Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 213 - 6. november 2009 Býráðið í Havn má nú viðgerða illa umstrídda málið um at leggja allan 10. flokkarnar í kommununi saman í ein skúla av nýggjum og nú skal arbeiðast óluksáliga skjótt fyri at málið ikki skal detta niðurfyri SkúlaSkapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Málið um at leggja 10. flokkarnar í Tórshavnar Kommunu saman, má ikki verða jólatrøll. Tað vóru býráðslimirnir í Havn samdir um á bý ­ ráðsfundinum í gjárkvøld­ ið. Men hinvegin er tað ivingarsamt um teir eru samdir um so nógv annað í hesum máli. Tórshavnar Býráð hevur nú í næstan fýra ár arbeitt við eini ætlan um at broyta 10 flokk í kommuni fyri at gera hann meiri lokkandi. Í hesum sambandi var ein spurningur um hann skuldi skipast í eina eind, ella í fleiri eindir. Ein depil Fyri at útgreina spurningin, varð ein arbeiðsbólkur sett­ ur at viðgera málið. Ein stórur meirilutin í arbeiðsbólkinum heldur, at allir 10. flokkar í Kommunini skulu savnast í ein depil, sum skal geva teimum, ið taka av til­ boðnum, eitt spennandi og fjølbroytt skúlaár, har tey koma at hitta nýggjar floks­ felagar og lærarar og leggja lunnar undir framtíðarlesnað og framtíðaryrki. Men bólkurin legði dent á, at depilin skal ikki verða partur av einum øðrum skúla, men skal verða ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og lærarum. Tí verður neyðugt at seta skúlaleiðara og ein vara­ skúlaleiðara, skrivstovufólk og 10­12 lærarar, sum burt­ urav undirvísa í 10. flokki. Men ein minniluti, sum var ein lærari í Kommunu­ skúlanum, heldur, at 10. flokkarnir skulu skipast í tveir deplar, ein í Komm­ unu skúlanum og ein í Eyst­ urskúlanum. Næmingarnir, ið ganga í Argja skúla og í Venjingarskúlanum, skulu so sjálvir gera av, hvønn depil teir velja. Minnilurtin heldur, at tað er týdningarmikið, at næmingarnir ikki verða mið savnaðir í eina eftir føroyskum viðurskiftum ov stóra eind, tí tá er vandi fyri, at menningin og fjøl­ broytnið í skipanini ikki verða tryggjað nóg væl. Eftir ætlan skuldi 10. flokkur umskipast frá skúla árinum 2008/2009. Annars fekk tilmælið frá meirilutanum um ein felags 10. flokk, góða undirtøku í umsitingini hjá býráðnum og 10 av teimum 11 skúla­ stýrunum í kommununi eru eisii samd um, at hetta er rætta leiðin. Tað endaði við, at í mars í fjør samtykti býráðið ein­ mælt at 10. flokkur skuldi skipast sum ein felags eind frá skúlaárinum 2010/ 2011. Jólatrøll Tað er ongin loyna, at í Kommunuskúlanum hava tey verið hart ímóti at skipa allan 10. flokk í ein depil, tí tey halda, at hann skal skip­ ast í tvær eindir, har annar skal vera í Kommunu skúl­ anum. Og nú hevur so Anfinn Brekkstein biðið um at fáa málið fyri aftur býráðið av nýggjum, tí hann sigur, at næstan helvtin av bý ­ ráðslimunum eru nýggir í býráðnum síðani samtyktin varð gjørd og hann heldur, at tað er ikki vist, at meiri­ luti framvegis er í býráðnum fyri at skipa allan 10. flokk í ein depil. Málið varð fyri aftur í býráðnum í gjárkvøldið og har var semja um at beina málið í fíggjarnevndina hjá býráðnum til víðari við­ gerð. Men tað varð gjørt greitt, at fíggjarnevndin mátti arbeiða skjótt og leggja málið fyri býráðið aftur á næsta fundi, sum verður 17. desember, tí á nýggjárinum fellur tað burtur og so skal øll viðgerðin verða av nýggj um. Orsøkin til, at tað nú skal aftur í nevnd er, at menta­ málaráðið hevur boðað frá, at tað verður ikki góðkent, at allur 10. flokkur í kommununi verður lagdur í ein sjálvstøðugan depil við egnari leiðslu og egnum lær arum, soleiðis sum for­ treytin fyri býráðssamtyktini var. ­ Sostatt er fortreytin fyri býráðssamyktini burtur­ dott in og tí má málið við­ gerast av nýggjum í nevnd, segði Jan Christiansen, býráðslimur. Heðin Mortensen segði, at málið skuldi í fíggjar­ nevndina, tí verður tað ikki góðtikið at skipa allan 10. flokk í ein, fer tað at hava fíggjarligar avleiðingar fyri næsta fíggjarár og tað má fíggjarnevndin viðgera. Og so varð, men borg­ arstjórin lovaði, at málið skuldi ikki verða jólatrøll, men skuldi fyri aftur býráðið 17. desember. - Skúlarnir í Havn eiga at vera í kapping um næmingarnar í 10. flokki, heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn SkúlaSkapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað einasta rætta er, at kapping verður ímillum skúl arnar í Havn um at fáa næmingar í 10. flokk. Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn. Hóast býráðið hevur sam­ tykt, at 10. flokkur í Havn skuldi skipast savnast í eina eind, hevur Annfinn Brekk­ stein biðið um at fáa málið fyri býráðið einaferð aftur at. Sum tað sæst í hinari greinini, var tann viðgerðin í gjárkvøldið. Annfinn Brekkstein sig­ ur, at býráðið samtykti at savna 10. flokk í ein stóran depil útfrá tí, at talan skuldi vera um ein sjálvstøðugan depil við egnari leiðslu og lærarum, ið bert undirvístu 10. flokki Hendan fortreytin er ikki til staðar í dag, stað­ festir hann. Hann sipar til, at Mentamálaráðið vil ikki góðtaka, at ein sjálvstøðugur skúli verður skipaður til 10. flokk við egnari leiðslu Ov víðgongt Á býráðsfundinum í gjár­ kvøldið helt Annfinn Brekk stein, at tað var alt ov víðgongd at fara úr fýra skúlum, niður í ein í einum høggi. ­ Í dag hava vit ein sera vælvirkandi 10. flokk í Kommunuskúlanum og hví broyta nakað, sum virkar væl? At flyta góðar 80 næm ingar úr Kommunu­ skúl anum fær harafturat eina alt ov stóra neiliga ávirk an á skúlan, bæði hvat viðvíkur læraratímum, kt­tím um, sertímum og bóka savnstímum Samstundis fær minkaða næmingatalið ávirkan á námsfrøðiliga arbeiðið í skúl anum við tað, at læru­ greina kervið verður ikki fult útbygt og tí fær fakliga dygdin skot fyri bógvin. Verður 10. flokkur fluttur úr Kommunuskúlanum, fer tað at merkja, at eini 10 lær arastørv vera færri á skúl anum. ­ Umframt minkað puls­ tímatal fær skúlin eisini minni tímar til eitt nú bóka­ savn, serundirvísing, sjúkra vikartímar, leiðsla, KT, skúlavegleiðing, rætt­ ing arniðurskurð o.a.. Framskygdur Eftir hansara tykki er Komm unuskúlin ein góður framskygdur og vælvirkandi skúli. ­ Stórur dentur verður lagd ur á djúphugsni og sjálv støðugt arbeiði, eisini er betri skipað umsorgan og ráðgeving til næmingarnar. Skúlin bjóðar fram nýggjar lærugreinar, so sum spanskt, umframt undir vís­ ing í enskum, í samstarvi við lærda hákúlan í Cam­ brigde. Eisini bjóðar skúlin fram handaligu læru grein­ arnar í samstarvi við Tekn­ iska skúla. ­ Hetta er ein sólskinssøga og hevur ført við sær, at næm ingar eru komnir frá øðrum skúlum í Komm­ unu skúlan í 10. flokk. Tí vil hann hava, at 10. flokkur í Havn verður skip­ aður í tveir deplar, har næm ingar frítt kunna velja í millum Tórshavnar Komm­ unuskúla og Eysturskúlan. Og sum tað sæst í hinari greinini, fer málið nú í fíggj arnevndina hjá býráð­ num til viðgerðar einaferð afturat. Skúlarnir í Havn skulu kappast um næmingarnar Stúra fyri at 10. flokkur í Havn verður jólatrøll Sjáldsama nógvir áhoyrarar vóru á býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldið. Tað vóru fyri tað mesta lærarar, næmingar og skúlastýrislimir í Kommunuskúlanum sum vóru forvitin at vita, høvrja lagnu ætlanin fekk at samskipa allan 10. Flokk í kommununi í ein depil Smyrsl sum brennur húðina At smyrsl kann gera seg inn á húðina og gera, at tú brennist á øðrum stigi, sum tað verður rópt, er hin 28 ára gamla norska gentan, Cathrina V. Svendsen, eitt prógv um. Ætlanin hjá Cathrinu og fleiri øðrum var at gera mammu sína ovfarna við at skipa fyri eini halloween­veitslu. Hon hevði keypt sær hvíta og svarta sminku av merkinum ”character makeup kit”. Sminkan er framleidd í Kina. ­ Eftir at eg hevði lagt sminkuna á, merkti eg, at tað fór at skriða í andlitinum – júst, sum tá tú hevur lagt ov nógv á. Sum kvøldið leið, byrjaði tað eisini rættiliga at svíða í andlitinum. Tá Cathrina tók sminkuna av aftur, var hon ikki fyrireikað at síggja tað, hon sá í spegilinum. Hetta var ógvuliga óbehagiligt, og eg vil ávara onnur ímóti at brúka hesa sminku. Cathrina V. Svendsen hevur áður arbeitt sum húðrøktari og hevur roynt nógva ymiska sminku. Hon hevur tó ongantíð áður lagt til merkis, at hon var ovurviðkvom fyri sminku. Stjórin í handlinum, har Cathrina keypti sminkuna, sigur, at tey ”testa” allar slíkar vørur, sum handilin selir, og sambært frágreiðingum, vit hava, er umtalaða sminkan góðkend. ­ Vit hava heldur ikki fingið nakrar afturmeldingar um, at henda sminka hevur elvt øðrum trupulleikar, sigur hann. Cathrina V. Svendsen, sum fekk eina brenning á øðrum stigi, sigur, at á pakkan um, har sminkan var í, er klistraður ein hvítur seðil, og á honum er ein ávaring um, at børn undir 14 ár helst ikki skulu brúka hetta smyrsl.