hjálpt og gloymd? • Námsfrøðingar fara úr størvunum? • Bert ófaklærd starvs­ fólk koma í starv? • Eingin tíð til fyrireiking. • Tvørfakliga arbeiði sum er við skúlan og heimini fella burtur? • Eingin tíð til foreldra­ vitalur • Eingir tíð fundir og samstarv við skúlarnar? • Eingin tíð til starvs­ fólkafundir? • Eingin tíð til starvs­ fólkamenning? • Eingin tíð til skeið­ virksemi? • Millummáli dettur burtur? • Brúkaragjald verður álagt foreldrunum? • Ætlanir um at frítíðar­ skúlanir skulu hava opið tá ið skúlin er stongdur fellur burtur? • Ongin forskúli? • Einki klubvirksemi? Ja, í við øðrum orðum eingi frítíðarskúli til børnini. Er tað tað í Føroya Pedagog­ felag stendur inn fyri? Við støði í omafyristand­ andi og avleiðingum fyri okkara øki havi eg hesar spurningar til Føroya Pedagogfelag: 1. Hevur Pedagogfelagið nakrar ætlanir um at fara inn í hetta málið? 2. Um tit fara inn í hetta málið, hvat ætla tit at gera? 3. Hvat fyri vísónir hevur Føroya Pedagogfelag fyri frítíðarskúlarnar í Føroyum? 4. Hvat fyri ætlanir hevur Føroya Pedagogfelag fyri klubbvirksemi og forskúla í Føroyum? www.123hjemmeside. dk/ftshoyvik/ Hvar er Føroya Pedagogfelag? námsfrøðingur Levi Mørk Trúðarfrælsi sprettur úr kristindóminum. Ikki tí at sannleiki og lygn er líka mikið í tí kristnu trúnni. Kristindómurin er við festing í bíbliuni knívskor­ in, tá ið talan er um trú­ røkni. Jesus sigur tað sjálv­ ur: ”Eg eri vegurin til sann­ leikan og lívið, eingin kem­ ur til faðirin uttan við mær.” Hóast hetta, kemur trúarfrælsi upp av sonnum bíbilskum kristindómi. Hetta skyldast fram um alt regluni: ”Tað tú vilt, at onnur skulu gera móti tær, skalt tú gera móti teimum.” Hetta etiska princippið, bundið saman við virðing fyri samvitsku og integri­ teti hjá tí einstaka menni­ skja, er neyðturviliga veg­ urin til trúarfrælsi. Verða hesi virði fótatraðk – eisini og ikki minst frá tí polit­ iska pallinum – er satt frælsið í álvarsligum vanda. Virðingin fyri samvitsku og integriteti hjá tí einstaka menniskja skal skiljast soleiðis: Øll hava vit menn­ iskju friðhalgað øki í okk­ ara ”sál.” Tað eru sannfør­ ingar og virði, sum vit ikki kunnu virka ímóti uttan at særa og vanhalga nakað grundleggjandi og vitalt í okkara persónligheit. Øll virðing fyri øðrum menniskjum inniber virðing fyri tí fríhalgaða. Grundtvig segði tey kendu orðini: ”Frælsi fyri alt, sum hevur rót í ond.” Virðingin fyri tí friðhalg­ aða hjá øðrum menniskjum er so grundleggjandi, at hóast vit kanska kunnu royna at sannføra onnur um mangt og hvat, so eigur ongin at trýsta ella tvinga nakran til at virka ímóti sannføring hjá viðkomandi menniskja. Hesi orð, tikin úr einari grein hjá einum donskum háskúlastjóra, ­ og so frá­ líka greinin, ummælið, ”Millum vælsignilsi og forbannilsi,” sum Heini í Skorðini skrivaði um sjón­ leikin ”Aftan á undrið” hjá Jóanesi Nielsen, skulu skiljast sum treytaleys tøkk og rós til øll, sum so meist­ arliga hava skapt drama, sum vit føroyingar ikki eiga makan til. Rithøvundurin, instrukt­ ørurin, sjónleikararnir, komponisturin og øll hini kunnu als ikki góðsku­ metast við hálvum ella heilum stjørnum, sum ummælarar í útvarpinum vildu vera við. Sjónleikurin, sum í støðum við friðhalgabroti í crescendo gav undirritaða andatrongd, er – allur sum hann er – ein stór stjørna, sum ikki kann sundurliðast í hálvum ella heilum ministjørnum. Friðhalgaða økið Heri MoHr viðmerkingar