Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 18 VIKUSKIFTI Oljuvinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað er langt síðani vorðið almanna­ kunnugt, at olju­ og gassgoymslurnar í teirri arktisku undirgrundini eru risa­ stórar. Í einari nýggjari kanning hjá amerikanska orkumálaráðnum verður mett, at talan er um næstan 90 milli­ ardir tunnur av ráolju umframt einar 48,5 billiónir rúmmetrar av gassi. Samanlagt er talan um eina orkumongd upp á meiri enn 412 milliardir tunnur av ráolju. Kanningar hava víst, at tann størra helvtin av hesum ovurstóra tilfeingi er undir havbotninum norðan fyri ameri­ kanska statin Alaska. Júst har hava menn serliga drúgvar royndir við at útvinna olju og gass í arktiskum øki, og kanska júst tí eru jarðfrøðingarnir og búskaparfrøðingarnir hjá amerikanska orkumálaráðnum sera varnir, tá tað snýr seg um at gagnnýta tað stóra ríkidømið undir tí arktiska havbotninum. – Arktis hevur eina dragandi ávirk­ an á oljuídnaðin. Fleiri týðandi leiðir eru longu funnar har, og tað elvir til dreymar og vónir um, at fleiri aðrar og uppaftur størri leiðir liggja fjaldar einastaðni í tí dulda, skriva ser frøð­ ingarnir í amerikanska orku mála ráð­ num. Og teir halda fram: – Tær olju­ og gassleiðirnar, sum eftir øllum at døma eru undir havbotninum vestan fyri Grønland, verða mettar at vera upp til tríggjar ferðir størri enn allar leiðirnar í Norðsjónum tilsamans. Men kortini eru bara seks borikanningar gjørdar í økinum enn. Dýrir dropar At bara seks boriroyndir eru gjørdar vestan fyri Grønland enn kemst sam­ bært amerikanska orkumálaráðnum av, at tað er sera kostnaðarmikið at leita eftir olju og gassi í Arktis, og at tað verður uppaftur dýrari at útvinna tað, sum møguliga verður funnið. Ein annar vansi er, at long tíð fer at ganga, frá tí at ein olju­ ella gass leið er funnin, til framleiðsla kann fara í gongd. Sambært amerikonsku serfrøð­ ing unum kann hendan tíðin gerast so long, at í roynd og veru verður tað ómøgu ligt at gera av, um tað er yvir­ høvur loysir seg fíggjarliga at fara undir framleiðsluna. – Leiðirnar norðan fyri Alaska og norðan fyri Sibir eru tær, sum mugu met ast sum tær virðismestu, tí bæði økini hava tað neyðuga flutningskervið um framt annan neyðugan útbúnað. Í hinum økjunum verður neyðugt at byrja frá botni av, og við tí sera trupla veðurlagnum í huga er einki at ivast í, at tað skulu góðar lønir til fyri at fáa fólk at arbeiða har, skriva serfrøðingarnir í Washington. Bara stórar leiðir Niðurstøðan hjá amerikanska orku­ mála ráðnum er, at skal tað loysa seg fíggj arliga at útvinna eina oljuleið í tí arkt iska økinum, skal leiðin hava í minsta lagi 500 milliónir tunnur av olju í sær, tí tað verður sjálvandi tann fyrsta leiðin, sum skal bera útreiðslurnar av tí neyð uga flutningskervinum. Tað kann so hava við sær, at tað seinni kann loysa seg at útvinna leiðir við minni olju, tí fram leiðslan haðani kann nýta tað sama flutn ingskervið. Amerikonsku serfrøðingarnir siga, at tær størstu avbjóðingarnar í sambandi við eina møguliga oljuvinnu í tí arktiska økinum eru tíð og pengar. Teir vísa á, at tað fer at taka millum fimm og átta ár at seta eina gassleið sum Shtokman­ leiðina í Sibir í framleiðslu, og at tað skulu gerast risastórar íløgur øll hesi árini, uttan at nøkur vissa er fyri, at, at prísirnir og eftirspurningurin eru nøktandi, tá framleiðslan eina ferð fer í gongd. – Tá vit so tosa um at útvinna olju­ og gass til upp undan havbotninum langt frá landi, verður tann fíggjarligi tørv urin munandi størri og tíðarskeiðið frá fundi til framleiðslu uppaftur longri enn uppi á landi, og so mikið størri verður óvissan, um verkætlanin yvir­ høvur er fíggjarliga lønandi, skriva teir amerikonsku serfrøðingarnir. Hitin kann hjálpa Allar framrokningar vísa, at tann stóri vøksturin í heimsins oljunýtslu í kom­ andi árum verður uttan fyri Evropa og Norðuramerika og sostatt ikki nærhendis teimum arktisku økj unum. Tað hevur við sær, at tann arkt iska oljan skal flytast langan veg, og tað er ikki nakar fyrimunur fyri útveg­ anarkostnaðin. Men her kemur náttúran kanska oljuídnaðinum til hjálpar. Í ár hava handilsskip siglt allan vegin fram við landi norðan fyri Sibir, og kunnu tangaskip sigla til Arktis eftir oljuni meginpartin av árinum, broytir tað í hvussu er tann partin av myndini. – Frágreiðingin hjá amerikanska orku málaráðnum er kanska ikki serliga hugvekjandi lesnaður hjá teimum, sum ganga við dreyminum um Grønland sum tað næsta oljuævintýrið, skrivar danski tíðindamaðurin Keld Louie Pedersen í Jyllandspostinum. Hann vísir á, at hørð kapping er um tann váða fúsa kapitalin, og at í løtuni tykist altjóða oljuídnaðurin hava hava ser­ ligan áhuga fyri møguligum olju leið­ um langt undir havbotninum í Meksi­ kanska Flógvanum og úti fyri brasilsku strondini. – Tað er so dýrt at leita eftir og at útvinna olju i Meksikanska Flógv­ anum og við brasilsku strondina, at kostnaðurin er kanska á leið tann sami sum í tí arktiska økinum. Men hini viður skiftini eru ikki tey somu, og tá sam an um kemur, man tað vera lættari at fáa fólk at arbeiða í Meksikanska Flógv anum ella í Brasil enn norðuri í Arktis, skrivar Keld Louie Pedersen. Ein nýggj grEining hjá amErikanska orkumálaráðnum sáar rættiliga stóran iva um olJudreymarnar hjá Eitt nú grønlEndingum. tað Er Ein sannroynd, at nógv olja og gass Eru í tEirri arktisku undirgrundini, mEn útrEiðslurnar at útvinna tilfEingið Eru risastórar, siga tEir amErikonsku sErfrøðingarnir IVI Um tað arKtIsKa oljU- æVIntýrIð Kelda: Jyllandsposturin