Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 6. november 2009 19 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Workshop Stuðulstænastan Recovery Er tað møguligt at koma fyri seg aftaná álvarsligar sálarligar trupulleikar? Workshop í Norðurlandahúsinum 10. og 11. desember 2009 • Hvat merkir tað, at koma fyri seg? • Hvat skal til, um tað skal bera til? • Hvat siga tann sjúki og avvarðandi hansara skal til? • Hvussu kunnu viðgerðartilboð og stuðulstilboð hjálpa? Workshoppin fer at vísa á nýggjari vitan um recovery, og møguleiki verður fyri kjaki í minni bólkum og millum øll í felag. Hesir báðir dagarnir eru ætlaðir øllum teimum, ið hava royndir við álvarsligum sálarligum trupulleikum, avvarðandi, t.d. foreldur, hjúnarfelagar, systkin, vinir og næstrafólk. Samstundis eru dagarnir eisini ætlaðir starvsfólki í psykiatriini og sosialpsykiatriini. Undirvísari er Pernille Jensen, journalistur og cand.pæd., sum í fleiri ár hevur arbeitt við recovery, og m.a. hevur staðið fyri eini stórari danskari kanningarverkætlan um at koma fyri seg aftur. Prísurin fyri báðar dagarnar er kr. 1000. Áhugað fyri luttøku kunnu venda sær til: Odu Johansdóttir, tlf. 764103, T-postur odaj@naerverk.fo, í seinasta lagi 30. november 2009. Workshoppin er tilrættisløgd sum samarbeiði millum Miljøterapeutisk Útbúgving í Føroyum (MTUF) og Nærverkið. Skeiðsváttan verður givin. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Maskinmaður til Sp/f Tavuna Fyri Sp/f Tavuna í Leirvík verður søkt eftir einum maskinmanni at byrja skjótast til ber. Starvið umfatar dagliga røkt av øllum maskinum og amboðum, sum hoyra til eitt flakavirki, her undir flakamaskinur, frystarí og frystiútgerð. Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Talan er eisini um skiftandi arbeiðs tíðir orsakað av vaktar­ skipan. Fyri rætta umsøkjaran er talan um eitt avbjóðandi og spennandi framtíðarstarv. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu við leiðsluna. Umsóknin verður at senda til Sp/f Tavuna í Leirvík skjótast gjørligt og í seinasta lagi 20. november 2009. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Joen Magnus Rasmussen, á telefon 44 33 55. Allir fyrispurningar og allar umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo Spunagøta · 160 Argir Tlf: 321030 · Fax: 316590 eikin@eikin.fo · www.eikin.fo Rimmar Skápsrok Klædnaskáp v/dragihurðum NÚ -25% Inventar – 16 ella 22 mm sniðgivið eftir ynski... – sniðgeving eftir tínum høvdi! AðAl- og lAndsfundur hjá sjálvstýrisflokkinum 2009 7. november Kl. 09.30: Morgundrekka Kl. 10.00: Aðalfundur settur av landsnevndarformanninum sambært skrá og lógum felagsins Kl. 11.30: Orðið frítt Kl. 12.00: Fundur lokin Kl. 12.00: Døgurði Kl. 13.00: Landsfundurin verður settur Kl. 13.05: Formansfrágreiðing, Kári P Højgaard, floksformaður Kl. 13.25: »Fíggjarlógin – mál ella miðil« Jóanes N. Dalsgaard, gestarøðari, fer at tosað um fíggjarlóg sum úrslit av, hvør vann fíggjarlógarorrustuna, ella sum politisk ætlan. Kl. 13.50: Útbúgvingarbúskapur Kári á Rógvu, næstformaður Sjálvstýrisflokksins heldur røðu um útbúgving og førleikamenning sum uppskrift uppá búskaparvøkstur, fólkvøkstur og størri vælferð. Kl. 14.15: Steðgur við drekkamunni. Kl. 14.25: Næstu stigini Kári á Rógvi, tingmaður, leggur upp til kjak um politikk floksins og fundarsamtykt. Kl. 14.40: Orðið frítt, kjak og viðmerkingar Kl. 16.30: Framløga av fundarsamtykt Kl. 17.00: Fundur lokin Kl. 17.10: Vitja verður á søgusavninum Kl. 18.30: Døgurði og hugnaløta