fríggjadagur 6. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 6. november 2009
15
Politiska støðan er í dag
merkt av stjórnarloysi, har
lappaloysnir og rossa
handlar yvirskugga tørvin
á veruligum visjónum og
greiðum ætlanum fyri
framtíðina. Løgting og
landsstýri mugu ganga
undan og fokusera upp á
veruleikan, so allar góðar
kreftir kring landið verða
sameindar, heldur enn at
spjaða tað, sum er
F
yri nøkrum vikum síðani
var tað Kommunuálitið, ið
stjól yvirskriftirnar, og síðstu
tíðina hava plasering av
komandi Heilsutrygd, flyting av
Taks og onnur líknandi mál
staðið ovast á breddunum.
Felags fyri øll hesi hevur verið,
at tey hava givið okkum eina
mynd av einum landi, ið verður
rikið við her-og-nú loysnum,
uttan at nakrar langtrøkkandi
ætlanir eru lagdar fyri
framtíðina.
Um vit bara taka útjavn-
ingina, ið tosað hevur verið um
í kjalarvørrinum av Kommunu-
álitinum, so er hon eitt dømi
um, at alt ov nógv ikki hugsa
fram um nøsina. Eingin av
teimum, sum veruliga sita við
ábyrgdini í dag, hevur nevnt eitt
orð um, at neyðugt er at hava
ein sterkan høvuðsstað og ein
sterkan miðdepil, um Føroyar
sum land skulu standa seg.
Tað finnast álit í hópatali, ið
undirbyggja hesa sannroynd,
men kortini verður fylgt við
streyminum, sum um einki er
hent – og sum um einki heldur
skal henda! Pettar tú ein mið-
depil sundur og hálar burtur úr
honum her og har, fæst eingin
menning, men úrslitið verður
tvørturímóti, at øll vikna líka
nógv og koma at standa eftir
við hvør sínum Svartaperi.
Størri køkubitar
Fleiri hava ført fram, at tey
vilja hava ein størri bita burtur
av køkuni, og millum reglur-
nar kann ferð eftir ferð lesast,
at tað bert letur seg gera, um
bitin hjá Havnini verður
minni. Tað er ikki so, at vit í
høvuðsstaðnum ikki unna
øðrum nakað, men tað hevði
nú verið ynskiligt, um vit
høvdu fólk á ovastu rók, ið
vildu nakað meira og tordu at
seta út í kortið, hvussu siglast
skal frameftir.
Okkum tørvar visjónir fyri,
hvussu vit skapa okkum øllum
somlum ta bestu framtíðina.
Hon kemur ikki av sær sjálvum,
men krevur eina miðvísa ætlan
fyri, hvussu Føroyar vinnuliga
og búskaparliga kunnu vaksa
seg størri og sterkari. Á tann
hátt verður køkan størri og øll
kunnu fáa ein størri bita, uttan
at bitin hjá nøkrum øðrum
harfyri verður minni.
Og fyri tað um høvuðsstað-
urin framhaldandi eigur at vera
tann drívandi og sterki mið-
depilin, forðar tað ikki fyri, at
øki sum Norðoyggjar, Eystur-
oyggin ella Suðuroyggin eisini
eru miðdeplar á øðrum og
egnum økjum. Tað gevur bara
onga meining, at øll fara eftir tí
sama, tí tá verður ongantíð nóg
mikið í part allíkavæl.
Sum er, arbeiðir Havnin við
síni egnu vakstrarætlan, men
tað er bara ótrúligt, at lands-
stýrið ikki eisini hevur eina.
Úrslitið av tí er ferð eftir ferð,
at her-og-nú loysnirnar fara við
allari orkuni, og so er einki eftir
til tað veruliga arbeiðið, tá
avtornar. Hvørja ferð klandur
og stríð verður um, hvar ein
almennur stovnur skal liggja,
fer ein øgilig arbeiðsorka til
hetta, samstundis sum einki í
veruleikanum kemur burturúr.
