Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 213 - 6. november 2009 lýsing Hvat Hendi við toskinum í nítiárunum? í samband við at Petur Steingrund hevur júst vart doktararitgerð um hetta evnið, skipar Havstovan saman við magn fyri fyrilestrum kring landið. Í døgunum 16. til 23. november verða áhugaverdir fyrilestrar við Petur Steingrund um evnið – »Hvat hendi við toskinum í nítiárunum«. ritgerðin kom fram til fleiri slóðbrótandi niðurstøður, millum annað, at tað ikki passar fyri føroyskan tosk at “fiskur hevur stert”. Heldur ikki passar tað, at ein stórur gýtingarstovnur gevur stóra tilgongd, nakað, sum annars er ein hornasteinur í siðbundnari fiskifrøði. ístaðin varð gomul føroysk vitan brúkt fyri at koma fram til høvuðsúrslitið í ritgerðini: at raktoskur (slánar) nær landi darva yvirlivingini hjá 1 ára gomlum smáfiski, meðan nógvur toskur útiá gevur góða yvirliving av 2 ára gomlum smáfiski. ritgerðin gevur eisini svar uppá, hvussu stórur toskastovnurin/veiðitrýstið skal vera, fyri at fáa størst møguligu veiðu og virði til tað føroyska samfelagið. í fyrilestrunum verður eisini greitt frá um gróður undir Føroyum. tað er orkufelagið magn, sum saman við Havstovuni samskipar hesar fyrilestrar. Fyrilestrarnir verða á hesum støðum: mánadagin 16. november á seglloftinum á tvøroyri týsdagin 17. november í skúlanum á Giljanesi mikudagin 18. november í Løkshøll í Runavík Hósdagin 19. november í Atlantis í klaksvík. mánakvøldið 23. november Í Fiskivinnuskúlanum í Vesmanna Allir fyrilestrarnir byrja kl. 19.00 og eru øll vælkomin. TÍN ORKA