Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 21 VIKUSKIFTI Heili 40 filmar um Føroyar Hevur Hann sprænt út í Heim seinastu mánaðirnar. vit Hava Hitt Føroya virknasta Filmsmann, Thomas Koba, sum ikki tímir serliga væl at arbeiða og Fyri tað mesta Heldur til í eini svartari Holu í gøtu, Har Hann situr og stúrir Eg stúrI fyrI øllUm Portrett anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hann er lítil og sjarmerandi og livir sítt egna lív á netinum. Filmurin Marglittu húsini í Havn er bara ein av 40 enskum stuttfilmum, sum í løtuni eru á veg ella longu ferðast kring heimin umvegis netmiðilin Youtube og fortelja smáar, øðrvísi søgur um Føroyar. Ein annar av filmunum fortelur, hvussu væl tað liggur fyri at renna í Føroyum, ein triði fer ein biltúr við ellisakførum gjøgnum føroyska landslagið, ein fjórði rekst á havsins botni og fortelur um tara í Føroyum ... Maðurin handan eyðkendu filmarnar er 30 ára gamli filmsframleiðarin Thomas Koba og hansara filmsfyritøka Kovboyfim, sum kanska er mest kend fyri V4 og Gekka lýsingarnar ella ser­ merktu spenningsfilmarnar, ið hvørt ár avdúka Ársins Virki. Eitt net av filmum Hesuferð hevur ungi filmsmaðurin sett sær fyri at fortelja umheiminum eitt sindur um, hvat annað vit eisini gera í Føroyum enn tað, sum vanligu turist filmarnir vísa. Um filmarnir geva onkrum ferðafólki hug at koma til Føroyar, er tað fínt, heldur Thomas Koba, men málbólkurin er øll sløg av fólki allastaðni – eisini og ikki minst tey, sum bara av tilvild koma fram á teir. – Um ein maður í Australia situr og dyrkar sín áhuga fyri tara á netinum, poppar okkara tarafilmur skjótt upp og leiðir hann samstundis víðari til hinar filmarnar. Og áðrenn taranørdurin veit av, er hann vovin inn í eitt net av smáum filmum um Føroyar, sum hann kanska eisini fær hug at kanna nærri, sigur Thomas Koba, sum er rættiliga ovfarin av, hvussu væl Youtube egnar seg til at kasta krókar í alskyns fólk kring allan heimin At byrja við helt hann tað nevniliga virka í so amatørkent at marknaðarføra hesar filmarnar á Youtube, har hvør Hanus og Janus eftirhondini leggur síni filmsbrot. Men nú føroyafilmarnir hava verið tøkir í nakrar mánaðir, hevur Thomas Koba av álvara fingið eyguni upp fyri óendaligu møguleikunum, sum hesin miðilin hevur. – Tað er rættiliga fantastiskt at fáa ókeypis atgongd til eitt sendinet, sum røkkur øllum heiminum og sum annars hevði kostað milliónir. Hartil fáa vit yvirlit yvir, hvussu nógv og hvørji fólk hyggja eftir filmunum – upplýsingar, tú eisini vanliga skalt gjalda nógv fyri at fáa. Higartil vísa tølini, at eini 50.000 fólk kring allan heim hava klikt seg inn á filmarnar hjá Kovboyfilm. Orðini skulu syngja Hvørki taramaðurin í Australia ella øll hini, sum hava fingi eygað á onkran av filmunum nýtast at brúka nógva tíð at hyggja. Flestu av filmunum vara nevniliga bert tveir til tríggjar minuttir og virka hvør sær sum sjálvstøðugur filmir. Eitt slag av dokumentarfilmum kallar Thomas Koba teir, uttan at filmarnir tó fylgja reglunum fyri 'journalistiskari korrektheit'. – Tað ber sjálvandi ikki til at koma allan vegin runt um eitt evni uppá tveir minuttir, og tað er heldur ikki ætl anin við filmunum. Fyri meg snýr tað seg fyrst og fremst um at fylgja eini góðari søgu, finna ein tóna, og syrgja fyri, at orðini koyra ella syngja væl, sigur Thomas Koba, sum sjálvur skrivar hand ritini til filmarnar saman vit eitt nú Finni Jensen og Una L. Hansen. Í flestu førum er handritið skrivað, áðrenn upptøkurnar byrja, men onkun­ tíð eru tað myndirnar, sum gera av, hvat frásøgumaðurin sigur. Sum dømi nevnir Thomas Koba filmin Síging í Sandoy, har hann sjálvur fór við ein ar 300 metrar niður í bergið við upp tøku­ tólinum. – Eina sovorðna søgu mást tú bara filma, meðan hon hendir og so laga tekstin eftir tí. Um ein mynd vísir, at ein síg ari er bangin, so verður tað eisini tað, frásøgurøddin má leggja dent á og ikki okkurt annað, sum vit møguliga vón aðu ella ímyndaðu okkum fór at henda, greiðir Thomas Koba frá og leggur afturat, at hetta veldst sjálvandi um, hvat slag av filmi tað er. Fleiri av filmunum snúgva seg til dømis um føroyskt vinnulív. Hesir eru lutvíst lagdir til rættis í samstarvi við ávísar fyritøkur, men eftir hugskoti frá Thomas Koba og Kovboyfilm. – Fyri meg er tað heilt avgerandi, at tað eri eg sjálvur, sum seti treytirnar fyri, nær ein filmur er góður. Um eg ikki føli, at filmurin í síðsta enda er mín filmur, kundi eg líka so væl gjørt okk urt heilt annað, sigur filmsmaðurin avgjørdur. Stúrir fyri øllum Á onkran hátt var tað nokk eisini trongd in til sjálvur at stýra tingunum, sum gjørdi, at hann í 2003 stovnaði sína egnu filmsfyritøku, Kovboyfim, grunar Thomas Koba. – Faktiskt er tað nokkso løgið, at eg leyp frá einum tryggum starvi, tí í veru­ leikanum eri rættiliga bangin av mær. Eg stúri fyri næstan øllum, fyri um eg fái uppgávur, um eg klári at loysa tær nóg væl og tað blívir eisini bara verri við aldrinum, tí nú stúri eg fyri, um eg eri blivin ov gamal ella eri nóg nýskap­ andi, sigur Thomas Koba, sum undrar seg yvir, at hann yvirhøvur fær nakað frá hondini fyri berari stúran. At Thomas Koba gjørdist films skap­ ari var heldur ikki úrslit av, at hann var serliga listarligur sum barn. – Slett ikki. Eg dugdi hvørki at tekna ella mála og vildi bara verða ljóð maður. Men tá eg kom í læru sum tøkn ing­ ur í Sjónvarpi Føroya fann eg út av, hatta við ljóði dugdi eg heldur ikki, Thomas Koba saman við kameramanninum Hans Petur Hansen, sum í síni tíð tendraði hansara áhuga fyri at klippa myndir saman til filmar mynd: álvur haraldsen Sum barn dugdi eg hvørki at tekna ella mála. Eg vildi bara verða ljóðmaður, men tað dugdi eg heldur ikki