fríggjadagur 6. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
14
VIKUSKIFTI
Slakt
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eitt ljóst gimburlamb er lagt á flett
ingar borðið. Lambið gevur eitt lítið
jarm og hyggur seg í kring í síni trongu
støðu.
So verður knívurin stungin niður í
hálsin beint frammanfyri fremsta háls
geislan.
Søti blóðlukturin byrjar at spreiða
seg í kjallaranum, meðan blóðið fossar
und an hol inum, har knívurin varð
stung in ígjøgn um.
Undir stendur eitt smá barn og rørir
í blóðinum, sum spaku liga byrjar at
klumpast.
Seyðurin ger nøkur spjett, og sein
astu rundu myrku sparlarnir koma út
úr endatarminum á doyggjandi gimb
ur lambinum.
Nústani nú pínist lambið ikki longur.
Tað hevur mist vitið og er doyggj
andi.
Pínast leingi
Hendan støðan kemur meira enn so fyri
í Føroyum. Fólk spara patrónina burtur,
tá tey fletta, og tí verður seyðurin bara
svævdur.
Sosialurin hevur verið í samband við
fólk, sum av ymiskum orsøkum svæva
allan seyðin, ið verður flettur.
Hesi fólkini halda uppá, at seyðurin
ikki kennir til sín, eftir at umleið eitt
sekund er farið, síðan skurðurin var
gjørdur.
Men vís indaligar kanningar av seyði
í Ný Sælandi staðfesta, at verður seyður
bara svævdur, so pínist hann upp í 10
sekund, áðrenn vitið fer frá doyggj andi
seyðinum. Samstundis, sum tað kunnu
ganga minst 29 sekund, um skurðurin
ikki er fullkomin.
Tað vil siga, um ikki báðar æðrarnar
upp í høvdið eru heilt skornar av.
Orsøkin, til at seyðurin framvegis
veit til sín, er, at iltað blóð framvegis
er í høvdinum.
Craig Johnson, professari í Ný
Sælandi, sum saman við øðrum við
heilakanningum fann prógv fyri, at
neyt uppliva pínu fyrstu løtuna, um tey
verða skorin á háls, greiðir Sosialinum
frá, at hann ikki ivast í, at teirra úrslit –
sum prógva ógvusliga pínu hjá neytum
– kunnu førast beinleiðis yvir á seyð.
Men viðvíkjandi tíðini við pínu hjá
seyði, vísur hann til kanningarnar, sum
onnur hava gjørt, og sum eru ávístar
omanfyri.
Roks at skjóta
Men hóast tað í Ný Sælandi eru funnin
prógv fyri, at seyður pínist upp í 10
sekund, tá hann verður svævdur, og tað
vanliga verður mett skeivt – um ikki
ólógligt – at svæva seyð uttan at skjóta
hann fyrst, so eru fleiri føroyingar, sum
bara svæva seyðin.
– Fyrr svævdi eg ikki veðrarnar, tí
eg helt, at hornini fóru at vera fyri, men
nú svævi eg alt. Tað er nógv skjót ari og
lættari. Eg sleppi undan at brúka hálvar
dagar at skaffa patrónir til seyða
byrsuna, og meðan eg fletti, sleppi eg
undan øllum roksinum, sum er við at
skjóta. Tú kanst jú risikera, at tú ikki
rak ar heilt rætt, og so gongur long tíð,
áðrenn tú fært løtt og skotið aftur, so
seyðurin ikki pínist meira, sigur ein
flettari, sum Sosialurin hevur verið í
samband við.
Gott at skjóta
Hóast Criag Johnson, professari, vísir
á, at tað kann geva ávísar trupulleikar,
tá mann skjýtur, so heldur hann, at tað
er gott at skjóta seyðin.
– Tað kann sjálvandi geva onkrar
trupul leikar við trygd, men undir øllum
vanligum umstøðum, skuldi tað verið
nøktandi at skjóta, metir professarin.
Hesum tekur Bergur Hanusson,
djóra lækni í Føroyum, undir við, tí
hóast tað næstan altíð eydnast væl, tá
fólk skjóta, so kunnu mistøk henda.
– Tað kann koma fyri, at fólk ikki
raka heilt rætt, tá tey skjóta, og tá er tað
nær um altíð, tí at skotið verður ov langt
frammi, staðfestir Bergur Hanusson.
Hetta útgreinar hann við, at kemur
blóð gjøgn um nøsina á seyðinum, so
er heilt víst at seyðurin ikki er deyður.
Men hann staðfestir, at undir van ligum
umstøðum eigur hetta ikki at henda.
Doyr beinanvegin
Tá flettarin, sum ikki hevur tíð at
skjóta, verður spurdur, hvat hann held
ur um kanningarnar á Ný Sælandi, sum
stað festa, at seyður pínist í umleið 10
sek und, um hann bert verður svævdur,
er flett arin avgjørdur.
– Eg trúgvi ikki heilt upp á hatta.
Eg síggi á seyðinum, at tað ikki gongur
meira enn umleið eitt sekund, til seyð
urin ikki kennir til sín.
Víðari metir hann, at tað ikki er verri
at svæva seyð enn nógv annað.
– Vit skjóta ikki toskar, sum eru
umleið líka stórir sum summi gimbur
lomb, sigur hann.
Ein annar, sum ikki skjýtur seyðin,
greiðir frá, at hann ikki veit, hví hann
bara svævar.
– Tað er nakað eg altíð havi gjørt,
men eg veit ikki ordiliga hví, sigur
hann.
Tó leggur hesin afturat, at tað er
bíligari at svæva, tí patrónir kosta
pening.
Ólógligt at svæva
Ongin lóg sigur beinleiðis, at seyð
ur skal skjótast, áðrenn hann verð ur
svævdur, men í kapitli 2, grein 8 í lóg
ini um vernd av djórum frá 1985, er
soleiðis tilskilað: »Tann, sum ætlar at
avlíva eitt dýr, skal vissa sær, at dýrið
verður dripið so skjótt og pínuleyst sum
gjørligt.«
Og sambært Bergi Hanusson, djóra
lækna, er tað at fara út um mark, um
persónar ikki tíma ella vilja skjóta
seyðin.
– At svæva verður ikki roknað at
vera so pínuleyst og skjótt sum gjørligt,
og hetta siga ivaleyst allir djóralæknar,
sigur Bergur Hanusson avgjørdur.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni,
tekur undir við tí, sum Bergur
Hanusson, djóralækni, sigur, og mælir
til, at allur seyður verður skotin fyrst
og síðani svævdur.
Ongin dømdur
Men um tú verður dømdur, um onkur
meldar teg fyri djórapínslu, tí tú hevur
svævt ein seyð, er ilt at siga. Ongin, sum
Sosialurin hevur verið í samband við,
dugir at vísa á nakað dømi, at nøkur
tílík sak hevur verið, og helst verður tað
heldur ikki í ár, tí sláturin er farin aftur
um bak hjá teimum allar flestu.
Men í aðrastaðni í ríkinum – í Dan
mark – er tað beinleiðis lógligt at svæva
djór, bara tað er við átrúnaðarligum
endamálum.
Jødarnir kalla tað kosher, muslimarnir rópa tað halal og í Føroyum
eitur tað at svæva. gransking í ný sælandi prógvar, at seyður kann
pínast upp í hálvan minutt, um hann bert verður svævdur
PínIst í
hálVan
mInUtt
At svæva verður ikki roknað
at vera so pínuleyst og skjótt
sum gjørligt, og hetta siga ivaleyst
allir djóralæknar