fríggjadagur 6. november 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
22
VIKUSKIFTI
og eg dugdi heldur ikki at læra tað.
At for telja søgur við myndum segði
mær onki. Eg var bara fasineraður av
øllum teknikkinum. Tað var ikki fyrr
enn eg byrjaði at arbeiða saman við
Hans Petur Hansen, at nakað hendi. Tað
var hann sum av álvara tendraði mín
áhuga fyri at klippa myndir saman til
filmar.
Síðani tá hava teir báðir arbeitt tætt
saman bæði í Sjónvarpi Føroya og í
Kov boyfilm, har Hans Petur Hansen
stendur fyri filmsupptøkunum og ljósi.
Triði maðurin í fyritøkuni er Michael
Jensen, sum millum annað virkar
sum markn aðarleiðari. Restina tekur
Thomas Koba sær av, tað vil siga øllum
frá at skriva handrit og instruera til at
klippa og mastra.
Men sjálvt um hann dugir at síggja,
at hann er vorðin dugnaligari og er
heilt væl nøgdur við onkur av sínum
avrikum, forðar tað ikki Thomasi Koba
í at finna okkurt afturat at stúra fyri.
– Tað er altíð hasin óttin, tú veit,
fyri at nú uppdagar onkur, at eg onki
dugi allíkavæl og bara eri ein 'fake', sum
hevur fuppað seg allan vegin fram.
Í telt at fundast
Eitt, sum Thomas Koba kortini ikki
stúrir fyri er, hvussu tað skal gangast
lítlu filmsfyritøkuni Kovboyfilm. Tí
nett up tað, at fyritøkan er so lítil ger,
at skaðin er rættiliga avmarkaður,
um upp gávurnar fækkast ella hvørva
heilt.
– Tað ringasta, sum tá kann henda,
er at Kovboyfilm gevst. Verri er tað
ikki. Vit eru hvørki bundnir av stórum
íløgum ella starvsfólkahópi, sum skal
lønast. Tí eru vit heldur ikki noyddir
at hópframleiða keðiligar faldarar og
visitkort fyri at halda einum stórum
maskinaríi í gongd og kunnu siga nei
til uppgávur, sum vit ikki tíma, sigur
Thomas Koba.
At fyritøkan heldur ikki hevur
egin høli, passar honum eisini fínt, tí
hann orkar ikki tankan um eina fasta
húsaleigu ella at skula fundast og fáa
hugskot í somu skrivstovu hvørja
ferð.
– Mín kreativi heili hevur eisini
øgi liga nógv betri av at fara ein biltúr
ella ein túr við telti, tá vit skulu stinga
høvdini saman um eina nýggja upp
gávu. Næsti fundur verður í Koltri, og
tað vil eg nógv heldur enn inn í eitt
fínt fundarhøli.
Heilt heimleys er fyritøkan tó ikki,
tí í kjallaranum í húsunum í Syðrugøtu
hevur Thomas Koba sína svørtu holu,
har hann klippir filmarnar.
– Klippirúmið er fantastiskt, alt er
málað svart og hvørki ljós ella ljóð
sleppa inn. Har er næstan øll útgerð,
sum eg havi brúk fyri, so har fái eg
rættiliga nógva tíð at ganga.
Tímir ikki at arbeiða
Spurdur, hvør hansara drívmegi sum
filmsmaður er, ivast Thomas Koba eina
løtu.
– Eg haldi, eg geri tað fyri at fáa
viðurkenning. Tað hevur í øllum førum
stóran týdning fyri meg, at onnur halda
tað vera gott, sum eg geri.
Kenslan av at kunna skapa sín egna
lítla veruleika í einum filmi er eisini ein
týðandi kreativ drívmegi, og tí hevur
tað eisini nógv at siga, at hann eigur
hugskotini sjálvur.
– At brúka hugskotini hjá øðrum
følist eitt sindur, sum tá man snýtir
í Ludo. Tí kann eg faktisk eisini gott
finna uppá at lata vera við at brúka
eitt fínt hugskot, bara tí tað ikki er mít
egna, viðgongur Thomas Koba.
At ungi filmsmaðurin bara í ár hevur
gjørt 40 føroyafilmar, onkrar lýsingar
umframt filmin um Ársins Virki er í
øllum førum ikki eitt úrslit av, at hann
er eitt so øgiligt arbeiðsgrev, vissar
hann um, tí hann arbeiðir sjáldan meir
enn tveir, tríggjar dagar um vikuna.
– Í botn og grund tími eg ikki at
arbeiða. Tað hevði passað mær fínt at
gingið heima og onki gjørt. Eg havi
ongantíð skilt fólk sum siga, at tey
høvdu hildið á at arbeitt, sjálvt um tey
vunnu 10 milliónir. Eg hevði givist í
stundini
Hvat hann skuldi fingið tíðina at
gingið við, veit hann ikki rættiliga, men
tað hevði ikki verið nakar trupulleiki.
– Eg hevði nokk sitið í míni svørtu
holu og nørdast á internetinum. Kanska
gjørt ein stuttan spælifim – og stúrt fyri
onkrum.
Heimsins besta starv
Tá tað nú líkasum er reglan, at fólk
flest eiga at arbeiða, er Thomas Koba
sann førdur um, at hann hevur heimsins
besta starv sum filmsmaður í Føroyum.
At filmsframleiðsla er so nýggj enn her
heima ger eisini, at tú lutfallsliga lætt
verður tann einasti, sum fæst við eitt
ávíst øki – sum til dømis verkætlanina
við teimum 40 føroyafilmunum
– Reint praktiskt er tað besta við at
gera filmar í Føroyum, at tú sleppur
so lætt framat allastaðni og at fólk
eru so hjálpsom. Eisini er tað óvanliga
stutt upp til topparnar í føroyska
samfelagnum – sum hinvegin heldur
ikki eru serliga høgir.
Ein vansi við at arbeiða sum films
fólk í Føroyum er kortini, at tú ongantíð
verður ekspertur á tínum øki, tí øll eru
noydd at duga eitt sindur av hvørjum
og taka eina hond í allastaðni. Men
eisini tað kann vera ein fyrimunur,
heldur Thomas Koba.
– Tað ger í hvussu er, at tú kanst
framleiða filmar rættiliga bíliga, tí tú
ert ikki noyddur at seta eina rúgvu av
ymsum fakfólkum á eina uppgávu. Tað
kemur til dømis meir enn so fyri, at
eg sjálvur hoppi inn sum statistur ella
okk urt líknandi, sum ein útlendskur
filmsprodusari heilt sikkurt hevði
fatað sum eitt fornermilsi móti síni
fakligheit.
Leitar eftir føroyska
filmsmátanum
Hóast hann onkuntíð kundi ynskt, at
føroyska filmsumhvørvið var meir pro
fessionelt, gongur Thomas Koba ikki
og droymir um at gera stórar films
dreymar til veruleika í Føroyum. Ikki
fyribils í øllum førum, tí tað er okkara
filmsmentan ikki til klár til, heldur
hann.
– Eg kenni ongan, sum megnar at
skriva ein dialog á føroyskum, sum
fungerar á filmi. Tá so onkur allíkavæl
ger tað, virkar tað bara bygdasliga
kiks að, tí vit hava onga traditión fyri
ein um føroyskum filmsmáli, sigur
Thomas Koba og leggur afturat, at tað
sama er galdandi fyri showbusiness
sum heild.
– Showbizz er snøgt sagt ikki til í
før oyskari mentan, sum vit til dømis
síggja tað í USA, har sjónvarpsvertir
for føra hyggjarar, tí teir altíð eru eitt
stig frammanfyri. Í Føroyum er tað
øvut – her eru tað hyggjararnir, sum
eru frammanfyri ella vita betri enn
sjónvarpsvertirnir. Eftir mínum tykki
er Jákup Veyhe tann einasti í Føroyum,
sum kemur í nánd av einum forførandi
verti og einum føroyskum filmsmáta at
vera uppá, sigur Thomas Koba.
Hvat tað er fyri ein máti, veit hann
ikki rættiliga, tí hann leitar framvegis
eftir honum.
Fyribils savnar Thomas Koba seg
tó um at gera teir seinastu 10 føroya
filmarnar klárar at fara út at ferðast.
Tað er altíð hasin óttin,
tú veit, fyri at nú uppdagar
onkur, at eg onki dugi allíkavæl
og bara eri ein »fake«, sum hevur
fuppað seg allan vegin fram
40 filmar
um føroyar
Verkætlanin »40 filmar» hjá
koVboyfilm umfatar hesar
stuttfilmarnar um føroyar
Ellisakfør
Sightseeing í Norðoyggjum
Norðurlandahúsið
Foto Safari
Føroyskar vinnur
Gjógv
Útróður í Vestmanna - havfiskarí
Norrøna - life on board
Over Ritter - »on the road«
Vestmannabjørgini
Mykines
Grøn orka
Mjørkadalur í útsýni
Drive in á Magn støð
Plantur í Føroyum
Reinur fiskur
Síging í Sandoy
Coastzone North Atlantic
Undirbeat
Folk Music Festival - Mykines
Mjørkadalur, Nato
Poetiskt innslag um Føroyar
Tari í Vestmanna
Seyður og Náttúra
Renning í Havn
Marglittu húsini í Havn
Smábátar
Koltur
Tónleikur
Norðlýsið
Tyrlutúrur í Føroyum
Flogtúrur við Atlantic Airways
SMS
Seyður/Ull & Móti
Festivalar í Føroyum
Sushi & Etika
Hvonn
Hotel Føroyar
Hotel Hafnia »in the heart of
Tórshavn«
Tónleikari í Føroyum
Føroyafilmarnir hjá Kovboyfilm síggjast á
www.youtube.com/kovboyfilm
MyND: álvur haraldsen
Thomas Koba instruerar leikararnar í
filminum, sum herfyri avdúkaði Ársins Virki