Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 6. november 2009 23 Mánadagin 9. november eru 50 ár liðin síðan Árni Gærdbo, búsitandi í Reykjavík, varð liðugur við sína útbúgving sum skraddarameistari. Árni Gærdbo var í mong ein kendur vinnulívmaður í Føroyum við stórari klædnaverksmiðju og nógvum fólki í arbeiði. Árni er vágbingur, føddur í 1931. Hann hevur frá heilt ungum av havt áhuga fyri skraddarayrk­ inum. Hann arbeiddi hjá skraddarum bæði í Vági og í Havn og fekk soleiðis meira kunnleika um skraddarayrkið. Í 1948 fór hann til Íslands at arbeiða, og í 1952 fór hann í læru sum skraddari í Reykjavík og var útlærdur í 1956. Tá hann hevði arbeitt sum sveinur í trý ár, fekk hann prógv sum skraddarameistari tann 9. november í 1959. Eftir tað arbeiddi hann sum skraddarmeistari í mong og hevði t.d. egna klædnaverksmiðju í Reykjavík í 15 ár. Hann hevði tó alla tíðina ein dreym um at koma heim aftur til Føroyar at byrja sína egnu klædnaverksmiðju her. Árni kom so heim aftur í 1977 og leigaði sær hølir í eysturbýnum í Havn, har hann stovnaði sína egnu fyritøku. Hann fór undir at gera anorakkkar og buksur til før­ oyska marknaðin. Í 1978 hann flutti í størri hølir á Eystaru bryggju, har hann útveg­ aði sær fleiri seymimaskinur og byrjaði at læra ungar gentur at seyma. Fyritøkan fekk navnið HAZY, sum skuldi vísa seg at blíva eitt kent merki. Í 1982 flutti HAZY í nýggjan virkisbygning við Velbastaðvegin í Havn. Eitt stórt virki við millum 20 og 30 starvsfólkum. HAZY klæð­ ini vóru eisini seld í t.d. Norra. Umframt tveir HAZY handlar í Havn vóru HAZY handlar eisini í Klaksvík, Vági og Saltangará. Eftir at klædnaverksmiðjan læt aftur síðst í 1983, arbeiddi Árni sum skraddarameistari og hevði ymsikar handlar sum t.d. Toyhúsið í J. Paturssonargøtu og Buksu­ snikkarin á Argjum. Síðan arbeiddi hann sum skradd­ ari á Glade Hjørn í Havn, til hann flutti aftur til Íslands. Tann 7. januar 2006 læt hann upp fyritøkuna “Skraddarin á Horn­ inum” á adressuni Lindargøta 38, 101 Reykjavík. Hóast Árni fyllir 78 ár fríggja­ dagin 13. november, hevur hann ongar ætlanir um at gevast. Hann sigur, at hann trívist best við at arbeiða, og tað ætlar hann sær at gera, til hann ikki orkar meira. Íslendskir fjølmiðlar gera í hesum døgum nógv burturúr, at Árni hevur 50 ára starvsdag sum skraddarameistari. -red Skraddarameistari í 50 ár HAZY-lýsing frá desember 1979. Modellirnar eru: Jóhanna og Beinta Árni Gærdbo nøvn 60 ára føðingardagur Leygardagin 7. nov. fyllur Óli Johansen, vanliga nevndur Suðringurin. Føðingardagurin verður hildin í heiminum Sjógøta 135, Tvøroyri. Opið hús frá kl. 13­20. 60 ára føðingardagur 23. okt. fylti Solmaj í Lágabø, 60 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 7. nov. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Mikudagin 4. nov. verður Arna Dalbø Hansen, Svínáir, 80 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 7. nov. frá kl. 12 til kl. 15. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 6. nov. verður Hildigarð Hansen, Syðrugøtu, 90 ár. Dagurin verður hildin í Gøtubrá frá kl. 19. Øll eru vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB­Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen (Stina og Dia av Syðradali), gullbrúd­ leyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 6. nov. kunnu hjúnini Maria og Hans David P. Johansen, Strendur, halda gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Sjókaféini í Runavík saman við familjuni. Gullbrúdleyp Leygardagin 7. nov. hava Jonny og Thomas Jacobsen, Søldarfjørður, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Gullbrúdleyp Sunnudagin 8. nov. kunnu hjúnini Herborg og Hildibjart Johansen, Tórshavn, halda gullbrúdleyp. Tey ið ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin til eina hugnaliga løtu í Starvsmannafelags­ húsinum J.H. Schrøtersgøta 9 frá kl. 12 til 17. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og Kjartan Z. Jacobsen, Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698, til og við leygardagin 21. nov. Diamantbrúdleyp Mánadagin 9. nov. hava Amalie og Jens Mouritsen, Sørvágur, verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 14. nov. frá kl. 18 hjá soninum, á Magnusarbø 6, Sørvágur. merkisdagar