Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. november 2009 Fríggja- og leygardagin skal Pál Joensen kappast í World Cup svimjistevnu í Moskva, og góðar vónir eru um, at heiðursmerki kunnu vinnast Talan er um fyrstu av trimum World Cup-stevnum, sum Pál tekur lut í í november mánaði, og milum mótstøðumenninir eru fleiri av heimsins bestu langteinarum. Stevnurnar eru samstundis liður í fyrireikingunum til evropameistara- stevnuna á stuttbana, sum verður í Istanbul í desember mánaði. Kappast verður í stásiligu "Olimpiyskiy" svimjihøllini í Moskva, sum varð bygd til Olympisku Leikirnar í 1980. Høllin hevur pláss fyri upp til 7.500 áskoðarum runt 50 metra langa og 25 metra breiða kappingarhylin - umframt 4.500 áskoðarum runt kavingarhylin. World Cup verður altíð svomið á stuttgeil, tað vil siga í 25 metra hyli, og 50 metra kappingarhylurin verður tí onkunsvegna styttur til 25 metrar, ella umskipaður til at svom- ið verður uppá tvørs av vanligu geilunum. Pál fer á øllum trimum World Cup stevnum at luttaka í 400 og 1500 frí, har møguleikarnir hjá honum til heiðursmerki eru serliga góðir í 1500 frí. Í Moskva hevur hann fimtbestu tíð í 400 frí, minni enn trý sekund aftanfyri Nikita Lobintsev úr Russlandi og Mads Glæsner úr Dan- mark. Í 1500 frí er Pál styrkis mettur sum nummar tvey, aftanfyri russ- iska Vitaly Romanovich, ið vann silvur á EM í Rijeka í desember 2008, og frammanfyri danska Mads Glæsner. Altjóða svimjisambandið FINA skipar fyri bæði sjónvarpi og "live timing" á internetinum, og sum vant ber eisini til at fylgja hesum á www.svimjing.com. Sunnudagin er oddabrak í Onglandi, tá Chelsea á heimavølli spælir móti Manchester United Manchester United hevur vunnið meistaraheitið seinastu trý árini, og undan hesum árinum staðfesti venjarin hjá felagnum, Sir Alex Ferguson, at málið nú var at gerast fyrsta enska felagið yvirhøvur, sum vinnur fýra meistaraheiti á rað. Men samstundis hevur hann nú boðað frá, at skal hetta gerast, so verður tað fyrst og fremst Chelsea, sum United skal kappast við. Og eftir fyrsta partin av kappingini hevur Ferguson bara stór og vøkur orð at bera starvsfelaganum í Chelsea, Carlos Ancelotti. - Teir hava verið meira støðugir í ár enn í fjør. Ancelotti hevur innført somu spæliskipanina, sum hann brúkti í Milan, har teir hava ein diamant á miðvøllinum. Tað ger tað eisini trupult hjá mótstøðuni, tí teir eru sera kompaktir á miðvøllinum, og í mun til bæði Scolari og Ranieri, so spælir Ancelotti við tveimum áleyparum, sigur Ferguson. Samstundis er Manchester United undir hørðum atfinningum, har tað frá fleiri síðum verður sagt, at liðið ikki er eins sterkt sum í fjør, nú Ronaldo og Tevez eru farnir úr felagnum. Samstundis hevur Rio Ferdinand havt trupult við at finna rætta stevið hetta kappingarárið, og vanliga stinni verjumakkari hansara, Nemanja Vidic, fekk reytt kort í tapinum móti Liverpool, umframt at eisini hann stríðist við skaða. Chelsea hevur hinvegin verið sera væl koyrandi. Ikki minst Didier Drogba, sum í fjølmiðlunum hevur sagt, at hesin dysturin hevur alstóran týdning. - At vinna á United á heimavølli hevur nógv at siga. Dysturin móti Atlético var langt ífrá serliga góður fyri okkara viðkomandi. Men kanska hugsaðu vit longu tá um sunnudagin, sigur Drogba við enska Soccernet. Undan dystinum sunnudagin er Chelsea tvey stig framman fyri Manchester United. mørk Chelsea kann stinga av Í Moskva móti heimselituni Pál er her avmyndaður í Olimpiyskiy-høllini í Moskva Mynd: Jón Bjarnason jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk