Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 29 VIKUSKIFTI Hvussu nógv pláss vilt tú hava? Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Her eru møguleikar fyri at liva, virka og trívast, og her kanst tú breiða teg uttan ampa fyri onnur. Eisini er sjálvstøðug íbúð. Fyrsta fatanin Tú sært við tað sama, at her er talan um eini stór og góð hús. Húsini eru væl bygd og løtt at halda. Alt er sera væl hildið, og tú fært eina fatan av, at talan er um eini vala hús. Ljós, luft og umhvørvi Húsini standa væl fyri á Frælsinum í Tórshavn. Nógv vindeygu eru í húsinum, so tú fært ljós og luft inn. Húsini standa – hóast nær miðbýnum – frítt fyri í veðurgóðum umhvørvi og stutt er til skúlar, sparkivøll, dagstovnar, læristovnar og handlar. Busssamband er nær við. Stílur og snið Stílurin er lættur og ljósur. Húsini eru ikki nýggj, men alt er sera væl hildið og í góðum standi. Húsini eru dagførd og viðlíkahildin so við og við, so tú kanst flyta inn uttan at gera nakað. Bilhús Tú kanst koyra beinleiðis inn í eitt sera væl hildið bilhús. Uttanfyri og uttanum Úr stovuni er útgongd til eina millumgongd við beinleiðis útgongd til altan / útigólv. Urtagarðurin er hugnaligur og væl røktur. Har er veðurgott og góður sólargangur, so tað er lagað manni at sita uttanfyri og njóta lívið. Har er vakurt, og tú ert mitt í býnum. Innan Í ovaru hædd er inngongd, durur, gongd, trappa til niðaru hædd, køkur / borðstova, stova, millumgongd við útgongd til útigólv / altan, grovkøkur / bryggers, hjallur, hjúnarrúm, millumgongd við útgongd til altan, eitt kamar og baðirúm við brúsu. Í niðaru hædd er trappugongd, fýrrúm / kjallararúm, kamar og íbúð við egnari inngongd. Har er: Inngongd, gongd, køkur / stova, baðirúm, kamar. Fakta Adressa: ........á Frælsinum 12, Tórshavn Byggiár: .........1962 Hæddir: ..........2 Gólvvídd: ........240 m2 Grundøki: .......406 m2 Hjallur: ...........ja Bilhús: ............ja Íbúð: ..............ja