Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 27 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Ummæli inna törnroos inna@sosialurin.fo Tað er Bókadeild Føroya Lærara­ felags, sum hevur givið bókina út. Iwona Radunz hevur skrivað tekst in, og Thomas Røhner teknað mynd ir nar. Kári Davidsen hevur týtt úr týskum, og tannlæknin Peddy Dánialsdóttir Davidsen hevur verið fakligur ráðgevi. Bókin hevur harða permu og tjúkt pappír, sum tolir barnahendur. Perman er forvitnislig. Ein lítil eskja, sum er formað sum ein tonn, stingur út, og har er meiningin at børn ini skulu goyma sínar barna­ tenn. Synirnir hjá mær eru fýra og tvey ár. Kanska í so ungir til hesa bók, ið heldur vendir sær til børn, sum skulu missa tennirnar ella eru í ferð við hetta. Men hóast teirra unga aldur er nógv at hyggja at, lata upp, draga í og snurla, so bókin er ein klárur favorittur, tá teir koma heim úr dagstovni. Tær 30 síðurnar eru á tremur við upplýsningum um barnatenn og vaksnamannatenn. Sumt er í so torført at skilja hjá lítla barninum, men um tey vaksnu lesa saman við børn unum er helst ongin trupul­ leiki. Sjálv lærdi eg meg heilt nógv við at lesa hesa bók. Visti tú til dømis, at fílar fáa tenn heilar seks ferðir, og at tær 300 tennirnar í kjaftinum á einum hávi vaksa alla tiðina? Hvussu útskiftingin frá barna­ tonnum til vaksnamannatenn er, verður eisini lýst sera væl. Stuttligast í bókini er tráðurin, sum togast kann í, so at tonnin loysnar. Tonnin og tráðurin kunnu síðani brúkast sum bókamerki í restini av bókini. Eg eri imponerað av hesi bók. Hon er stuttlig og lærurík, og eg ivist ikki í, at børn, sum fáa hana, gerast bergtikin av henni. Tær 95 krónurnar, sum bókin kostar, meti eg, at hon er væl verd. Læruríkt um tenn lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: John-Arnfinn Reynstind Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 1 høsnarungi 1 pk av bacon 5 bananir 1 pk av róma 100 ml av sweet chilisauce 1 dl av saltaðum jarðnøtum/peanuts Høsnarungi í kili-rómasós (til uml. 3-4 pers.) Krydda høsnarungan væl og lat steikja í umleið ein tíma á 180 hitastigum. Svitsa bacon á pannuni. Legg bananirnar í botnin á einum eldføstum fati. Strimla síðani tann vælstokta høsnarungan omaná bananirnar saman við bacon. Píska róman stívan og koyr kilisósina í róman. Stoyt hetta omaná høsnarunga/bacon/banan blandingina. Stroy jarðnøtirnar omanyvir. Set fatið inn í ovnin og lat steikja mitt í ovninum á 225 hitastigum í umleið 15 min. Et rís og salat afturvið. Nýggja bókiN »Mínar rinkutenn« er Nakað so sjálsamt sum bæði lærurík og stuttlig at lesa. syNirNir fiNgu ummælaraeiNtakið fyri Nøkrum døgum síðaNi og Hava ikki slept bókiNi síðaNi.