fríggjadagur 6. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 213 - 6. november 2009
BÓKAÚTGÁVA
Dávur Winther
Henda serstaka hendingin,
sum nógv hevur verið tosað
um, kemur nú út í bók sum
Páll Kunoy hevur skrivað.
Út gávu dagur og framløga
av bókini »Ernestine« verð
ur mikudagin 11. november
kl. 19.30 í býráðshøllini í
Klaksvík.
Páll Kunoy minnist ser
liga væl tosið millum eldru
menninar í Kunoy um hend
ing ina, tá ið Ernestina fór á
land undir Selvíksbjørgum
í 1930.
Páll Kunoy greiðir frá,
hvus su
abbi
hansara,
Christoff ur Kunoy, fortaldi
hon um um sváru løtuna, tá
ið Kjølbro sendi telefonboð
til sín, sama dagin sum
lagnu boðini um Ernestine
komu til Klaksvíkar.
Abbin varð biðin av Kjøl
bro at fara í eitt hús í Kunoy
at bera sorgarboðini til 29
ára gamla einkju, sum nú
sat eftir við fimm børnum.
Hetta vóru tyngstu fet hjá
abbanum á foldum, greiddi
hann frá.
»Ernestine« er bókin,
sum greiðir frá søguni hjá
tí, sum tá varð kallað ein av
Før oya vakrastu skonnar t
um. Dávur úr Gerðum,
skipa ri hevði sæð hana und
ir Íslandi, har franskmenn
fiskaðu við henni. Honum
dámdi skipið væl, og tað
eydn aðist saman við bróðri
num J. F. Kjølbro í 1927 at
keypa Ernestine úr Frak
landi.
Ernestine gjørdist ikki
langt lív lagað á føroyskum
hond um. Longu trý ár eftir
fórst hon undir Selvíks
bjørg um í Íslandi.
Tað sigst, at tá ið teir
menn inir, sum komu undan
hend ing ini við lívinum hitt
ust, fevndust teir og talaðu
lítið.
Tað, sum fram um alt
stend ur eftir frá hesum
skips broti, er eitt av teimum
allar størstu
bjarg ing ar
brøgd unum, ið framd eru í
før oyskari siglingarsøgu.
Bókin um Ernestine er
ein roynd at greiða frá hes
um skaðatilburði og sjáld
sama og ótrúliga bjarg ing
ara vriki, ið Ziska Jacobsen
gjørd ist kendur og virdur
fyri.
Endiliga kom bókin
um Ernestine
Klýpir til fiskivinnusøgu Klaksvíkar:
Ekliptika - (fórst í 1941)
Jákup Heinesen skrivaði í 2001.
Lívsbargdagi á Kappanum – søgan um Coronert
Páll Kunoy skrivaði í 2006
Fossánes – Bóru ikki boð í bý - (fórst í 1938)
Páll Kunoy skrivaði í 2007
Ernestine - (fórst í 1930)
Páll Kunoy skrivaði í 2009
FAKTA
Bókin løgd
fram í Bý
ráðs høll ini
mikudagin
Á samkomu sum verður
í býráðshøllini í Klaks
vík mikudagin 11.
novem ber klokkan 19.30
verð ur bókin
»Ernestine«, sum Páll
Kun oy hevur, skrivað
løgd fram.
Jógvan Skorheim,
vara borgar stjóri bjóðar
væl kom in.
Jógvan Ravnsfjall
um mælir bókina og
høvund urin, Páll Kunoy,
sigur nøkur orð um
ar beiðið við at savna til
far og skriva bókina.
Sangur, kaffi og
hugna prát verður sam
stund is sum til ber at
ogna sær bókina.
Eisini ber til at fáa
bók ina signeraða.
»Ernestine« nýliga komin til Føroya í 1927
Myndaeigari: FFS
Avhálaðir á Suðurlandinum. Allir menn við snørið
Myndaeigari: FFS
Klaksvík umleið 10 ár eftir, at »Ernestine« kom
Myndaeigari: FFS
”
»Skiparin heitti tá á Ziska Jacobsen,
ið var góður svimjari, um at royna at
svimja í land, men skiparin sá tó, at
brimið breyt langt upp í bergið. Sjálvt
um Ziska tá hevði kunnað svomið inn
ímóti landi, hevði ikki verið gjørligt at
komið á land«.
Stjólu nýføðingar
Løgreglan í Meksiko hevur tikið tríggjar læknar og tvey
onnur starvsfólk á einum sjúkrahúsi, sum eru skuldsett
fyri at hava rænt minst tveir nýføðingar á einum
privatsjúkrahúsi. Sambært ákæruvaldinum fingu
foreldrini at teimum rændu børnunum at vita, at børnini
vóru deyð. Seinni vórðu bæði børnini funnin á lívi.
Ákæruvaldið sigur, at læknarnir og teirra hjálparfólk
fingu umleið 5.000 krónur fyri hvørt barnið. Nú verður
kannað, at tey fýra hava rænt onnur børn, skrivar AP.
Ketta fekk svínakrím
Amerikanska landbúnaðarmálaráðið og
djóralæknamyndugleikarnir í statinum Iowa kunngjørdu í
gjár, at teir hava staðfest, at ein ketta er vorðin smittað
við H1N1. Sagt verður, at tey, sum eiga kettuna, hava
drigist við krímsjúkuna í seinastuni, og tí eru tað helst
tey, sum hava smittað ta 13 ára gomlu kettuna.
Amerikanskir læknar hava annars sagt, at tað er ikki
sannlíkt, at H1N1 smittar frá fólki til djór ella øvugt, men
tilburðurin við kettuni í Iowa tykist benda á, at hendan
uppfatanin má endurskoðast, skrivar AP.