fríggjadagur 6. november 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 213 - 6. november 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Jonn Bjarnaberg, ættaður úr Vestmanna,
búsitandi í Esbjerg, andaðist mikudagin í Esbjerg,
74 ára gamal.
Kistan við Jens Petur Jensen fer úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 17 til Hellurnar.
Jarðarferðin verður úr Bønhúsinum á Hellunum
leygardagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini.
Andlát og jarðarferðir
Føðingar
Tann 7. sept. fingu Lisbeth í Toft og Magni Hovgaard,
búsitandi í Malmø, eina dóttur. Hon vigaði 2395 gr og
var 47 cm long.
7. oktober fingu Stine Dobak Jensen og Tummas
Planck Reinert, Beijing, eina dóttur. Hon vigaði 4040
gr og var 53 cm long.
22. oktober fingu Dina Gram Lydersen og Rúni Mohr,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3500 gr.
23. oktober fingu Anna Maria og Kári Henriksen, Nes,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3350 gr.
26. oktober fingu Beinta og Eyðfinn Jacobsen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3650 gr.
29. oktober fingu Poula R. og Hanus M. Olsen, Saltnes,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3050 gr.
29. oktober fingu Doris í Garði Joensen, Eiði, og Bárður
Brimvík, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4800 gr.
30. oktober fingu Poula og Kári Poulsen, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4000 gr.
4. november fingu Elsa H. Joensen og Frank Hansen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4350 gr.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður
pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Eilif Lisberg
Trongisvágur
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Suðuroyar sjúkrahús.
Tøkk til Jónsvein Bæk fyri troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum, og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Svenny, Jonny, Heidi og Bogi
Mynd frá realskúlaframsýn
ingini sum Jórunn Dánials
dóttir skipaði fyri í Komm
unuskúlanum í Havn í
2007. Her eru mæmingar
frá einum realskúlaflokki í
1956, sum er komin saman
til 40 ára hátíðarhald á Hot
el Hafnia í 1996.
F.v.: Poul M. Poulsen,
Ingibjørg Thomsen, Ingi
bjørg Jacobsen, Kinn Magn
ussen, Árni Hansen, Juli
anna Klett og Eyðbjørg
Mikkelsen.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi
vælkomin
at
venda sær til Jórunn Dánials
dóttir á telefon: 226024.
(mynd nr. 390)
Myndaeigari: Kinn Magnussen
40 ára hátíðarhald hjá realskúlaflokki
Tøkk
Tøkk øll somul
ung og gomul
fyri blómur og gávur
samtalur og talur
tað á borðið var sett
so øll blivu mett
til tykkum mong
sum vundu flaggið á stong
á mínum 85 ára degi
vil eg takka við gleði
Mest tøkk fái Gud
sum læt falla í lut
eg hendan dag upprann
tøkk fái hann
Kærastu heilsanir
Justa Poulsen
Tøkk
Øllum tykkum, sum so sangglað og
uppmuntrandi møttu upp í Løkshøll til
útgávukonsertina/sangkvøldið, takki eg
hjartaliga.
Eitt ríkt kvøld.
Vegna okkum øll
Jóannes
Dagurin
6. november. Leonhardus, deyður umleið ár 570.
Munkur og trúboðari í Fraklandi. Hann legði ikki í at
vera valdur til biskup. Kundi øll lás og allar leinkjur at
loysa og gjørdist verndarhalgimenni hjá lásasmiðum
og fangum. Navnið er týskt og merkir leyva og harður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)