Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 17 VIKUSKIFTI Vinstra høgra Blandaður tvímansleikur Hvussu í allari víðu verð kunnu hesi 8000 fólkini halda skila á beinunum, sum skulu standa á rulluskoytum. Myndin er tikin í Berlin herfyri, og eg veit ikki, um vit hava nakað slóðbrótandi ráð. Kunnu vit bara fyrisláa vinstra-høgra, vinstra-høgra... Vit hava hoyrt um einmansleik, tvímansleik og blandaðan tvímansleik, men hvat hesin dysturin kann kallast, er ikki gott at vita. Eitur blandað vekt í tvímansleiki? mynd: polfoto mynd: polfoto Í sjónleiki sínum »Aftan á undr­ ið« hevur Jóanes Nielsen eisini eitt minni tema umframt tey bæði stóru, sum eru religión og deyðin. Hetta evnið er vanvirðingin fyri listafólkum. Tove, mamma Dávid, er sjónleikari. Eingin uttan um hana virðir hana fyri tað, tvørturímóti. Hon er vird líka lítið sum ein hora. Ein ikki óvanlig samanbering í skaldskapi um ússaligu kor listafólka. Men sjálvsvirðing hennara er sterk. Sjálvsvirðingin ber Tove gjøgnum eitt lortalív. Vit kunnu siga, at hon livir av sjálvs virð ing­ ini. Uttan hana var hon ivaleyst livandi deyð. Tove er listafólk. Hon skammast ikki at koma inn á pallin, hóast hon væl veit, at hon er ikki tann skærasta stjørnan har. Sum ein rættur høvundur dámar Jóanesi Nielsen hana. Hon hevur hansara empati. Høvundar eru góðir við sínar persónar, skaptir av eymleika. Í Føroyum eru listafólk ikki tald við, tá samfelagsins stuðlar verða reksaðir upp, onnur enn tey, sum mála íløgur. Mála máln ing ar við nógvari olju, sum speku lant ar og onnur, sum hava peng ar ella halda seg hava pengar, standa í bíðirøð uttan fyri fern iser ing ar nar fyri at fáa fatur í. Ikki tí teimum dámar abstrakta motivið ella listaverkið sum so, men tí tey gera ein íløgu. Nakað sum at keypa tey røttu partabrøvini. Í leikinum hjá Jóanesi Nielsen verður tosað ljótt um listafólkini. Tey, sum sita á café og drekka øl og brúka kjaft um politikk allan dagin. Og hvat so? Flestu stóru lista­ fólkini, skaldini, leikstjórarnir, tónleikararnir og hini vóru ella eru alkoholikarar og /ella narko manar. Eisini tey, sum fáa virðislønir, tá ringa samvitska sam felagsins skal sminkast. Vanvirðing fyri listafólkum er tema, sum millum annað Ingmar Bergman brúkti nógv í sínum filmum. Ingmar Bergman, sum gav ein um ummælara nevan á kjaft­ in. Tað var, tá Bergman var stjóri á Dramaten í Stokkhólmi. Sigandi eisini fyri støðuna í Føroyum er, at »Aftan á undrið« verður spældur á Tjóðpalli Før­ oya. Tjóðpallinum, sum var heim­ leysur, hevði hann ikki innivist frá Tórshavnar kommunu. Men nú sigst, at tjóðleikhús skal byggjast. Nei, vit hava ikki fingið ein mentanarpolitikk. Hann fáa vit ongantíð. Tað er kreppu politikkur. Handverkarar eru arbeiðsleysir, byggivinnan er í neyð, tað almenna noyðist at byggja. Tove, mamma Dávid, er sjón­ leikari og hon pimpar. Hon hevur hjarta, og hon hevur sál. Maðurin rýmir til Logostrúboðaran, lækn­ an og bíbliusmuglaran Floru. Hon er ein parodi, hjartaleys og sálarleys. Tove er eingin eingil. Hon er ikki brennimerkt. Einglar eru keðiligir, kynsleysir og eldfimir. Einglar, ja, tað var ein ill­ myrk an vetrardag, eg stóð við barrina á flogvøllinum í Tromsø. Barrvørðurin, ein kvinna við góð ari barlast av lívsroyndum og fevnandi útstráling, er ein av hesum barrvørðunum av Bakku­ sar náði. Fryntlig, prátar við øll, skemti­ ligar viðmerkingar fúka um barr diskin alla tíðina. Allir tystir gest ir fáa nøk ur fløvandi og stimbr andi orð. Nú kemur ein strongdur biss­ niss maður blásandi inn í barrina. Hevur nakrar bræv bjálvar í hond ini og spyr, um nakar post­ kassi er. Nei, so noyðist hann út úr fráfaringarhøllini og skriva seg inn aftur. »Tú lýgur!« »Nei, men eg kann taka brøvini og lata tey í postkassan, tá eg fari til hús,« sigur hon innan fyri diskin. »Tú ert ein eingil,« svarar klædningsmaðurin og gevur henni brøvini. »Ja, en engel med støv på vingerne,« svarar hon í stundini. Hjá okkum, sum ikki eru einglar og hvørki duga ella tora at flúgva, eru slíkir skeinkjarar meira verdir enn gull. Nógv meira verdir enn nakar trúboðari. Og líka nógv verdir sum listafólk, sum drekka, roykja og sniffa. Veingjadust UmaftUrafturum Høgni djurHuus Altso, skulu vit taka land? Útlendingaøkið føroyskt um eitt ár KvF Var tað stigatalvan? Tey trý fremstu kvinnuliðini í hondbólti spæla í dag móti liðum, sum eru í niðaru hálvu av steypakappingini. Sportal.fo Nei, sjálvandi ikki Veðurlagsavtalan fer ikki at fevna um alt KvF Hvussu skal tað verða friður? Trýss trygdarfólk í Irak handtikin fyri yvirgang Dimma Nú stendur verðin ikki longur Kópa- og revaskinn í Fugl... Kvett yvirskrift á Olivant Nýggjur vinnuvegur Fingu peningin aftaná umrøðu í Dimmalætting Dimma Gjøgnumtrekkur Fiskivinnuskúlin letur hurðarnar upp Norðlýsið Fáa vit minni Co2 útlát av tí? Annika og Kuupik vilja bæði vera við í veðurlagsavtaluni KvF ranga í strúpan Lofta! sumo glímarin Kisenosato verður her tveittur av vøllinum av tochinoshin, tá teir berjast í einari serligari heystarkapping í tokyo. spurningurin er bara, hvør skal lofta, og hvør í allari víðu verð skal fáa Kisenosat á føtur aftur. Stóri fyrimunurin við Em- endaspæl inum í 2012 er, at tað verður í Póllandi og í ukraina! føroyskur fótbóltur er ikki í einum aldudali, men í einum mikladali Er Ísak ein meinbogi ella ein høgnaboði? Kann starvsnevndin Í fSf »forseta« uppá hendan mátan? Ein komandi aðalskrivari má billett-lúka allar treytir, sum Høgni setur honum. Verður Ísak stóru- stovureinur aftur? málið um Ísak má fáa ein Líðar-enda! aðalskrivarin sigur seg hava eina uk-reina samvitsku Kalt er hjá Høgna á toppinum, er fjálgari í mikladali? aðalfundur ella aðalskrivarafundur? Årsagen til uenigheden i bestyrelsen er, at meningerne har et vidt felt Er meirilutin í starvsnevndini rúnabundin? mynd: polfoto • • • • • • • • • • • •