Hetta máttu okkara lands-
politikarar dugað betur!
Nú er altso koyrandi
Í mong ár er ein stór samferðslu-
útbygging farin fram á Føroya
landi, so brýr og tunlar hava
avloyst ferjusamband, umframt
at flestallir vegir eru breiðkaðir
og beinkaðir, so tað skjótari og
høgligari skal bera til at koma
frá einum staði til annað. Men
kortini verður arbeitt, sum um
tað enn ikki var koyrandi
millum bygdirnar í Føroyum.
Tá tosað verður um at spjaða
allar almennar stovnar kring
landið, er ikki eitt orð at hoyra
um, hvussu hetta kann forsvar-
ast rakstrarliga. Tað er kanska
heldur ikki so løgið, tí í flest-
øllum førum fæst roknistykkið
aldrin í verðini at ganga upp.
Fíggjarliga og rakstrarliga
loysir tað seg slett ikki, at
politikarar brúka almenn
arbeiðspláss sum valagn og
vøru í rossahandlum, men tað
kemur ikki fyri, at nakað verður
sagt um tað. Hvør nørir at sær,
og so má sektin liggja á, hvat
fæst fyri pengarnar!
Samstundis tosa øll í fullum
álvara um, at vit mugu fáa
okkara ungu lesandi
heimaftur, tá tey hava verið
uttanlands og vunnið sær
útbúgving. Men hvat hava vit at
bjóða teimum? Við at spjaða alt
út um landið, verður ógvuliga
torført at fáa eitt fakligt
umhvørvi, ið kann virka
lokkandi og dragandi, tá okkara
ungfólk skulu taka støðu til, um
Føroyar eru teirra framtíð ella
ikki.
Eitt, ið telur nógv hjá teimum
lesandi, tá tey hugsa um fram-
tíðina, er trivnaðurin á staðnum,
har tey skulu liva og virka. Tey
skulu hava børnini ansað, hava
nøkur frítíðar- og mentanartil-
boð, umframt at tey hava mong
onnur ynski, ið skulu vera
uppfylt, áðrenn tey taka støðu
til framtíðina. Eru allir hesir
møguleikar ikki tøkir, har tey
eru í nánd av sínum arbeiðs-
plássi, kann alt gera tað sama
fyri tey, og tá velja tey heldur at
verða verandi burturi og koma
kanska ongantíð heimaftur.
Hvønn einasta morgun eru
landsvegirnir á tremur við fólki,
sum koyrir til Havnar til
arbeiðis, og vit í høvuðsstaðn-
um fegnast um, at vit kunnu
vera partur av teirra gerandis-
degi og arbeiðslívi. Enntá er
hesin skari so stórur, at triðja-
hvør útgoldin lønarkróna í
Tórshavnar kommunu verður
skattað uttan fyri okkara
kommunumark, so teir pengar-
nir koma øðrum støðum til
góðar og skapa møguleikar har.
Alt tað fegnast vit um!
Raðfesting má til
Ferð eftir ferð, tá almennir
stovnar verða fluttir út í onkran
krók, slepst ikki undan, at tað
kostar meira. Vit eiga hópin av
dømum um landspolitikarar, ið
hava skapt sær eina politiska
karrieru, ið bara er grundað á
henda eina spurningin: Hví skal
alt vera í Havn? Og so leingi,
tað kann lata seg gera í dagsins
Føroyum, koma vit ongantíð at
uppliva vøkstur og framgongd,
og tá verður alt tos um tal á
valdømum høpisleyst. Slíkir
smáir tankar virka bara sum
bremsa og forða fyri menning
her á landi!
Tí er tað ikki til at skilja, at
okkara løgtings- og lands-
stýrisfólk ikki velja at raðfesta,
heldur enn at gissa, tá tingini
skulu gjøgnumførast. Øll vilja
alt, men tað ber sjálvandi ikki
til, so tí er neyðugt við einari
greiðari raðfesting, har ikki
minst raksturin er ein stórur og
sera týðandi partur. Tí skurrar
tað eisini í oyrunum, at somu
politikarar, sum gremja seg um
miðsavning í Havn, eru í øðini
um, at almennu rakstrarút-
reiðslurnar bara økjast. Hvat
skulu tær upp á henda mátan
annað enn økjast?
At kreftirnar verða brúktar
fullkomuliga skeivt, hava vit í
hesum døgum eitt klassadømi
um, nú Fiskimálaráðið av øllum
alvi arbeiðir fyri at sleppa
Strandferðsluni undan at rinda
havnargjald, hóast hetta er eitt
mál, ið slett einki hevur við
Fiskimálaráðið at gera, men
Innlendismálaráðið. Hugsið
tykkum til, um arbeiðsorkan
heldur fór til okkurt, ið var
meira viðkomandi og uppbyggj-
andi? Her er veruliga nógv,
okkara politikarar kunnu gera
betur!
Fram við visjónunum
Skulu vit koma víðari og
frameftir, er alneyðugt at saðla
um. Men so krevst eisini, at øll
standa saman, so øll kunnu fáa
meira burturúr. Tá krubban er
tóm, bítast rossini, men hesum
kunnu vit fyribyrja, um vit
syrgja fyri, at meira er í krubb-
uni. Tað krevur so eisini, at
arbeitt verður eftir einari visjón
um framtíðina og at løgd verður
ein ítøkilig vakstrarætlan, ið
vísir vegin fram.
Tað stutta av tí langa er, at vit
als ikki trúgva uppá, at tað ber
til at skapa menning og vøkstur
við at skava burtur av tí, sum er
sterkt og livandi frammanund-
an. Ein útjavningarskipan, sum
í síðsta enda fer at gera øll veik-
ari, er avgjørt ikki vegurin
fram, men tann vissi deyði. Tí
snýr tað seg um, at sett verða
nøkur felags mál fyri fram-
tíðina, ið vit øll kunnu arbeiða
saman um.
Sum nú er, er tað eingin rætt-
siktaður íleggjari ella ígongd-
setari, ið satsar upp á Føroyar,
tí her er tað sundurlyndið, ið
fremst av øllum setur dags-
skránna. Og so leingi einki er at
arbeiða fram ímóti hjá almennu
Føroyum, tí har er eingin visjón
aftan fyri rikna politikkin,
verður tað ógjørligt hjá vinnu-
lívi og kommunum at finna
kósina.
Tað kann ikki bera til, at óttin
fyri høvuðsstaðnum skal vera
kittið, ið heldur øllum saman.
Hesin ótti er ein blokada, sum í
alt ov stóran mun forðar fyri, at
funnar verða skynsamar og
varandi loysnir, ið koma øllum
landinum til góðar í síðsta
enda. Havnin er eisini tykkara
høvuðsstaður, so tí er tað nógv
meira konstruktivt, um tit eru
við til at forma og styrkja Havn-
ina, so hon framvegis kann vera
lokomotivið, ið gongur undan
og hevur øll hini við sær!
Vælsignaðu landspolitikarar,
setið tykkum niður og leggið
eina ætlan fyri framtíðina, sum
vit øll somul kunnu bakka upp
um og geva okkara íkast til. Um
vit gera, sum vit altíð hava
gjørt, fáa vit tað sama, sum vit
altíð hava fingið. Tí er neyðugt
at hugsa nýtt og at hugsa stórt.
Røkka vit onkrum av málunum,
er tað altíð eitt framstig. Men
tað krevur, at tit spæla við og
vísa okkum visjónirnar!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vísið okkum
visjónirnar!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Hóast
samferðslukervið
er væl útbygt
við tunlum
undirsjóvar og
omansjóvar og
vegum og brúm,
verður enn arbeitt
sum um tað ikki
var koyrandi
ímillum bygdir